Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 198 - 16. oktober 2009 > Íløgutiltak í Perluni mikukvøldið 21. oktober www.foroya.fo Høvuðstalari verður viðurkendi danski búskaparfrøðingurin, Arvid Stentoft Jakobsen, leiðandi greinari hjá LD Invest. Arvid Steintoft Jakobsen er serfrøðingur í heimsbúskapi og fer í sínum fyrilestri at viðgera støðuna í heimsbúskapinum og geva eitt boð uppá, hvussu langt kreppan er komin. Í sínum fyrilestrum grundgevur Arvid Stentoft Jakobsen við búskaparligum amboðum, men leggur samstundis dent á at greiða frá soleiðis, at bæði leik og lærd kunnu fylgja við. Umboð frá Føroya Banka fara eisini at greiða frá sambandinum millum búskapargongdina og parta bræva­ marknaðin, og hvussu hendan gongdin ávirkar føroyingar. Eftir framløgurnar verður lætt ábit, har høvi verður at skifta orð við framløgufólkini. Tiltakið er alment og verður mikukvøldið 21. oktober frá kl. 19.00–20.30 í nýggju Perluni. Ókeypis atgongd. Er heims- búskapurin komin á botn?