Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 228 - 24. november 2001 Í dag møtast numm- ar eitt og nummar tvey í meistaradeild- ini hjá monnum í Sørvági. SÍ tekur ímóti Fram, sum higartil hevur vunnið allar dystirnar í kappingini FLOGBÓLTUR Emil L. Jacobsen Í dag er so dagurin, sum mong hava sæð fram til, nevniliga tann dagurin, tá tey bæði fremstu liðini í meistaradeildini hjá monn- um, Fram og SÍ, hittast aftur. Sum kappingin higartil hevur lagað seg, sær tað út til, at føroyameistarin skal finnast millum hesi bæði liðini, og dysturin í dag kann eisini avgera, hvør verður "jólameistari" hjá monnum - við øðrum orðum hvør vinnur grund- spælið og kann fara í jólafrí sum oddalið. Um Fram vinnur í Sør- vági í dag, fara teir fýra stig framum SÍ, og so verða teir ringir at taka hesumegin nýggjár. Vinnur SÍ hinvegin dystin, eru liðini aftur púra jøvn. Tá liðini møttust í Havn fyri einum mánaði síðani, vann Fram 3-1. Og Fram má eisini metast sum ein lítil favorittur, eisini tí teir enn hava vunnið allar dystirnar í kappingini - men hesin verður uttan iva tann truplasti higartil. Meðan dysturin í Sørvági í dag er oddadystur, so er dysturin í Havn í morgin millum Fleyr og ÍF botn- dystur. Meðan tað hjá ÍF kanska ikki er so løgið, at teir liggja so illa fyri og hava tapt teir fyrstu fimm dystirnar í kappingini, so munnu teir í Fleyr ikki vera heilt nøgdir við úrtøkuna higartil. Fýra dystir og bara ein sigur er ikki júst tað, teir høvdu vónað, og sjálvt um vit enn bara eru í grundspælinum, so hava avrikini higartil ikki verið nøktandi. Av einum føroyameistara at vera hevur ÍF verið eitt vónbrot, men tað hevur havt sínar orsøkir. Av lið- num, sum vann gull sein- asta kappingarár, eru fleiri farnir av, og ungir og nýggir menn eru komnir í staðin. Frágreiðingin úr Fugla- firði er, at eitt nýtt lið skal byggjast upp, og tí verður ikki roknað við tí heilt stóra í ár. Fleyr er betra boðið upp á ein vinnara í morgin, men alt kann henda. Mjølnir vitjar á Tvøroyri Teir báðir kvinnudystirnir hetta vikuskiftið síggja eisini rættiliga spennandi út. Tað hevur verið skrivað upp og niður um TB, og úrslitini higartil hava eisini víst, at liðið er sera gott. Mótstøðuliðið í morgin er Mjølnir, sum í sínum sein- asta dysti fyri tveimum vikum síðani fekk fyrstu stigini í posan. Eftir ta søguligt vánaligu byrjanina upp á kappingina er Mjølnir nú aftur í menning, og kanska verða tær fyrsta liðið, sum koppar TB í ár. Men tað verður alt annað enn lætt. Hin dysturin í morgin er millum Drátt og ÍF, og har er næstan ómøguligt at taka dagar ímillum sum nú er. ÍF hevur staðið seg væl í seinastuni, og liðið hjá Drátti sær eisini út til at vera komið eitt sindur fyri seg eftir eina trilvandi byrj- an upp á kappingina. ÍF er í løtuni næstfremst við seks stigum, meðan Dráttur á triðja plássi hevur fýra. TB er klárt á odda við tíggju stigum. Og verður tað soleiðis í morgin, at TB vinnur móti Mjølni, sam- stundis sum Dráttur vinnur móti ÍF, økist trygga leiðslan hjá TB, og so er tað longu greitt, at TB-kvinn- urnar kunnu halda jól og nýggjár sum oddalið. Rúni Orloff og Ragnar Rasmussen megnaðu at vinna á íslendskum landsliðs- leikarum í sterku Iceland-Open kappingini BADMINTON Jákup Mørk Nakrir av bestu føroysku badminton spælarunum hava júst verið í Íslandi, har stór altjóða kapping hevur verið. Talan var um sonevndu Iceland Open, har spælarar úr Danmark, Finnlandi, Onglandi, Wales, Týsk- landi, Eysturríki, Skot- landi, Canada og Guata- mala luttóku, umframt føroysku umboðini. Vunnu á landsliðsleikarum Ikki minst í einmansleiki hjá monnum vóru úrslitini hjá okkara leikarum góð. Bæði Ragnar Rasmussen og Rúni Orloff vunnu í sínum dystum á íslendsk- um landsliðsleikarum, og hetta hava føroyskir leik- arar ikki gjørt áður. Í næsta umfarinum vórðu teir báðir tó slignir úr kappingini, meðan Erland Poulsen tapti í fyrsta dysti sínum. Tað má tó metast sum ein troyst fyri okkara umboð, at tað vóru sterkir mótstøðu- menn, sum teir máttu lúta fyri. Mótstøðumaðurin hjá Rúni Orloff vann seg seinni fram í finaluna, meðan yvirmenninir hjá Ragnari og Erlandi báðir spældu seg fram til hálvfinaluna. Nær við í blandaðum Í einmansleiki hjá kvinnum vunnu føroyingar ongan av sínum dystum. Gurið Poul- sen tapti fyri íslendsku Elsu Nielsen, meðan Elsa Thor- kildshøg sat yvir í fyrsta umfarinum, fyri síðani at lúta fyri íslendsku Ragnu Ingolfsdóttir. Í blandaðum tívmansleiki var sera nær við, at okkara veruliga gjørdu um seg. Føroysku umboðini vóru her Rúni Orloff og Guri Poulsen, og fimm sera jøvn sett skuldu til, áðrenn tey máttu lúta fyri íslendska parinum, Sigurdsson/Jó- hansdóttir. Í tvímansleiki hjá monn- um og kvinnum høvdu okkara ikki eins nógv at siga, og bæði Ragnar/ Erland og Guri/Elsa máttu lúta í fyrsta og einasta dystinum. Flogbólturin um vikuskiftið Meistara deild kvinnur 25.11 13.00 TB-Mjølnir Fleyr Meistaradeild menn 24.11 14.00 SÍ-Fram Mjølnir 25.11 15.00 Fleyr-ÍF Mjølnir Støðan, meistaradeild kvinnur Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig TB 5 4 0 15 2 13 10 ÍF 5 3 4 11 9 2 6 Dráttur 5 2 3 9 10 -1 4 Mjølnir 4 1 3 6 10 -4 2 Fleyr 5 1 4 5 14 -9 2 Støðan, meistaradeild menn Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Fram 5 5 0 15 7 8 10 SÍ 5 4 1 13 5 8 8 Mjølnir 5 2 3 9 11 -2 4 Fleyr 4 1 3 6 9 -3 2 ÍF 5 0 5 4 15 -11 0 Rætting Í hósdagsblaðnum var av misgávum komið at standa, at dysturin í meistaradeild kvinnum millum TB og Mjølnir er fluttur. Men hann verður leiktur sum ásett. Dysturin sum er fluttur til 9. des. kl. 15.00 er Dráttur – ÍF -blðm Tað tykist verða talan um verandi og komandi meistarar á Tvøroyri leygardagin Vunnu á íslendskum landsliðsleikarum So hittast oddaliðini C M Y K 16 Nr. 228 • leygardagur • 24. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Skriva eitt hitt, takk Góður popptónleikur er bæði spurningur um íblástur og handverk, heldur tónasmiðurin Kári Jacobsen Lesið á síðu 3 BÓKAÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Bókin er snøgg – blá sum havið. Á hvørjari opnu eru litmyndir, ið vísa ein rætt, sum uppskrift er til á síðuni við síðuna av. Bókadeild Føroya Lærara- felags gevur bókina út, og longu í 1999 fingu tey fyrsta handritið til kóki- bókina. – Tað hevur verið ógvuliga strævið at arbeiða við kókibókini, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærara- felags. – Tá vit fingu fyrsta handritið í 1999, lósu vit tað ígjøgnum og sendu tað síðan aftur til næming- arnar. Ymiskt var, sum skuldi arbeiðast meira við. Onkrar viðmerkingar vórðu lagdar afturat, og eisini vantaði ein linja, sum skuldi gera bókina til eina heild. Bókadeildin fekk so nýggja handritið summarið 2000. Síðani heittu tey á Sólgerð Sigvardsen, lær- ara, um at samskipa útgáv- una. Sólgerð og kokkurin Reynold Madsen fingu so hendur á nøkrum upp- skriftum afturat, sum kanska vóru eitt sindur meira sjáldsamar. Síðani varð bókin samskipað, bæði málsliga og inni- haldsliga. – Hetta líkist ikki barna- og ungdómsbókunum, sum vit vanliga geva út, men vit fingu áheitan um at geva bókina út, og vit hildu hetta vera ógvuliga áhuga- vert. Eisini eru vit vís í, at hetta er ein bók, sum fer at koma í hvørt hús í Føroy- um, og tað gevur eitt frá- líkt avkast til bókadeildina. Sambært Niels Jákupi er tað heilt givið, at føroying- ar hava eina bók við mati úr sjónum. – Bókin inniheldur ikki bert “vanligan” fiskamat. Eisini eru uppskriftir til til dømis øðu, krabba, gággu og igulker og ger hetta matin meira spennandi. Ein metseljari Fríðleif Lydersen úr Skála- vík er ein av høvundunum til bókina. – Vit byrjaðu at tosa um hetta longu í fyrsta flokki her á fiskivinnuskúlanum. Síðani avgjørdu vit at gera hetta til okkara ársuppgávu 2. árið, greiðir Fríðleif frá. – Vit hildu, at tað mangl- ar ein tílík bók í Føroyum. Føroyar eru jú ein fiski- vinnutjóð. Men hvussu hava næmingarnir megnað at savna saman heilar 216 ymiskar uppskriftir uppá fiskamat? – Ommur, mammur, lærarar, vinir og kenningar, er Fríðleif skjótur at svara. – Eisini eru ymsar síður á internetinum, har tú kanst fara inn og taka upp- skriftir niður, men nakrar eru eisini gjørdar til høvið. Flokkurin, sum stendur aftanfyri bókina, varð liðugur á Fiskivinnuskúl- anum í summar. Tey vóru 9 í tali, og hava tey lagt sera nógv arbeiði í útgáv- una. – Tað hevur verið ógvuliga strævið, og vit hava havt nógv at gera. Ofta hava vit sitið aftaná skúlatíð, og nógv viku- skifti og frítíð eru farin til bókina, sigur Fríleif. – Eg eri sjálvur ótrúliga glaður fyri úrslitið. Nú havi eg bara blaðað leyst- liga ígjøgnum hana, men hon sær ógvuliga fín út. Eg ivist ikki í, at hetta fer at vera ein metseljari. Hetta er jú eitt nýbrot í føroysk- um bókmentum. Fríðleif Lydersen vil vera við, at føroyingar hava ikki hugflog til at gera stórt annað enn at kóka og steikja fisk. Hetta skal so vera ein hjálp á leiðini at betra um hetta. Við nýggju kókibókini kanst tú matgera tær meira fjølbroyttan fiskamat. “Góður matur úr sjó- num” er 192 blaðsíður og kostar 268 krónur í bók- handlunum. Í bókini finnur tú 216 uppskriftir til millum annað 24 forrættir, 18 suppur, 135 høvuðs- rættir og 35 salat. Mynd- irnar í bókini hevur Per á Hædd tikið. Kokkurin Reynhold Madsen hevur tilgjørt allan matin á myndunum, og Olivur við Neyst hevur teknað tekningarnar. Einars Prent hevur umbrotið og prentað bókina. Fleiri vilja vera við, at “Góður matur úr sjónum” verður ársins jólagáva. Góð bók – góður matur Í meira enn tvey ár hevur verið arbeitt við at leggja kókibókina “Góður matur úr sjónum” til rættis. Næmingar úr Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna komu av fyrstan tíð komu við hugskotinum til bókina, og hósdagin varð bókaframløga á skúlanum, har møguleiki var at hitta næmingarnar, og harumframt eisini royna ymiskt leskiligt úr nýggju bókini Nýggjasta útgávan hjá Bókadeild Føroya Lærarafelag, “Góður matur úr sjónum”, avgjørt eitt gott boð uppá ársins jólagávu Mynd: Jens Kristian Vang 17