fríggjadagur 16. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 198 · 16 oktober 2009
19
VIKUSKIFTI
Mín besta uppskrift
er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har
lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift,
saman við mynd av rættinum og navni á
kokkinum.
Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði
bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki
hava verið almannakunngjørdar áður.
Send tína bestu uppskrift til:
Sosialurin
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
mrk. uppskrift
Ella til post@sosialurin.fo.
Minnissíður
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Internetið verður brúkt til alt fleiri
ting alt størri part av tíðini, og tí
er einki løgið í, at fólk nú eisini
eru farin at minnast tey deyðu á
internetinum. Rákið hevur ikki av
álvara rakt Føroyar enn, men lítið
er at ivast í, at vit fara at síggja fleiri
síður av hesum slagnum frameftir.
Serligu minnissíðurnar á
internet inum verða gjørdar til
heiðurs fyri fólk, sum eru deyð.
Ofta eru tað fólk, sum eru deyð
brádliga, ung ella av tragiskum
orsøkum, ið fáa slíkar síður. Síðani
hava fólk møguleikan at skriva
eina heilsan, leggja myndir út og
annars at deila sorgina við onnur
á heimasíðuni.
Minnissíðurnar geva fólki
møgu leikan at minnast og syrgja
í almenna ljósinum, og hetta er
ikki so langt frá gravsteininum og
minningarorðunum í bløðunum.
Nýggir miðlar skapa i grundini bara
nýggjar møguleikar – eisini tá tað
kemur til at syrgja.
Byrjaði við beiggja sínum
Ein av teimum, sum hevur
givið fólki møguleikan at gera
minnissíður á internetinum, er
bretin Jonathan Davis, sum hevur
síðurnar Much Loved. Hann heldur,
at serliga tvær orsøkir eru til, at alt
fleiri vilja hava minnissíður til tey,
sum eru farin.
- Tá ið Diana prinsessa doyði
sóu vit, hvussu fólk kundu syrgja
alment, og nú hevur internetið
givið fólki ein nýggjan møguleika
til hetta, sigur Jonathan Davis við
blaðið The Guardian.
Much Loved hevur nú umleið
12.000 minnissíður, men alt byrjaði
við, at beiggi Jonathan Davis doyði
21 ára gamal.
— Hann doyði orsaka av
rúsevnum, og tað var, sum ein
múrur av tøgn var rundan um
hansara deyða. Familja og vinir
vistu ikki rættiliga, hvussu tey
skuldu bera seg at, og tað gjørdi
sorgina verri. Tí helt eg, at ein
almenn heimasíðu av hesum
slagnum kundi hjálpa okkum, og
tað var eitt gott hugskot, tí fólk
sluppu av við nógv ting umvegis
heimasíðuna, sigur Jonathan
Davis.
Much Loved er bert ein av
mongum møguleikum, sum fólk
hava við at gera serligar heimasíður
til tey, sum eru farin.
Syrgja og
minnast
á netinum
Tað er blivið alT meira vanligT,
aT fólk brúka inTerneTsíður Til
aT minnasT fólk, sum eru farin
Mín besta uppskrift
lagt tIl rættIs: Rigmor Dam
UppsKrIft:
Anna V. Ellingasgaard,
Tórshavn
100 g av bleytum smøri
200 g av sukri
2 egg
1/2 tsk av bakipulvuri
1/2 tsk av natron
1 tsk av vanilju
250 g av mjøli
2 dl av súrróma (18%)
1/2 dl av mjólk
230 g av rabarbum (grovt hakkaðar)
saftigar
rabarbumuffir
(ca 20 stk)
Smeltað smør til formarnar
Rør bleyta smørið og sukrið væl, og rør eggini í.
Blanda bakipulvur, natron og vanilju í mjølið.
Síla mjølið í deiggið skiftivís við súrróma og mjólk.
Vend rabarbupettini í deiggið.
Pensla formarnar við smeltaðum smøri.
Fyll deiggið í formarnar - uml. 2/3 upp til kantin
Baka í 30 min við 180 stig.
PynT: Glasur av flormelis og ahornsirupp
ella smeltaða hvíta sjokulátu.
Et muffirnar flógvar, til dømis við róma, súrróma
ella vanijuísi afturvið. Tær eru eisini góðar kaldar.
Hóska sera væl at frysta.
Uppskriftin, sum verður prentað
í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,-
frá Thomas Dam búnýti
tórshavn
Niels Finsensgøta 18
tel. 36 30 00
saltangará
Heiðavegur 56
tel. 44 76 04