Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 228 - 24. november 2001 23 23 22 Sosialurin Nr. 228 - 24. november 2001 C M Y K 22 UMMÆLI Bárður Olsen Leonard Norman Cohen var føddur í Montreal í 1934. Hann er mest kendur sum sangari, men hann hevur eisini givið fleiri bøkur út. Hann byrjaði í 60unum. Hann er sangari/ sangskrivari á sama hátt sum t.d Donovan, Dylan og Nilsson, fyri at nevna nakrar av teimum mann- ligu. Hann hevur útgivið eina rúgvu av fløgum. Í hesi grein verður størst dentur lagdur á fløgurnar : “Field Commander Cohen: Tour of 1979” og tað nýggjastu “Ten New Songs”, sum kom út í oktober. Ein reyður tráður gongur ígjøgnum fleiri løg á fløguni “Field Com- mander Cohen”. Tað sær út til, at tekstirnir eru skriv- aðir í tíðaskeiðinum, tá Leonard skiltist frá konuni. Eg fari at gjøgnumganga nakrar av tekstunum og vinda so nógvar upplýsing- ar burtur úr sum gjørligt. Sangurin “Hey That’s No Way To Say Goodbye” er merktur av melankoli, sorgblídni. Eitt dømi er hetta brotið: “Your Eyes are soft with sorrow. Hey, that’s no way to say goodbye. I’m not looking for another as I wander in my time. Walk me to the corner now, our steps will always rhyme. You know my love goes with you, as your love stays with me. It’s just the way it changes, like the shoreline and the sea. But let’s not talk of love or chains, or things we can’t untie. Your eyes are soft with sorrow. Hey, that’s no way to say goodbye.” Tað sær út til, at tey elska hvønn annan enn, men tey mugu skiljast, tí soleiðis skal tað bara vera. Tað er eingin grund til skilnaðin. Hann sær skiln- aðin líka náturligan og óundankomandi sum flóð og fjøra. Næstan ein fatalistisk uppfatan, alt er avgjørt áðrenn tað hendir, tað er einki at gera. Heitið á sanginum “The Smokey Life” kann best umsetast til skuggaspæl, og hesa fatan gevur tekst- urin eisini. Ein rættiliga intimur sangur, bæði orð og lag. Serliga hetta brotið “I’ve never seen your eyes so wide. I’ve never seen your appetite quite this occupied. Elsewhere is your feast of love, I know. Long ago we agreed to keep it light. So lets be married one more night. It’s light enough, light enough to let it go”. Sangurin sær út til at vera inspireraður av teirra síðstu nátt. Tey hava avtalað at skiljast, men tey mugu hava enn eina nátt saman. Tann síðsta náttin følist sum nakað serligt, sjálvandi tí bæði vita, at hetta er síðstu ferð. “So set your restless heart at ease. Take a lesson from these autumn leaves. They waste no time waiting for the snow. Don’t argue now you’ll be late. There is nothing to investigate”. Hetta vers er inspirerað av fjallaprædikuni. Tað snýr seg um at lata vera við at hugsa ov nógv og ivast, men bara vera. Gera tað, sum til eina og hvørja tíð følist rætt. Leonard hevur brúkt persónin Jesus og hansara orð í fleiri tekstum. T.d í sanginum “Suzanne”, har tað stendur “And Jesus was a sailor, when he walked upon the water, and he spent a long time watching from his lonely wodden tower”. Ikki tí Leonard ikki er kristin, hann er á sama hátt sum t.d Dalai Lama inspireraðir av Jesus. Fløgan “Ten New Songs” verður betri og betri hvørja ferð ein lurtar eftir henni. Fyrstu ferð virkar hon ógvuliga mono- ton og keðilig. Við fyrsta eygnabrá sær tað til, at tekstirnir eru um kærleika millum mann og kvinnu. Men við at grópa longur niður í djúptina í fleiri tekstum sær tað út til, at tað als ikki eri so einfalt sum av fyrstan tíð hildið. Leonard livdi sum buddhistiskur munkur í 5 ár. Tað eru tekstirnir ógvuliga nógv merktir av, annað var løgið. Tann besti sangurin er tann fyrsti á fløguni. Hann eitur “In my secret life”. Har er eitt serliga aktuelt brot í, sum ikki kann vera meira aktuelt. Eg hugsi um hetta “Looked through the paper. Makes you want to cry. Nobody cares if the people Live or die. And the dealer wants you thinking. That it’s either black or white. Thank God it’s not that simple. In My Secret Life”. Tá eg lurtaði eftir hesum sanginum var mín fyrsta hugsan, at Leonard var framskygdur. Tað ljóðar sum hann syngur um Ben Laden og Bush, ið báðir pástanda, at teir hava rættvísi fult og heilt á síni síðu. Sjálvandi er einki so einfalt. Menn- iskju hava altíð sæð í litum og frábrigdum. Sangurin “Love itself” snýr seg um ein hægri kærleika. Ein kosmiskan kærleika, ið er í øllum og allastaðni. “The light came through the window, straight from the sun above, and so inside my little room. There plunged the rays of love. In streams of light I clearly saw. The dust you seldom see. Out of which the nameless makes a name for one like me. All busy in the sun- light. The flecks did float and dance, and I was tumbled up with them. In formless circumstance. Then I came back from where I’d been. My room, it looked the same - But there was nothing left between, the nameless and the name. I’ll try to say a little more: Love went on and on. Until it reached an open door - Then Love itself, love Itself was gone”. Her ímyndar sólin kosmos, strálirnar eru kær- leiki, ið skína inn í menn- iskjað. Sangurin er ognað- ur einum Leon Wieseltier. Tað sær út til, at hann hevur havt eina sera stóra og óforkláriliga uppliving, har hann føldi seg vera ein part av kosmos, ella fyri at brúka eitt sindur provoker- andi orðaval, ein partur av einum ópersónligum Guði. Sangurin “Alexandra Leaving” minnir sera nógv um tann undanfarna. Hann er eisini meir ella minni eitt framhald. T.d hetta brotið “It’s not a trick, your senses all deceiving, a fitful dream, the morning will exhaust - Say goodbye to Alexandra leaving. Then say goodbye to Alexandra lost. Even though she sleeps upon your satin; even though she wakes you with a kiss. Do not say the moment was imagined; do not stoop to strategies like this. As someone long prepared for this to happen, go firmly to the window. Drink it in. Exquisite music. Alexandra laughing. Your firm commitments tangible again”. Alexandra er ein “brúgv” millum menniskj- að og kosmos. Ein “brúgv”, ið býr í menniskj- anum sjálvum. Tað kann vera eitt púra vanligt ting, ið kann vaksa og lata upp ein veg til kosmos. Buddhistar nevna hetta fyribrigdið “Buddha punkt”. Leonard Cohen er tann bjartasta stjørnan á tón- leikahimmalinum. Dagsins lættisoppapoppur er einki aftur ímóti “Ten New Songs”. Maðurin er 67 ára gamal, men vónandi fer hann at geva fleiri fløgur út. Ungir tekstskrivarar hava sanniliga nógv at læra frá hesi livandi legendu. Bjartasta stjørnan á tónleikahimmalinum Dagsins lættisoppapoppur er einki aftur ímóti “Ten New Songs” hjá Leonars Cohen. Maðurin er 67 ára gamal, men vónandi fer hann at geva fleiri fløgur út. Ungir tekstskrivarar hava sanniliga nógv at læra frá hesi livandi legendu FERÐAMINNI Jákup Mørk At fara eina ferð inn um gamla jarnteppið, sum í nærum hálva øld skilti heimspart okkara í tvín- ingar, kundi á mangan hátt roknast at vera ein ferð inn í stívrendu politisku skip- anirnar, sum eyðkendu kommunismuna. Gamaní var Slovenia, sum ferðin gekk til, partur av gamla Jugoslavia, sum við Tito á odda var mest vesturlendska landið av eysturblokkinum. Og gamaní var Slovenia tá eisini tann ríkasti parturin av landinum, men tó skarst ikki burtur hugsanin um, at hetta onkursvegna fór at gerast ein ferð aftur í tíðina. Til eina tíð har materiellu ágóðarnir vóru fáir og lítlir, har fólkið ígjøgnum áratíggjur hevði verið kúgað, og tískil enn ikki hevði eina siðsøguliga mentan, sum kundi verja tann fyri okkum so sjálv- sagda rætt at vera eitt ser- stakt individ í samfelagnum. Blíðskapur Kanska júst orsakað av øllum hesum tankum, var tað at koma til sjálvt landið ein kollveltandi uppliving, sum mest sum í einum skúgvaði allar teir fordómar, sum annars vóru í viðførinum, til viks. Hóast hotellið, sum vit búleikaðust á, ikki taldist millum glæstriligastu gistingarhúsini í heimin- um, so kendi tú beinan- vegin á atmosferuni, at her var alt, soleiðis sum tað skuldi vera. Einki við at vera noyddur at lata dollarar fara undir borðið, tá okkurt skuldi fáast í lag. Ein fryntligur fyrispurn- ingur um eitthvørt ynski, var mest sum altíð eftir- líkaður, og bar hetta ikki til í spartansku móttøkuni, dugdu fólkini handan diskin altíð at vísa á, hvar ein skuldi venda sær. Stórfingin náttúra Nú var ferð okkara liður í altjóða dysti hjá lands- liðnum, og tí var uppgáva okkara rættiliga bundin. Fingu tískil ikki høvi at líta okkum somikið nógv í kring, sum vit annars høvdu ætlað. Bóklingurin, sum áðrenn fráferðina úr Føroyum, varð læntur á bókasavninum, hevði annars boðað frá eini stórfingnari náttúru, men hesa fingu vit tíverri ikki tíð at uppliva í fullan mun. Tó so. Í friðarliga Bled - stutt frá høvuðsstaðnum Ljubljana - høvdu vit onkran fyrrapartin fyri okkum sjálvar, har spákast kundi runt í snotuliga býnum. Vakra vatnið kring Matia-hólmin, var at finna skamt frá hotellinum, og hiðani var lætt at síggja, hví tað júst var her, at Tito plagdi at nýta summarfrítíð sína. Kontrastirnir millum mest sum subtropiska veðurlagið niðri við vatnið og kavaklæddu klørnar á trý-klørna-tindinum vóru stórfingnar. Einki sást til koldálkandi ídnaðarkoll- veltingina. Og meðan tú friðaliga spákaði fram við vatninum, bar til at ímynda sær, hvussu sosialistiski kommunisturin í sínari tíð nýtti hetta stað at savna sær megi til at loysa allar teir innanhýsis trupul- leikar, sum eisini tá vóru í landi hansara. Trupulleikar, sum at enda syndraðu landið í fleiri partar. Mentanin Sum nevnt omanfyri, so kendi ferðamaðurin seg alt fyri eitt væl á staðnum, og í teirri atmosferu, sum har valdaði. Lítið og einki var at síggja til stívrenda ræðslu- /einaræðis-valdið, sum annars í so stóran mun eyðkendi allan eystur- blokkin. Skrivstovuveldið, sum í eitt nú Russlandi hevur viðført, at mest sum allar funktiónir skulu eftirkannast av fleiri persónum, sást einki til. Tvørturímóti blómaði býurin við hópum av smærri handlum, hugna- ligum caféum og størri og minni matstovum. Eitt sjónligt tekin um eina blómandi smávinnu, og hetta tóktist eisini vera viðvirkandi til, at einki sást til hvørki fátækradømi ella korruptión. At eta er at liva Tá ferðast verður til onnur lond, er tað aloftast mentan, vinnulív ella landslag, sum hugtaka mest, men umframt alt hetta, sum so avgjørt eisini setti sínar varðar í minninum, so var eisini ein partur av livimátanum, sum enn stendur rimmarfastur í minninum. Matmentanin. Ivaleyst hoyrir útsendi tykkara millum teirra, sum hava serligan alsk til mat. Hevur hug at royna tey ymsu lokalu sereyðkenn- ini, og tí vóru vónirnar um hetta ikki so stórar, eftir at hava lisið faldaran frá politikken. Hesin lýsti nevnliga ikki kulinarisku vanarnir hjá slovenum sum nakað spennandi spenn- andi. Hvar høvundarnir til bókina hava ferðast, tá teir hava savnað tilfarið saman, er ikki gott at vita, men í øllum førum hevur tað ikki verið á somu matstovum, sum føroysku miðlarnir vóru á. At kalla borðini fyri rúgvusmikil er ein undir- metan av teimum heilt stóru. Bara forrættirnir líktust einari búrmáltíð, og áðrenn farast kundi til ovurstóru høvuðsmáltíð- irnar, skuldi magin fyrst royna at gloypa nøkrum suppum, onkrum breyðum og kanska eisini onkrari salat. Sjálvur høvuðsrætt- urin kundi vera eitt nú svína-, lambs, kálva- ella oksakjøt, sum alt stóð á borðinum, og mín sann um hetta ikki eisini fevndi um eina dunnu ta einu ferðina. Afturat øllum hesum skulu vælsmakkandi dessertirnar eisini roknast, umframt at Slovenia eisini hevur eina frálíka vín- og ølmentan. Sjálvandi er matur ikki tað, sum er høvuðsenda- málið við eini frítíðarferð. Hinvegin kann hetta tíðum vera við til at skapa eitt serstakt huglag, sum kann gera upplivingina á ferðini størri. Matur ella ikki, so gav hendan ferðin okkum enn eina stóra uppliving, og verður sæð burtur frá greiða tapinum hjá fót- bóltslandsliði okkara, so var talan uttan iva um eina ta bestu landsliðsferðina, sum hevur verið. Ein perla í eysturblokkinum Tað var nærhendis vakra býnum, Bled, at jugoslaviski leiðarin, Tito, nýttu summarfrítíð sína, so hann aftur kundi savna sær megi at stýra landinum Mynd: Álvur Haraldsen Ein ferð til Slovenia er ein ferð til eitt spennandi land, stórfingna náttúru og eina blómandi mentan