fríggjadagur 16. oktober 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 198 · 16 oktober 2009
7
VIKUSKIFTI
1. Hvat er góður humor?
Tað er góður humor, at hava tað
stuttligt, saman við góðum vinfólki.
2. Er tað stuttligt "at liggja við Kaj"?
Hehe, ja, øgiliga stuttligt ...
3. Hvat/hvør fær teg at flenna?
Eg havi nógv góð vinfólk, sum eisini eru
ótrúliga stuttlig. Tað er eisini mangan stuttligt,
at búgva í Føroyum. Um eg hugsi um tað,
so er Føroyar eitt ótrúliga stuttligt land.
Øll kenna øll – øll multitaska. Til dømis er
Løgmaður onkuntíð Løgmaður, og onkuntíð
fótbóltsspælari. Og vit hava løgtingslimir
ella fólkatingslimir, sum eisini eru við í
kabarettini.. Altso tað er gott nokk stuttligt.
4. Hevur tú nakrantíði upplivað, at fólk
ikki hava flent, tá tey skuldu flenna?
Ja, tað havi eg mangan. Vit hava ikki altíð
eins humor, og grína ikki altíð eftir somu
tingunum. Eingin er líka, og eg haldi ikki
altíð tað sama er stuttligt, sum onnur
halda verða stuttligt. Men tá eg framføri,
royni eg onkursvegna at leggja upp til tær
stuttligu løturnar, soleiðis, at fólk vita nær
tey skulu flenna, og nær tað er stuttligt.
5. Tá tú velur at gera eitt show,
hvat vilt tú uppnáa?
Ehm, tað er kanska eitt sindur í tveimum. 1.
Eg havi ikki nakað ímóti, at eitt show hjá mær
verður væl dámt. 2. Eg vil eisini uppnáa, at
geva mær sjálvum eina avbjóðing, sum eg kann
læra av. Tað, at eg gjøgnumføri eitt show, er
eins týdningarmikið og at fólk dáma tað.
6. Er tað stuttligt at vera stuttligur?
Hahaha, hatta var ein keðiligur spurning,
og tað kanst tú gott sitera meg fyri. Ehm,
tað veit eg ikki. Eg kenni nógv fólk, sum eru
nógv stuttligari enn eg. Munurin er bara
tann, at eg framføri við tí. Eg haldi annars
ikki, at eg eri serstakliga stuttligur maður.
7. Hvat er títt besta ráð til
Kaj Leo Johannesen?
Altso, eg veit ikki, hvat eg kann ráða sjálvum
Løgmanni til. Men eg fari so í øllum førum
ikki, at biðja hann leggja frá sær ...
8. Hvør dreymur ella hvat ynski skal
realiserast í nærmastu framtíð?
Eg skal flyta inn í míni nýliga umvældu hús,
og tað skal verða áðrenn jól. Vit hava búð
í pappeskjum í tvey ár,og tað hevur verið
ótrúliga keðiligt og strævið, men nú verður
tað, at vit flyta. Tað gleði eg meg til.
9. Hvat hevur lívið lært teg?
Tja.. Ein kann undrast á, at lívið yvirhøvur
er til. Eftirsum tað nú einaferð er til, so má
man taka tað besta burturúr tí, og fáa so
nógv og stuttligt burturúr sum møguligt.
10. Hvat er títt motto?
Tú spyr handan spurningin, sum um
eg faktist havi eitt motto!?
11. Hvat er tað besta við at
fara upp um morgunin?
Sært tú, eg eri, undir vanligum umstøðum,
ein ógvuliga óorganiseraður persónur.. Eg
eri limur í B-samfund felagsskapinum, ið
er fyri fólk, sum ikki orka upp í morgunin.
Fái onkuntíð teldupost frá B-Samfundet,
men orki sjálvdan at lesa hann. So eg veit
faktist ikki, hvat er tað besta við at fara upp
um morgunin, tí eg eri ongantíð vakin tá..
12. Hvør er tín størsti veikleiki?
Tað er nakað tað sama. Eg eri ógvuliga
óstruktureraður. Ella man kann siga,
at eg mangli líka tað seinasta fakið í
organisatoriskari útbúgvingini, fyri at fáa tað
heila uppá pláss, so eg eri nokso rótutur.
13. Hvør er tín størsta styrki?
Eg haldi, at mín størsta styrki er, at eg tori
at stóla uppá mína egnu undirbevístheit,
ella mínar kenslur. Tað er ikki so býtt
at lurta eftir tí, sum tú følir, tað kann
jú verða, at tað ikki er so býtt.
14. Hvat hevði tú gjørt, um tú slapp
at vera ósjónligur í ein dag (og hví)?
Altso eg var ikki fyrireikaður uppá handan
spurningin, so eg veit ikki rættiliga hvat eg
hevði gjørt. Men eg hevði so í øllum førum
IKKI farið inn í skiftirúmið hjá gentunum í
svimjuhøllini ella gingið nakin og malt ...
15. Hvat er absolutt størsti brølarin,
sum tú nakrantíð hevur gjørt?
Eg kann gott angra, at eg einaferð var í
ball í Odense, tað var ein føroyingavetislu
tað kvøldið og hon var samstundis við, at
rústúrurin ha flokkinum hjá mær var. Eg
valdi heldur, at fara í føroyingaveitsluna, og
eg haldi, at tað gjørdi, at eg ongantíð bleiv
intigreraður í flokkinum. Og tað skal eisini
verða mítt ráð til onnur. Minnist til, at gera ein
innsats fyri at intigrera tykkum millum onnur
enn føroyingar, um tit flyta av landinum. Tað
er nokso typiskt fyri føroyingar, at vit halda
saman, og tí ikki læra aðra mentan at kenna.
16. Hvat er absolutt størsti brølarin,
sum nakrantíð er gjørdur í Føroyum?
Ja altso, nú veit eg ikki, um man kann siga, at
tað er størsti brølarin í Føroya søgu nakrantíð,
men eg haldi so, at Kringvarpið hevur gjørt
ein brølara, við ikki at satsa uppá at gera
føroyskar filmar og fiktiónssendingar. Vit
høvdu havt nógv at vísa á í dag, um Kringvarpið
hevði satsa uppá hetta frá byrjan tíð.
Jákup Veyhe
„Eg haldi ikki at eg eri
serstakliga stuttligur maður“
90 sEKund VIð
teKstUr: Barbara Holm
mynd: áLVUr HArALdSEn