leygardagur 24. november 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 228 - 24. november 2001
15
Hondbólturin um vikuskiftið
1. deild kvinnur
24.11
14.30
VÍF-VB
Poli/Jústines
25.11
14.30
Neistin-Kyndil Kári/Trúgvi
25.11
15.00
Sóljan-StÍF
Hjalmar/Kristian
1. deild menn
24.11
16.00
H71-StÍF
Hjalmar/Kristian
25.11
16.00
Neistin-Kyndil Kári/Trúgvi
25.11
16.00
VÍF-KÍF
Hannis/Uni
Støðan 1. deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur
stig
1 VÍF
6
6 - 0 - 0
185
110
75
12
2 Stjørnan 7
6 - 0 - 1
205
155
50
12
3 Neistin
7
5 - 0 - 2
162
138
24
10
4 VB
7
4 - 0 - 3
178
166
12
8
5 Kyndil
7
1 - 0 - 6
162
205
-43
2
6 StÍF
7
1 - 0 - 6
124
183
-59
2
7 Sóljan
7
1 - 0 - 6
147
206
-59
2
Støðan 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur
stig
1 Neistin
7
5 - 2 - 0
201
185
16
12
2 VÍF
6
5 - 1 - 0
179
140
39
11
3 H71
7
4 - 0 - 3
190
189
1
8
4 StÍF
7
3 - 1 - 3
193
190
3
7
5 Tjaldur
7
2 - 1 - 4
165
176
-11
5
6 KÍF
7
1 - 1 - 5
171
198
-27
3
7 Kyndil
7
1 - 0 - 6
161
182
-21
2
Skal VB koma í nær
námind oddaliðnum
úr Vestmanna, er
helst neyðugt hjá
vágbingunum at gera
ein vørr, tá tær
leygardagin fara til
Vestmanna. Á Gilja-
nesi fara tvey av
botnliðunum at
takast
UPPTAKT - KVINNUR
Jákup Mørk
Eins og hjá monnunum, so
verður talan um tríggjar
dystir í bestu hondbólts-
deildini hjá kvinnum.
Seinasta útkall
Fyrstur av hesum verður
dysturin í Vestmanna, har
meistararnir taka ímóti VB.
Undan kappingini varð VB
mett sum ein av veruligu
avbjóðarunum
til
gull-
merkini hjá VÍF, og hetta
varð mest sum váttað í
fyrsta dystinum, tá VÍF
akkurát slapp heilskalað úr
Vági.
Síðani hava úrslitini hjá
liðnum tó verið rættiliga
ójøvn, og meðan VÍF hevur
skúgvað alla mótstøðu til
viks, hevur VB tapt fyri
bæði Stjørnuni og Neist-
anum, soleiðis at tær í
løtuni eru á einum fjórða
plássi. Nakað sum eisini
ger VÍF til greiðan favoritt
undan dystinum.
Tí er tað kanska longu nú
seinasta útkall hjá VB, um
tær veruliga skulu gera sær
nakrar vónir um at blanda
seg í oddastríðið, men skal
hetta henda, er neyðugt at
liðið fær glið í tað væl-
kenda kvika álopsspælið,
sum tær áður hava verið
garantur fyri, og so er tað
heldur ikki nóg mikið, at
tað bert er Gabriella Fekete,
sum sýnir veruligt máltev.
Botndystur á Giljanesi
Sunnudagin verður sannur
botngysari á Giljanesi, tá
StÍF kemur á vitjan hjá
Sóljuni. Tað hevur verið
sagt fleiri ferðir í ár, at tað
verða innanhýsis dystirnir
millum tey trý niðastu
liðini, sum fara at avgera
botnstríðið, og í so máta er
hesin ein av seks avgerandi
dystum í grundspælinum.
Í umvendu uppgerðin
vann Sóljan sín higar til
einasta sigur í grundspæl-
inum, og ætlanin er ivaleyst
at endurtaka hendan. StÍF
fer tó uttan iva at gera
mótstøðu, og í øllum førum
verður
uppgávan
hjá
heimaliðnum torførari, nú
Alina Olaru aftur á tøk hjá
getunum.
Seinni dysturin sunnu-
dagin verður á Hálsi í
Havn, og eins og hjá monn-
unum, so er Neistin risa
stórur favorittur at vinna
lokaluppgerðina
móti
Kyndli.
Fyrri dysturin millum
liðini endaði við stórsigri
til Neistan, og sum støðan
er í løtuni, er vónin hjá
Kyndli helst at avmarka
málmunin hesaferð.
Fult program er í
hondbóltskappingini
hjá monnum hetta
vikuskiftið, og mill-
um annað verður
talan um lokalupp-
gerðir í bæði Havn og
Vestmanna
UPPTAKT - MENN
Jákup Mørk
Tríggir dystir verða í bestu
mansdeildini hetta viku-
skiftið.
Tann á pappírinum mest
áhugaverdi av hesum er
ivaleyst tann á Hálsi í Havn
leygardagin, tá H71 fær
vitjan av StÍF. Hesi bæði
liðini stríðast í løtuni um
triðja plássið á stigatalvuni,
og har eru hoyvíkingar í
løtuni frammanfyri, tó at
talan bert er um eittans stig,
sum eisini hevði dottið
burtur, um stigini vórðu
hálvbýtt her og nú.
Tí ræður sjálvandi um
hjá báðum pørtum at vinna
sær stig, og mett eftir sein-
astu avrikunum, so mugu
strandingar roknast sum
favorittar, eftir at teir
mikukvøldið vórðu bert
næsta liðið í ár, sum tók
stig frá Neistanum. Hin-
vegin krevur hetta av
strandingum, at teir vísa
meira støðugt spæl, tí tú
røkkur ikki nøkrum odda-
sessi við at vinna stig móti
oddinum, fyri síðani at
tveita tey burtur móti botn-
inum.
Hoyvíkingar hava heldur
ikki
havt
tann
stóra
stabilitetin í sínum spæli,
og kemst hetta helst av, at
teir í vetur hava spælt eitt at
kalla nýtt lið saman. Við
somikið frægum skjúttum
sum Hallgir, Bjarna og
Finni og liðnum, er tað tó
helst bert ein spurningur
um tíð, áðrenn veruligt glið
kemur á, og hoyvíkingar
hava helst einki ímóti, at
hetta verður leygardagin.
Tvær lokaluppgerðir
Sunnudagin verða so tveir
dystir á skránni, og í báðum
førum er talan um lokal-
uppgerðir.
Í Havn fara Neistin og
Kyndil at dystast, og tað
man vera langt síðani – um
nakran tíð - at Neistin
hevur verið so stórur
favorittur móti grannunum,
sum teir eru hesaferð.
Neistin hevur hildið seg í
oddinum tað, sum farið er
av kappingarárinum, með-
an Kyndil í løtuni er á
niðasta sessinum, so alt
annað enn ein tryggur
neistasigur má sigast at
vera sera óvæntað.
Somuleiðis eru vest-
menningar favorittar, tá teir
sunnudagin taka ímóti KÍF.
Fyrri dysturin millum liðini
endaði við tryggum sigri til
vestmenningar, og tað eru
eisini tveimum stigum, sum
farið verður eftir sunnu-
dagin. Hinvegin hava koll-
firðingar áður víst, at teir
væl kunnu geva nøkur
gleps frá sær, og so er
spurningurin, um eitt av
hesum verður sunnudagin.
Avgerandi í oddi og botni
VB hevur longu tapt fyri
trimum liðum í ár, og tí er
nú um at verða seinasta
útkall, um tær skulu vinna
seg fram í oddin
Tvær lokal-
uppgerðir
sjáldan – um nakran tíð - at Neistin hevur verið so stórur
favorittur móti grannunum, sum teir eru hesaferð
15
Nr. 228 • leygardagur • 24. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
FCK vóru óhepnir at
tapa móti týska
Borussia Dortmund,
meðan Brøndby í
seinasta minuttinum
vann sær javnleik í
Parma
UEFA-CUP
Jákup Mørk
Spenningurin
í
Keyp-
mannahavn var stórur hós-
kvøldið. Í øllum førum hjá
teimum í høvuðsstaðnum,
sum hava áhuga fyri fót-
bólti, tí bæði FCK og
Brøndby skuldu royna seg
móti liðum, sum seinnu
árini hava gjørt nógv um
seg á europeiska pallinum.
Høvdu spælið
Í Parkini var týska Borussia
Dortmund komið á vitjan,
og hóast hetta ljóðar sum
ein stórur biti, so var skjótt
greitt, at FCK so als ongar
ætlanir hevði um at geva
skarvin yvir uttan víðari.
Bert 40 sekund vóru
liðin, áðrenn heimaliðið
fyrstu ferð breyt ígjøgnum
til baklinjuna og sendi
bóltin innfyri, og so var
linjan
líka
sum
løgd.
Kanska skaptu teir í felag-
num hjá Toda ikki so øgi-
liga nógvar møguleikar,
men teir høvdu alla tíðina
eitt stórt trýst á týskarun-
um, sum hóast eina á
pappírinum
framrættaða
uppstilling, vórðu trýstir
aftur í verjustøðu. Fleiri
ferðir fingu teir fríspark í
góðari skotstøðu, og tað var
eisini eftir eitt slíkt,a t teir
vóru næst við at skora. Jens
Lehmenn fekk tó fingra-
spíssarnar á royndina frá
Niclas Jensen, tá hesin
royndi at benda upp um
múrin og móti nærmara
stólpa. Annars varð eitt av
hesum fríspørkum framt
innan
fyri
brotsteigar-
markið, men enski Riley
dømdi tó fríspark beint
uttan fyri markið.
Bert ta einu ferðina var
rættuligur vandi á ferð
hinumeðin, men norski Jan
Derek Sørensen rakk akku-
rát ikki bóltinum, tá ein
heilkiksað týsk skotroynd
endaði hjá púra leysa norð-
manninum.
Løgið reytt kort
Beint fyri steðgin stakk ein
hending seg upp, sum heilt
víst verður ovarlaga í tonk-
unum hjá teimum í FCK
komandi dagarnar.
Eftir nærdyst við Kekk-
iska risan hjá Dortmund,
Jan Koller, varð Christian
Poulsen sparkaður, og leik-
arar frá báðum pørtum
tustu yvir, fyri at siga dóm-
aranum sína hugsan um
hetta.
Dómarin valdi at geva
Christian Poulsen gult kort,
meðan Jan Koller fekk
ostaskorpuna, men tá Poul-
sen longu hevði fingið gult
einaferð, noyddist eisini
hann undir brúsuna.
Hetta tóktist sum ein løg-
in dómur, tí nærmyndirnar
á sjónvarpsskíggjanum av-
dúkaðu ikki nakra ólógliga
ger frá dananum, meðan
Koller hinvegin royndi at
sparka eftir mótstøðumann-
inum.
Orðini hjá Liniker
Tíggju móti tíggju helt
dystargongdin frá fyrra
hálvleiki fram. Við serstak-
liga einum væl spælandi
Zuma kom FCK fleiri
ferðir til baklinjuna, men
framvegis restaðu teir stóru
møguleikarnir.
Ein slíkan fingu teir í
seinna hálvleiki, tá Christ-
ian Wörns nýtti hondina í
brotsteiginum. Jacob Laur-
sen varð settur at skjóta,
men skotið fór himmalhøgt
upp um málið.
Dysturin líktist nú alt
meira einum málleysum
javnleiki, men so var tað, at
væl kendu orðini hjá Gary
Lineker komu til sín rætt.
»Fótbóltur er eitt spæl við
11 monnum í hvør sínum
parti, og har týskararnir
altíð vinna« segði fyrrver-
andi enski landsliðsáleyp-
arin, og aftur hesa ferð
hann rætt.
Tá 93 minuttir vóru
leiktir, slapp Lars Ricken
leysur móti málinum. Rune
Pedersen vardi í fyrsta
umfarinum fyri skotroynd-
ini, men í aðru atløgu fekk
Heiko Herrlich sent bóltin í
tóma málið.
Flott hjá Brøndby
Hetta gevur FCK eitt sera
torført útgangsstøði undan
seinna
dystinum
móti
Dortmund, har teir nú verða
noyddir at vinna, um teir
skulu koma víðari.
Tó so. Ógjørligt er tað
ikki, og eitt nú hevur
Brøndby áður megnað at
vent eini at síggja til vón-
leysari støðu móti týskum
liðum.
Júst Brøndby var hitt
danska liðið í UEFA-Cup
kappingini, og teir gulu og
bláu fingu eitt flott úrslit
við sær á heimferðini.
Dysturin hjá teimum var
á útivølli móti Parma, og alt
tóktist ganga skeiva vegin,
tá Anton Johansen í fyrsta
minuttinum var somikið
óheppin í eini takling, at
bólturin sigldi upp um
Mogens Krogh í málinum.
Brøndby gavst tó ikki á
hondum, og eitt skifti í
fyrra hálvleiki spældu teir
seg væl fram eftir vøllin-
um, men nýtsla fekst tó ikki
burtur úr nøkrum mál-
møguleika.
Hinvegin hevði Parma
eisini nakað at skula sagt,
og við eitt sindur av hepni
kundu teir eisini havt av-
gjørt dystin báðu megin
steðgin, men antin vóru
royndirnar ov óneyvar, ella
stóð Krogh júst har, sum
tørvur var á honum.
Tað líktist einum teprum
heimasigri, men í seinasta
minuttinum fingu danir so
løn fyri stríðið. Peter Mad-
sen stútaði móti málinum,
og tá Junior á mállinjuni
nýtti hondina at bjarga við,
var dómarin eirindaleysur.
Reytt kort til brasiliumann-
in og brotsspark til Brønd-
by. Eitt brotsspark, sum
Krister Nordin setti trygt í
netið, og harvið gav felagið
sínum eitt sera gott út-
gangsstøði undan seinna
dystinum.
Brøndby skapti sensatiónina
Zuma sýndi enn eina ferð síni framúrskarandi fótbóltsevni, men FCK mátti kortini taka til takkar við einum teprum tapi í dystinum móti Borussia Dortmund
C
M
Y
K
14