Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. november 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Sosialurin Nr. 228 - 24. november 2001 C M Y K 24 Nr. 228 - 24. november 2001 25 J AV N A Ð A R F L O K K U R I N TØKK ReproZ · 319540 Góðu javnaðarveljarar Flokkurin takkar fyri dygga stuðulin við fólkatingsvalið. Føroya Javnaðarflokkur Sosialurin Tíðindi tróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið -tað loysir seg Sosialurini 25 »eydnan sveimar einsamøll við strendur frætt er frá har havið klárnar perlur glampa druknar spegilstrá innilæstur longsul seg letur í sítt skrúð endaleysar undanførslur ivast aftur nú« Kári P. Vit tosa ella hugsa mangan um, hvussu lív okkara kann rúma einum mo- dernaðum hugtaki sum lívsgóðsku. Tankar um tað góða lívið og hvat er moralskt rætt, eru vit helst øll hugtikin av. Øll hava vit tankar, meiri ella minni tilvitað, um tað góða lívið fyri okkum. Tvístøðan ímillum tað, sum nøktar okkara tørv, og tað, sum ikki ger tað, finst í mongum hami. Hetta at kenna seg nøgdan, mettan og í friði við sjálvan seg, umhvørvið og tíðina varir sjáldan leingi. Altíð er okkurt í heiminum og lívinum, og í sam- felagnum finst ónøgdin, ein kensla av mangli, friðloysi og ótta. Ein meiri ítøkilig og vanlig tvístøða er æviga skiftandi javn- vágin ímilum kensluna av innari ríkidømi, lívsfyllu og at blóma sum menn- iskja, og so kensluna av tómleika og innara deyða. Vit umsita øll eina røð av ymiskum eginleikum, styrki og møguleikum, sum vit hava hug at menna og brúka. Men eisini her er ivin, tvístøðan og óttin fyri um tað ein hevur hug til verður til nakað, og um tað kann miseydnast. Eru dreymarnir ov lítið veru- leikakendir kunnu teir senda okkum á ferð inn í daprar óeydnisdalar, har bert longsulin ræður fyri borgum. Serliga óttin etur mangan sálina meðan vit liva og geva okkum nærum kensluna av at vera livandi deyð. Vit læra í uppvøkstrin- um, at vit eru einstakling- ar, at vit noyðast at geva lívinum skap og vit noyðast hvønn dag at velja lívsleið, um vit vilja halda á, gevast, fara annan veg ella melda pass. Ígjøgnum lívið broytist kenslan av, hvussu væl lívið eydnast — altíð eru vit noydd at hugsa, um vit liva eitt lív við eini meining, um vit eru støðufest, vísa ábyrgd, taka rættar avgerðir, um vit eru sjálvstøðug, ektað og til kensluna av øllum tí øvugta av hesum idealum. Flest øll læra eisini, at tey hava hug at ganga fleiri vegir í senn. Trongd og ynskir ganga ikki altíð væl í hond. Evnir, vit og skil føra okkum mangan ein veg, meðan tað vit brenna fyri, gleðast yvir mangan hongur eftir ótroytt og einsamalt. Aðalspurn- ingurin verður, um ein skal fara eftir tí, vit brenna fyri í sjálvum sær, ella skulu vit tráa eftir hóvsemi, javnvágini og kanska at læra at liva við, at ein hevur ymisk ynski? Skulu við leita eftir sjálvstøðu- gerðingini við at royna at hevja okkum í lívinum, ella er hetta at finna í kærleikanum og í vinar- lagnum? Tað eru slíkir spurningar, ið eg viðgeri í hesum teigi framyvir. Lívsheimspeki er torfør at viðgera uttan at koma inn á etiska heimspeki, men hetta geri eg minni við. Tá ein hugsar um, hvat er til gagns fyri ein sjálvan, er ikki gjørligt at gloyma, hvussu hetta ávirkar eins næsta. Vit hittast í samtaluni og í samveruni, har vit geva av okkum sjálvum. Vit fáa eisini vald yvir hinum, ið vit kunnu nýta ella misnýta - til at vera nærverandi, uppmerksom, at kunna gloyma okkum í øðrum, ella at vera líkaglað. Vit hava ábyrgdina av lívinum hjá næstanum og tey av okkum. Skulu vit vera opin, fylt við næstrakær- leika, miskunnsemi og brúka alt lívið at taka okkum av øðrum? Ella skulu vit útihýsa tey flestu og vera okkum sjálvum næst? Rúmar modernaða boðið um at ’finna seg sjálvan’, einstaklingagerð- ingina ikki eitt paradoks, ímillum at vera sær sjálvum næstur og at fremja næstrakærleika og góðsku? Er tað í hesum, at eydnan býr, í vitanini um, at ein má royna at trívast innast í sjálvum sær, ikki hokna av longsli, ótta og undanførslum? Tá ein kennur sjálvan seg, verður tað helst lættari at liva. Og er ein góður við seg sjálvan er gjørligt at vera góður við onnur. Eydnan er til. Leitið ikki eftir henni, so kemur hon ikki til ein. Hon er svikaligur gestur, ið helst vitjar á gólvið hjá tí, ið ikki væntaði vitjan. Í gjárkvøldið endaði valstríð- ið. Í dag er val. Og gongst betur at telja enn í Florida í fjør vita vit í kvøld hvør vann. (Hetta er skrivað valdagin, men fyri ikki at gera ein býttan feil ikki sent Sosialin- um fyrr enn eftir úrslitið er kent.) Hóast allar kanningar til tað síðsta hava víst, at úrslitið fer at verða greiður borgarligar meiriluti, og at Anders Fogh Rasmussen úr Venstre verður forsætisráðharri, hava ser- frøðingarnir verið sera varnir at kjósa vinnaran framman- undan. Tað lærdu teir ikki at gera við seinasta val, tá bæði veljarakanningarnar undan valinum og eisini útgongu- kanningin hjá aðrari sjón- varpsrásini vóru skeivar, og Socialdemokratiet við Poul Nyrup Rasmussen vann í evstu løtu. Tá fall avgerðin við eini broyting í Føroyum. Sjálvandi endurtekur tann søgan seg ikki, hóast føroysku miðlarnir, sum ikki høvdu betri søgur, spekulera um tað. Talan hevur verið um eitt rættiliga løgið valstríð. Miðl- arnir hava næstan bara skrivað og talað um hvør av forsætis- ráðharravalevnunum fer at vinna. “Rasmussen eller Ras- mussen”, “Præsidentvalg”, “Titelindehaveren og udfordr- eren”. Í hinum flokkunum hava politikarar gramt seg um, at trupult hevur verið at sleppa fram at mikrofonunum. Talan hevur eisini verið um eitt skitið valstríð. Ikki tí valevni hava verið hunddálkað stórvegis, men flóttafólk og tilflytarar (sum ikki eru hvítir, væl at merkja). Útlendsk tíðindafólk, sum hava skrivað heim um valstríðið siga seg øtast, og um nakar hevur lisið tað teir hava skrivað, er myndin av Danmark neyvan so vøkur úti í heimi longur. Nú eru tað ikki longur bara føroyingar sum halda, at danir ikki eru so fittir, sum teir sjálvir halda. Komandi forsætisráðharrin hevur sjálvur hjálpt væl til at skapa øsing ímóti teimum fremmandu í Danmark. Sjálv- ur hevur hann generaliserað og tosað um fupp-flóttafólk og kriminellar synir hjá tilflytar- um. Og síðani latið stuðuls- flokkin Dansk Folkeparti við Piu Kjærsgård á odda gera restina av skitna arbeiðinum. Og tað er vert at leggja til merkis, at síðani yvirgangs- atsóknina 11. september hava einans tveir persónar, sum vit vita um, bjóðað av til heilagt kríggj: Osama bin Laden og Pia Kjærsgård. Pia Kjærsgård hevur av sjálvum talarastólin- um í Fólkatinginum boðað frá, at Islam skal niðurberjast. Greitt brot á átrúnaðarfrælsi í donsku grundlógini, men tað tosa vit ikki hart um. Tað sum ger valstríðið í Danmark áhugavert eisini í altjóða høpi er, at tað er fyrsta tjóðartingsval í øllum Vesturheiminum síðani yvirgangsatsóknirnar í USA og ta tortrúgv móti teimum fremmandu, sum síðani hevur verið. Danmark gjørdist fyrsta landið har politikarar skuldu til roynd í at standa fast við tollyndis-linjuna, sum teir hava hildið seg til higartil, hóast ávísan fólksligan mótvilja. Og teir flestu av teimum fremstu dumpaðu. Tað einasta sum í endaspurtinum fekk hjartað hjá einum humanisti at banka var tá Marianne Jelved úr Radikale Venstre ákærdi Anders Fogh Rasmussen fyri vantandi politisk leiðsluevni, tí hann í valstríðnum gjørdi sær dælt av eggjan til fremmandahatur frá sínum stuðulsflokki. Stóran altjóða áhuga hevur tað ikki, at ein sjálv útnevndur danskur islam-serfrøðingur hevur verið gestarøðari á landsfundi hjá einum føroysk- um flokki upp undir fólka- tingsvalið og hevur sagt ræðusøgur. Men tá eisini føroyskir politikarar soleiðis royna eggja til átrúnarligt stríð hevur tað týdning at eisini føroyingar í Danmark brúka rættin at velja. Eftir valstríðið TELDUBRÆVIÐ Frá: Flóvin Eidesgaard, Keypmannahavn, flovin@math.ku.dk Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Eydna Málbitin Tit leggja fólki skeivt svar í munnin, tá ið tit spyrja: ‘’Hvar ert tú frá?’’ Spyrjið heldur: ‘’Hvaðan ert tú?’’ - Tá er lættari hjá tí spurda at velja rætta fyriseting, t.d. úr Havn, frá Gjógv, av Sandi. At “taka hædd fyri” er nýinnslødd og óneyðug máliska; vit kundu í staðin sagt leggja upp fyri. Navnið Øssur bendist ikki ‘’Øss, Øssi, Øss”, men Øssur, Øssuri, Øssurs - t.d. ‘’eg sá Øssur”, “eg hjálpti Øssuri’’, ‘’Leivur Øssursson”. Soleiðis bendast eisini Gissur og Jaspur. Men Leivur bendist Leiv, Leivi, Leivs. Flótti er veikt bent kallkynsorð, ið merkir ‘flýggjan, tað at flýggja’. Tí eitur tað flóttafólk og ikki ‘’flóttarfólk’’, ið ofta er at síggja, t.d. á sjónvarps- skránni í bløðunum 8. november. Stórur stigbendist størri, størstur (skrivið ikki “stórstur”) . Bóndi eitur í flt. bøndur (ikki ‘’bóndur’’). ‘’At bóndast” er óivað stuttlig slangkend nýgerð, men hóskar ikki í øllum stíli. - Sama sigst um fundast. Úr Orðafari nr. 1, 1986 Kim Simonsen skrivar