Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 228 - 24. november 2001 19 19 18 Sosialurin Nr. 228 - 24. november 2001 C M Y K 18 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Eg skuldi eina ferð til Danmarkar. Tey norrønu pro-vita feløgini skuldu koma saman í Herlev, og eg skuldi prædika við eina forbønarguðstænastu í Lindehøj kirkju. Eg fór avstað við friði og kríggi. Tað er nevniliga tað við- føri, ein kristin altíð hevur hjá sær. Frið við Guð. Kríggj móti syndini. Í bussinum til flogvøllin fylgdist eg við einum manni, sum skuldi á ríkis- sjúkrahúsið at verða kannaður. Kundi hann geva annað nýra sítt til sonin? Kundi hann við at offra nakað av sínum egna hjálpa einum øðrum? Uttan beinasemi og offurvilja, verður tað ein fátækur heimur, vit liva í. Tað eru sjálvsagt tey, sum fegin vilja offra onnur fyri at nøra at sær sjálvum. Tað eru eisini tey, sum fegin vilja offra sannleikan fyri at sæta sær. Sig tað slagið av offrum frá tær. Men tað eru eisini tey, sum eru fús at offra seg sjálv fyri onnur. Tað eru tey, sum eru fús at halda seg til sannleikan við teimum offrum, tað kann bera við sær. At kúga holdsins girndir og gessir(spenn- ingar). At siga frá sær egin ynski. At missa navn og heiður í hesum heimi. Ja, sjálvt tað endaliga offrið: Lívið sjálvt. Bara við at offra kann friðurin verða vunnin. Frið við Guð og frið við næstan. Spyr bara Jesus. Á flogvøllinum tók spurningurin um frið seg eisini upp. Nú var tað heimsfriðurin, sum stóð í váða. Við ósjónligari skrift stóð tað ”11. septembur” yvir floghavn- ini, sjálvt um tað var hin 29. oktobur. Ein vinarlig kvinna spurdi, um hon kundi opna handviðføri mítt. Sjálvandi kundi hon tað. Ein hond varð stungin niður í skjáttu mína og ein bumba varð tikin upp. Soleiðis høvdu í øllum førum gamli prestur mín í Keypmannahavn og vinur hansara, ein tanzanianskur próstur, kallað tað, sum togað varð upp. Teir høvdu saman skrivað eina bók undir heitinum: ”Bíblian sum bumba”. Tað er nevniliga spreingi- evni í tí gomlu bók. Innihaldið kann broyta lívið hjá einari menniskju fullkomiliga. Dirvisleys eru vorðin djørv. Tjóvar eru vorðnir ærligir. Sleygivætti eru farin at hugsa um æruna hjá næstanum. O. s. fr. Alt samalt ávøkstur av tí nýggja lívinum, tey fingu, tá ið innihaldið í bókini datt sum ein bumba inn í lív teirra. Mundi eg fara og fáa loyvi til at taka henda spreingikvæma lutin við? Jú, tað varð loyvt. Hin spreingikvæmi ”gleðiboðskapur friðar- ins”(Ef. 6,15) kom við í flogfarið. Hin vinarliga kvinnan leitaði í næsta rúmið, og hvat ið kanska ikki er eydnast enn til havs, eydnaðist kvinnuni í floghavnini. Hon fann olju. Men olja hevur jú meira enn einaferð verið viðvirkandi til, at heims- friðurin var í vanda. – Vit kundu turka sveittan av enninum. – Tað var olju- berjaolja. Oljuberjaolja nýtt í tænastu friðarins, nevniliga til at salva sjúk við, sum fyrisett er í Jákups brævi. Henda vælsignaða olja fekk loyvi til at koma við flogfar- inum. Men, men. So gekk tað heldur ikki longur. Nú kom pípustapparin fram. Ikki bara ein, men tveir. Tað tók seg upp ein egin stemningur um hesar báðar pípustappararnar. Teir høvdu ein spískan pinn. Og hvat kann ein spískur pinnur ikki verða brúktur til? Nýggja lummaknív mín, sum Sámal hevði givið mær umborð á ”Nærabergi”, hevði eg koyrt í viðførið, sum var innskrivað, men pípustapparin var ikki komin mær til hugs. Men tá ið ræður um lívið hjá øðrum, sannleikan og friðin, má verða offrað á ein og annan og triðja hátt. Ikki hini. Ikki sannleikan. Men gjarna ein pípustappara og eitt sindur afturat. Pípustapparin, heimsfriðurin og offurið Peter O. K. Olofson skrivar: FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI Eirikur Lindenskov Á sjálvum 70 ára føðingar- degi Telefonverksins, 19. november 1976, varð automatiska millumbygda- sambandið í bygdum í Norðurstreymi og Norður- eysturoy sett til, og nýggj telefonstøð til hetta telefonsambandið tikin í nýtslu á Eiði. Bygdirnar, sum henda dagin fingu automatiskt millumbygdasamband, eru Gjógv, Funningur, Eiði, Ljósá, Tjørnuvík og Hal- dórsvík, og er hetta tað størsta økið í landinum, sum hevur fingið auto- matiskt millumbygda- samband. Tilsamans eru lagdir eini 50 kilometrar av kaðalum til nýggja sambandið. Serligt tilknýti Tað var ikki heilt uttan orsøk, at telefonverkið hevði heitt á brøðurnar, Svenn Poulsen og Jógvan Skýlindal, um at seta tað nýggja telefonsambandið til. Í einari røðu í nýggju telefonstøðini á Eiði segði Sólbjørn Jacobsen, tele- fonverksstjóri, at telefon- verkið altíð hevur havt eitt serligt tilknýti til Eiðis bygd, við tað, at bæði Svenn og Jógvan, sum eru ættaðir av Eiði, starvaðust við telefonverkið í meiri enn 60 ár, og at faðir teirra starvaðist á verkinum undan teimum. Áðrenn sambandið varð sett til, tosaði Svenn Poulsen suður í útvarpið í Havn, har hann greiddi frá teirri fyrstu tíðini, hann arbeiddi upp á telefon. Svenn upplýsti m. a., at telefon kom til Eiðis í 1907, og at tann fyrsta støðin var í Jógvansstovu. Hann segði seg hóva illa at hoyra fólk gremja seg um, hvussu vánalig telefonin er: – Eg kann ikki sam- tykkja í tí, segði Svenn, sum fór av telefonverkin- um fyri fýra árum síðani. Aftan á at sambandið varð sett til, varð samkoma í Eiðis skúla, har takkar- røður vórðu fluttar, og gávur handaðar teimum, sum hava havt telefon- støðir í bygdunum, og sum nú hava fingið automatiskt millumbygdasamband. 12 støðir eftir Viggo Planck, telefon- maður, sum bar heilsu frá Eskild Christiansen, telefonverksstjóra, nevndi, at 1960-árini vórðu nýtt til planlegging av automatiska millumbygdasambandin- um, meðan 1970-ini hava verið nýtt til at seta hesar ætlanir í verk. Hann upp- lýsti, at upprunaliga vóru 100 telefonstøðir kring landið, men at fleiri nú eru lagdar saman í eina. Viggo Planck segði, at nú eru 12 støðir eftir at automatisera. Tær eru í Vágum og á Sandoynni. Fingu automattelefon á 70 ára degi telefonverksins Bygdir í Norðurstreymi og Norðureysturoy hava fingið automatiskt millumbygdasamband, og nýggj telefonstøð er tikin í nýtslu á Eiði Inni á nýggju telefonstøðini. Á myndini síggjast m. a.: Jóhan Poulsen, Lávus Daneilsen og Johan Simonsen Viggo Planck handaði gávur til teirra, sum hava havt telefonstøðina um hendi Svend á Grundini tosar suður í útvarpið í Havn TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Tað byrjaði við sanginum um deiligu Havnina. Nú er Keypmannahavn pallurin hjá einum tí fremsta føroyska popp- komponistinum. Havnarmaðurin Kári Jacobsen hevur ferð eftir ferð gjørt vart við seg við sangum, sum fólk næstan kenna seg noydd til at syngja við til. Nú eru tað oftast aðrir sangarar, sum framføra sangirnar hjá Kára, men løttu og íoyrafallandi poppløgini eru til at kenna aftur. – Eg haldi, at góðir poppsangir verða skrivaðir av fólki, sum bæði hava nakað upp á hjartað og samstundis duga hand- verkið, sigur Kári Jacobsen. Nógv jørn í eldinum Útgávan Nalja frá 1988 var veruliga startskotið hjá Kára Jacobsen sum sangara, tónleikara og tónasmiði. Seinni gjørdi hann eina útgávu saman við Eyðfinni Jensen, men seinastu árini hevur hann gjørt minni við at syngja sínar sangir, men hann ger alt meira við at framleiða sangir fyri aðrar sangarar. Í fjør hevði hann fingur við í spælinum, tá tær báðar Malan Eyðunsdóttir og Malan Thomsen góvu fløgur út. Stjørnurnar Blinka var eitt av mest spældu løgunum í fjør, og tað skrivaði Kári Jacobsen. Í ár hevur hann millum annað gjørt sangin um nýggja maskottin hjá Norðoya Sparikassa, Silva. Aðrir sangir um Silva og familju hansara eru á gáttini, og Brandur Enni skal eisini syngja ein sang hjá Kára á nýggju útgávuni sum kemur í februar. Umframt popptónleik til føroyingar skrivar Kári Jacobsen eisini nógvan tónleik til danskar sjónvarpssendingar. Í fjør skrivaði hann sangin til røðina The Perfect Crime hjá TV3, og tá hevði hann heimsstjørnuna Grace Jones í studio. Í ár hevur hann millum annað skrivað tónleikin TV3-røðina »Grisk – når det gælder«. Harafturat er hann í holt við eitt projekt fyri Sony, sum hann ikki vil avdúka enn. Dámar leiklutin Tá Kári Jacobsen verður biðin um at skriva sangir til aðrar tónleikarar og sangarar, er uppgávan oftast at gera fangandi poppsangir, sum kunnu verða við til at bera eina fløguútgávu fram. Kára Jacobsen dámar væl, at hann hevur leik- lutin sum tónasmiður og framleiðari. – Tað er deiligt ikki sjálvur at skula standa fram. Tann partur av tónleikinum hevur ongan- tíð sagt mær so nógv. Tað passar mær eisini væl, at eg skrivi tónleik til onnur, tí eg skrivi sera ymiskan tónleik. Alt frá reinum popptónleiki til løgnan dramaturgiskan tónleik til sjónvarpssendingar, sigur hann. Kári Jacobsen hevur framleiðslufelagið Floppy M saman við dananum Jacob Duus. Teir framleiða serliga tónleik til sjón- varpssendingar í sínum studio, men eisini popp- tónleik. Stórt álit at fáa Við hvørt tykist tað, sum tú – uttan at tað verður sagt soleiðis – verður biðin um at skriva eitt hitt. Hvussu hevur tú tað við hesum? – Tað er sera smikrandi, tá ið fólk vísa mær slíkt álit. At skriva og framleiða eitt hitt er helst størsta avbjóðingin hjá einum tónasmiði og framleiðara. Tað er lætt at skriva eitt lag, trupult at skriva eitt gott lag og øgiliga trupult at skriva eitt hitt. Hvussu ber tað til, at tú ferð eftir ferð klárar at gera fangandi poppsangir? – Tja... hvat skal eg siga. Eg havi skrivað óteljandi løg seinastu 25 árini, og eg arbeiði nógv og seriøst við tí. Kári Jacobsen hevur ongar ætlanir um at geva fløgu út sjálvur, men hann vil ikki nokta fyri, at tað kann henda longri frammi í tíðini. Til ta tíð eru tað aðrir tónleikarar og sangarar, sum fáa gleði av teimum íoyrafallandi og svingandi poppsangunum hjá honum. Skriva eitt hitt, takk – Tað er sera smikrandi, tá ið fólk vísa mær slíkt álit. At skriva og framleiða eitt hitt er helst størsta avbjóðingin hjá einum tónasmiði og framleiðara. Tað er lætt at skriva eitt lag, trupult at skriva eitt gott lag og øgiliga trupult at skriva eitt hitt, sigur Kári Jacobsen Orðini verða ikki søgd so beinleiðis, men Kári Jacobsen fær javnan upp- gávur at skriva sangir til aðrar føroyskar tónleikarar, og hann rakar ferð eftir ferð seymin beint á høvdið. Góður popptónleikur er bæði spurningur um íblástur og handverk, heldur tónasmiðurin