Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 198 - 16. oktober 2009 tíðindi Tað besta við at skriva sjónleik er, at tað er loyvt at brúka narkotika, sig ur skaldið Jóanes Niel­ sen, sum setur lívið uppá spæl í nýggja leiki num »Aftan á undr ið« Sjónleikur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Onki minni enn lívið verður sett uppá spæl, nú Tjóð pall­ urin setur øll segl til í upp­ setingini av nýskrivaða leiki num hjá Jóanesi Niel­ sen »Aftan á undrið« ­ Eg rokni við, at fólk fara at hugsa eitt sindur øðr vísi um, hvat tað vil siga at vera menniskja, aftaná »Aft an á Undrið«, sigur Jóa nes Nielsen. Á markinum til lívið Hugskotið til leikin fekk Jóa nes Nielsen, einaferð hann fór at hugsa um, hvat mun di henda við træ drongi­ num Pinocchio, eftir at hann var blivin menniskja. ­ Tað fekk meg so aftur at gruna yvir, hvør definitiónin upp á eitt menniskja í grundini er. Eg meini, um man sum Pinocchio ikki er gjørdur av eini mammu og einum pápa, hvat slag av menniskja er man so?, spyr Jóanes Nielsen. Er tað, at Pinocchio bleiv til menniskja, so "undrið" sum sipað verður til í heiti­ num »Aftan á undrið»? ­ Ja, eitt av teimum. Men tað er eisini eitt undur, tá drong urin David leikinum kem ur í puberten, har allar kensl ur leika so hart á. Hartil hendir alt hetta, beint sum lívið kanska gleppur Davidi av hondum, sigur leik høvundurin og sipar til, at ungi drongurin líðir av eini álvarsligari sjúku. ­ Lívið blívir so innarligt og máttmikið, tá vit standa á markinum til endan av tí. Tá blívur sjálvt lívið eisini eitt enn størri undur, sigur Jóanes Nielsen Rúsur og skræpa Í leikinum droymir ungi David, at hann blívir ein van lig ur, frískur drongur, líka sum Pinocchio bleiv tað, meðan Pinocchio hevur sítt stríð av at vera blivin ein vanligur drongur. Og so leið is ferðast leikurin aft­ ur og fram millum dreym og veruleika, har fólk, sum David hevur kent og elskað ella ikki orkað fyri, fáa egin leikar frá verum úr søgu ni um Pinocchio. ­ Í dreymunum hjá Davidi ber alt til. Í grundini er hann eitt lítið skald, og tí sleppi eg sum høvundur eisi ni at stjala við hond og fót frá øllum møguligum øðr um søgum, sigur Jóanes, sum altíð hevur verið sera berg tikin av sjónleiki sum lista grein. Tí skuldu øll segl eisini setast til hesuferð í eini eksplo sión av leikarum, tón leiki, sangi, ljósi og dreyma kendum pall mynd­ um í eini tí størstu upp set­ ing ini hjá Tjóðpallinum nakran tíð. ­ Tað besta við at skriva sjónleik er, at tað er loyvt at brúka narkotika. Tá ein sjón leikur veruliga logar er tað reint narkotika, ein fan­ tas t iskur rúsur, sigur ein spent ur Jóanes Nielsen, sum ikki rættiliga tímir at hug sa um timburmenninar beint nú. Men kenna vit høvundan rætt, fara vit at føla onkran sting in, tá rúsurin er hæs að­ Jóanes setur lívi Sjónleikur sýr seg altíð um okkum sjálvi. Og onkuntíð man niður í skræpuna fyri at vita, hvar vit koma frá, heldur rithøvundurin Jóanes Nielsen