leygardagur 24. november 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 228 - 24. november 2001
21
21
20
Sosialurin Nr. 228 - 24. november 2001
C
M
Y
K
20
Hanus Kamban
Meira enn nakar annar høvuðs-
staður í heiminum er London
býurin, har listafólk og rit-
høvundar hava sett sær spor.
Sum eins farmur av samansavn-
aðum upplýsingum veksur,
verður stytri millum sporini.
Tann bókmentaligi fjakkarin
drívur gøtu úr gøtu. Og Chaucer
og Dr Johnson, Marlowe ella
Tennyson fara eftir nethinnuni,
skundisliga, sum hvørvnar
skuggamyndir.
Steinsetingin, stigið verður á,
er tann sama øld eftir øld. Her er
talan um endurnýtslu við lít. Og
viðhvørt heldur tú teg hóma, í tí
slitna og tærda brúgvargrótinum,
at andans stórmenni heilsast
tvørtur um ættarliðini.
Camden Town
Undirritaði hevur í mong ár, á
vitjan í London, havt tann vana
at leita við smogutokinum norð-
ur til Camden Town. Her er okk-
urt, ið dregur, ein dámur av
buldrasligum, ráum forstaðarlívi,
av órøkt, av sjarmerandi skipan-
arloysi tykist at hvíla yvir hesum
býarparti.
Stuttligt er tað eisini, at eitt
hanagleiv gott og væl frá Cam-
den Town smogustøð, á Camden
High Street, er ein bókhandil —
Compendium, hugsi eg hann eit-
ur - ið hevur lagt seg eftir at
bjóða fram okkultar bókmentir. Í
hesum avkrókinum, úti undir tí
dulspekiligu væðingini, kanst tú,
um tú ert heppin, detta niður á
nakrar av heimsins mest spenn-
andi bókum.
Villmaðurin
Men lat okkum eina løtu gloyma
Camden Town og fara yvir til
skaldskapin. Tann eingilski yrkj-
arin Ted Hughes varð føddur í
Yorkshire tann 17. august 1930.
Tann sum setir seg við hansara
yrkingum fær skjótt varhugan av
einum uppvøkstri, ið kanska ikki
hevur verið ólíkur tí hjá føroysk-
um bygdarbørnum, mitt í náttúru
og landsløgum, nær fugli og fen-
aði. Pápi hansara, ið var timbur-
maður, hevði verið við í fyrsta
heimsbardaga. Hann var ein av
bara seytjan í einum heilum
herflokki (regimenti), ið kom
livandi aftur úr stríðnum á
Gallipoli.
Ted Hughes fór undir at lesa
enskar bókmentir á lærda háskúl-
anum í Cambridge í 1951. Hans-
ara fyrsta yrking kom á prent í
1954. Í 1957 gav hann út sítt
fyrsta yrkingasavn. Um hetta
mundið var enskur skaldskapur
turrur og lítið sjóndæmdur, eyð-
kendur av onkrum slag av
speiskum intellektualiteti.
Tann fyrsta bókin hjá Hughes
æt Hawk in the Rain. Við henni
ringdi hann inn eitt nýtt tíðar-
skeið í enskum skaldskapi, eitt
andsvar frá bygdini og náttúruni,
ein villan, harðligan skaldskap,
runnan úr heiðinskógi, eirinda-
leysari søgn, døkkari sjón. Í
hansara yrkingum trína kráka og
revur, tikari og jaguarur fram
sum bæði ítøkiligar og gudfrøði-
ligar verur. Eitt av hansara bæði
døkkastu og ramligastu yrkinga-
søvnum — bókin Crow, frá 1972
— fær ein at hugsa um William
Blake, sum á sinni tók til, at
»vreiðinnar tikarar eru vísari enn
lærdómsins hestar«.
Tann brendi revurin
Í greinini »The Burnt Fox« (upp-
afturprentað í greinasavninum
Winter Pollen), hevur Hughes
fest á blað eina frásøgn, sum líka
væl sum nøkur yrking lýsir hans-
ara kenslur um tað mundið, hann
las enskar bókmentir í Cam-
bridge.
Kravt varð, at næmingurin læt
inn ein stíl um vikuna. Hughes
orkaði ikki fyri hesum bæði turra
og lívsfjara sjabbinum. Eina
náttina droymdi hann, at meðan
hann situr uppi yvir síni ritgerð,
kemur ein skapningur, við
mannalikami og revahøvdi, inn í
kamarið:
Eg sá, at kroppurin og limirnir
vóru komnir beint út úr einum
ovni. Hvør tummi var stoktur,
gløðandi, kolasvartur, rivnaður
og bløðandi. Eyguni, sum vóru
áraka míni har eg sat, glógvaðu
av brennandi pínu. Hann kom
yvir til mín, til hann stóð við
síðuna av mær. So legði hann
hondina — ein mannahond, sá eg
nú, at tað var, men brend og
bløðandi sum hansara likam —
við lógvanum niðureftir beint
niður á tað hvíta arkið. Í somu
løtu segði hann: »Halt uppat við
hesum — tú drepur okkum.«
Ted Hughes aktaði boðini frá
dulvitsins mannarevi. Tá ið tað
triðja lestrarárið kom, skifti hann
lestrargrein og fór undir at lesa
antropologi. Hann kom á henda
hátt djúpari inn í tann heim av
sagnum og ævintýrum, haðani
keldurnar til hansara skaldskap
renna. Millum tey verk, sum
fingu týdning fyri hann, vóru
The Golden Bough eftir Sir
James Frazer og The White
Goddess eftir Robert Graves.
Sylvia Plath
Fyrst í oktober 1955 kom Sylvia
Plath, ein ung amerikonsk genta,
til Cambridge. Hon hevði fingið
fleiri virðislønir, m.a. eisini tann
gitna Fulbright styrkin, sum
gjørdi hesa ferðina møguliga.
Sylvia og Ted hittust árið eftir,
tann 25. februar, í einum vert-
skapi. Neistarok stóð frá hesum
fundi, har rann saman alt fyri
eitt, kærleikin var ógvisligur,
villur, romantiskur, ósjálvráddur.
Seinni fluttu tey saman, ferðað-
ust í Onglandi, USA og Europa,
giftust og fingu tvey børn.
Sylvia Plath var eisini yrkjari.
Og tað kundi verið líkt til, at
hetta var tað fyrimyndarliga —
kensluliga og andaliga — ferða-
lagið. Her hittust tvey tey gávu-
ríkastu fólkini í sínum ættarliði,
kveiktu neistar í hvørjum øðrum,
hjálptust um at nærkast, við huga
og kenslum, teimum upphavligu
keldunum, arketýpanna frum-
skógi, kundu læra hvørt av øðr-
um, meta um og finnast at.
Frælsi og døpur mein
Tann amerikanska gentan sýntist
framlig og fræls. Men undir
vatnskorpuni andu døkkar gátur.
Bæði foreldrini hjá Sylviu vóru
av týskari ætt. Pápin, sum undir-
vísti í týskum í Boston og var
doktari í entomologi, var ar-
beiðssamur, myndugur, men
helst eisini strangur og ráðaríkur.
Otto Emil Plath doyði í 1940,
tá Sylvia var átta ár, av sukur-
sjúku. Hendingin kom at skugga
hennara lívi, sum ein døkkur
vongur, men var samstundis eis-
ini eitt fræ til skapan. Í 1953
royndi hon at taka seg av døgum
við sovitablettum. Men hon
hevði svølgt so nógvar tablettir,
at hon spýði tær uppaftur, og
hetta bjargaði henni. Seinni fór
hon til ein sálarlækna og fekk
elektriska sjokkviðgerð. Um
hennara skaldskap segði Ted
Hughes, tvey ár áðrenn hann
doyði, við tann ísraelska blað-
mannin Eilat Negev:
Alt skaparverkið hjá Sylviu
Plath sigur bara eina søgu: søg-
una um hennara ødipusást til
faðir sín, tey truplu viðurskiftini
við mammuna, sjálvmorðsroynd-
ina, sjokkviðgerðina. Hennara
skaldsøga og yrkingar siga eina
søgu, og hon skrivaði ongantíð
um nakað annað. Megin í hesum
yrkingum kemur av hennara
evnum til at krøkja seg í følilsini
hjá eini átta ára gamlari gentu.
Tann deyði gudurin
Tá ið Ted og Sylvia hittust í
1955, visti tann enski yrkjarin
sjávlsagt einki um alt hetta. Otto
Plath, tann deyði pápin, var gud-
urin hjá Sylviu, og hesin bý-
flugugudurin, sum Ted Hughes
einastaðni rópar hann, hevði
Skaldaheimsins Charles og Diana
Ted Hughes var villmaðurin í enskum skaldskapi. Eftir at Sylvia Plath var deyð í 1963, fekk hann leiklutin sum
hin fánýti sjálvur. Ikki fyrr enn í 1998 tók hann orðið — við eini bók, sum alt fyri eitt gjørdist klassikari
Útsýni av Primrose Hill. Skúlabørn sita og tekna.
Mynd: Hanus Kamban
lyndi til at rísa upp og gerast
hold aftur í teimum dreingjum,
hon fekk yndi til. Í yrkingini
»The Shot«, sum varð yrkti
mong ár seinni, tók Ted Hughes
soleiðis til:
Í míni støðu kundi tann rætti
gandalæknin havt loftað tær í
flognum við báðum hondum,
blakað teg, kølnandi, úr einum
lógva í hin, gudleysa, lukkuliga,
sissaða.
Mær eydnaðist at fáa ein lokk
av tínum hári, tín ring, títt ur, tín
náttkjóla.
Nøkur fá dømir eru um í bók-
mentasøguni, at tann holdliga
tjaldbúðin hjá einum yrkjara lík-
ist hansara anda: Einar Bene-
diktsson, Bjørnstjerne Bjørnson.
Ted Hughes var í vakstrarlag og
útsjónd sum ein neyv íholdan av
sínum myrka, skaldsliga
villskapi. Hann var av hægstu
monnum, døkkur og kallmans-
ligur, við rúnum í sínum glógv-
andi eygnabragdi, ein mýtisk
vera, ein norðurenskur villmaður.
Konufólk, sum komu í nánd av
hesum nútíðar Heathcliff, kundu
bráðna sum smørklíningar á
glóðheitum komfýrsringum.
Tíðin hevur ivaleyst, her sum
altíð, sín leiklut, eftirkrígstíðin,
ættarliðið, sum legði strevið og
saknin hjá foreldrum sínum aftur
um bak, og sum royndi at full-
føra ta gomlu hugsjónina hjá
Brandes og Agnes Henningsen,
dreymin um frælsan kærleika,
fullkomna sjálvsjáttan. Ingmar
Bergman hevur fyri stuttum, við
sínum meistaraverki Trúleys, lýst
ranguna á hesi mentan.
Ted Hughes var einki undan-
tak. Eftir at hava verið saman í
sjey ár, fluttu hann og Sylvia frá
hvørjum øðrum. Sylvia Plath
flutti, saman við báðum børnun-
um, inn í eina íbúð tætt við
Primrose Hill, í Fitzroy Road 23.
Í somu húsum hevði yrkjarin
W.B. Yeats búð sum smádrongur,
árini 1867-72.
Eggin
Onkur minnist kanska enn kulda-
veturin 1962-63. Longu fyri
nýggjár høvdu kuldi og kavi havt
við sær, at øll samfelagshjól
steðgaðu í Onglandi. Tokini
stóðu á jarnbreytunum, forfjónað
og tilklakað. Varmarørini brustu.
Elektrikarar gjørdu verkfall. Van-
lig fólk fingu nóg illa vaskað
sær. Sjálvt tað dagliga uppvaskið
var ein fyritøka. Kritikarin Al
Alvarez hevur í bókini The
Savage God við minniligum
orðum lýst hesa seinastu tíðina
hjá Sylviu Plath. Ein av hesum
døgunum yrkti hon yrkingina
»Edge«:
Kvinnan er gjørd fullkomin.
Hennara deyða
likam ber evsta roysnisins bros.
Farrin av grikskum svitaloysi
sveimar í faldunum á hennara
skykkju.
Hennara naknu
føtur sýnast at siga:
Vit hava gingið so langt, nú er
liðugt.
Týsmorgunin tann 11. februar
1963 fór Sylvia upp á loftið til
børnini. Hon setti breyðflísar og
tvey krúss av mjólk á borðið, tí
kanska fóru tey at vakna, áðrenn
barnagentan kom. Hon fór niður-
undir og tetti dyr og vindeyga
við vátum handklæðum fyri at
verja børnini. So læt hon ovnin
upp, stakk høvdið inn í hann og
skrúvaði gassið frá. Barnagentan
kom klokkan níggju, men slapp
ikki inn. Hon bankaði uppá, men
grannin, sum búði í niðastu
hædd, var doyvdur av gassinum,
sum lak úr erva, og svav sum ein
steinur. Hesa ferð eydnaðist
royndin hjá Sylviu Plath.
Yrkjarin sum ikon
Deyðin er tann evsti telvarin. Við
síni gerð hevði Sylvia Plath
vunnið ein størri sigur enn allar
hennara yrkingar. Trýssini bráðn-
aðu, toybilið hevði við sær, um-
framt Beatles, Dylan, Marcuse
og Fromm, eisini kvinnufríger-
ingina.
Nú komu slóðbrótandi femin-
istisk verk eftir Betty Friedan,
Germaine Greer og Marilyn
French. Sylvia Plath fekk sín
ikoniska sess í tí nýggja kvinnu-
mentanarliga templinum, undir
liðini á eitt nú Sapfo og Rosu
Luxemburg. Ted Hughes fekk
samsvarandi hesi gongd, lutvís
og frá summum, leiklutin sum
fjandi, demonur. Evnið varð við-
gjørt í einum vaksandi floymi av
bókum, greinum og ritgerðum.
Ted Hughes og Sylvia Plath
blivu, sum kritikarin Nicci
Gerrard tók til nú ein dagin,
»skaldaheimsins Charles og
Diana«.
Ted Hughes helt fram at virka
sum rithøvundur. Hann gav út
yrkingasøvn, barnabøkur, týðing-
ar eftir Ovid, eina bók um
Shakespeare. Sum arvingi eftir
Sylviu Plath umsat hann hennara
ritverk. Í 1984 fekk hann størsta
heiður, ið kann lutast einum
enskum yrkjara: hann varð
gjørdur Poet Laureate, laurber-
kransað tjóðarskald.
Ted Hughes var tiltikin upples-
ari. Nútíðar yrkjarar eru ofta
smásárir og afturlatnir, pírnir,
trekir at opna sínum lesarum
bara eina sprungu inn í teirra
torskilda heim. Ted Hughes var
opin og gávumildur. Ljóðbond
eru givin út, har hann, við síni
skúlaðu og samstundis medvitnu
og treystu rødd, lesur eitt nú
Eliot, Yeats, Kipling og Auden. Í
mangari eingilskari skúlastovu
hevur hann birt ta fyrstu glóðina
til skaldskaparliga fatan. Hann
plagdi ofta at enda sín upplestur
við eini gæliskari yrking, sum
Lady Gregory á sinni týddi til
enskt:
Eystan tókst tú frá mær; vestan
tókst tú frá mær;
tú tókst tað, sum er eftir meg og
undan mær;
tú tókst mánan frá mær, tú tókst
sólina frá mær;
og eg frykti stórliga fyri, at tú
hevur tikið Gud frá
mær!
Um síni viðurskiftir við Sylviu
Plath valdi Ted Hughes sum
heild einki at siga. Men hann
hevði í mong ár fest á blað yrk-
ingar, sum vóru eitt slag av dag-
bók, tekstir har hann vendir sær
beinleiðis til sína deyðu konu og
unnustu. Og brádliga, stutt
áðrenn hann doyði, gjørdi hann
av at almannakunngera hetta
verkið. Savnið Birthday Letters
kom út á vetri 1998 og var ein
bókmentalig stórhending. Tað fór
sum heitt breyð um Ongland og
var prentað uppaftur í upplag
eftir upplag.
Lagna og arketýpa
Birthday Letters sigur, í 88 yrk-
ingum, søguna um Ted Hughes
og Sylviu Plath, sædda við
skaldsins eygum. Stílurin víkir
frá tí fasta, samanstungna snið-
inum, sum eyðkennir eitt nú
Crow, yrkingarnar eru leysar,
forteljandi, men við fyndugum,
kompleksum og djúptskoðandi
brotum uppií. Verkið er borið
uppi og sjóðað saman av eini
heildarsjón, har lagna, arketypur,
stjarnanna fyriskipan valda
menniskjans foldarlívi. Uppi yvir
hesi bók renna einum í huga
nøkur orð úr Lear kongi eftir
Shakespeare: »Sum flugur í
hondunum á tankaleysum
dreingjum eru vit fyri gudunum;
teir drepa okkum til stuttleika«.
Ted Hughes doyði tann 28.
oktober 1998. Navnið á hansara
heimbygd í Yorkshire —
Mytholmroyd — kann viðhvørt
tykjast at vera næstan ímyndar-
ligt, ein áminning um, at hesin
maður ikki var eitt menniskja úr
20. øld, men heldur ein skepna
úr norðurlendskari fornsøgu, ella
grikskari søgn, skyldur við
Grettir ella Jason. Tað hoyrir við
til søguna um Hughes, at tann
kvinnan, hann valdi fram um
Sylviu Plath — tann vakra Assia
Wevill — tók seg av døgum í
1969, og tók dótrina, hon átti við
skaldinum, við sær í deyðan.
Sól yvir Primrose Hill
Morgunsólin gyllir ferðsluna á
krossvegnum beint uttan fyri
Camden Town Underground, har
Parkway og Camden High Street
umskarast. Vertshúsini Halfway
House og The World´s End
kappast um at fanga reikarans
áhuga, sum fløskugrønar oasur,
ið bjóða linna og tostasløkking.
Eg haldi leiðina vestureftir og
komi tjúgu minuttir seinni til
Gloucester Avenue, haðani
Fitzroy Road gongur í ein út-
synning móti Primrose Hill. Eg
gangi spakuliga gjøgnum Fitzroy
Road, har William Butler Yeats
og Sylvia Plath hava reikað, við
hundrað ára millumbili, og komi
eitt bil seinni til Primrose heyg.
Ovast á heygnum sita børn og
tekna, lærarar leggja teimum lag
á. Sólin skínur á teigar og torn.
Eftir er at viðmerkja, at í mai
mána 1999 — árið eftir at Ted
Hughes var deyður — varð
minnisgudstænasta hildin fyri
skaldinum. Gudstænastan endaði
við hesum orðum úr Cymbeline
eftir William Shakespeare,
lisnum av Hughes sjálvum:
Fear no more the heat of the sun,
Nor the furious winter´s rages;
Thou thy worldly task hast done,
Home art gone and ta´en thy
wages;
Golden lads and girls all must,
As chimney sweepers, come to
dust.
Ted Hughes og Sylvia Plath í Yorkshire í 1956
Útsýni av Primrose Hill.
Mynd: Hanus Kamban
Næsta grein fer at snúgva
seg um býarpartin Hackney
í Eysturlondon og sjónleika-
skaldið Harold Pinter.