fríggjadagur 16. oktober 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 198 · 16 oktober 2009
8
VIKUSKIFTI
Samrøða
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
– Hví spyrt tú ikki Jóanes Nielsen um
tað sama?
Svarið kemur prompte, tá eg spyrji
hann á eini larmandi kafé í miðbýnum
í Havn, hví ólukkan hann hevur valt at
búgva í Føroyum, um hesar oyggjarnar
eru so forferdiliga konservativar, natio
nalistiskar og fundamentalistiskar, sum
hann vil vera við.
Boðskapurin í hansara aftursvari er
púra greiður. Jóanes Nielsen fær ikki ein
slíkan spurning, tí hann er føroyingur.
Men Ole Wich fær hendan spurningin,
tí hann er dani.
Tað er við øðrum orðum ein kvali
tativur munur á Ole Wich og Jóanes
Nielsen. Munurin er, at Ole Wich ikki
hoyrir til tað føroysku ættargreinina.
Útihýsandi tjóðskapur
Umstríddi danski listamaðurin við tí
hálvsíða hárinum er troyttur av at skula
verja sín rætt til samfelagsrevsandi
list, bert tí hann er dani. Hann metir,
at flestir føroyingar stara seg blindar
uppá, at maðurin er danskari. Tá hann
kritiserar føroyska samfelagið fyri
intoleransu, trongskygni og annað gott,
so verður spurningurin straks reistur,
hví hann ikki bara pillar av. Og hvat
hann í roynd og veru billar sær inn at
fortelja okkum føroyingum, hvussu vit
skulu innrætta okkara samfelag.
Besta dømið var í 2005, tá Bill
Justinussen í Miðflokkinum vildi hava
fútan at reisa ákæru ímóti hesum
útlend inginum fyri víðagitna homo
FObia merkið undir orrustuni um §
266b og tey samkyndu.
– Ole Wich gjørdi seg til dómara
yvir føroysku tjóðini og misnýtti
okkara fremsta tjóðareyðkenni á sera
ódám ligan hátt. Ole Wich er dani, og
júst tí kendi eg álopið sum eitt álop frá
tí verðsligu Danmørkini ímóti teimum
kristnu Føroyum, sigur Bill Justinussen
í dag.
Men homoFObia prosjektið var
bert eitt av mongum umstríddum
lista verkum ígjøgnum árini, sum hava
gjørt mannin illa lýddan í pørtum
av Før oyum. Í 1996 útgav Ole Wich
yrkinga savnið “Upphav” um tað at
vera danskari í Føroyum. Eitt lýriskt
verk, sum torpederaði tjóðskaparligar
minni luta kenslur, protektionistiska
nationalismu og óttan fyri tí, sum
kemur uttanífrá.
Fá góvu savninum gætur í Føroyum,
men gitni ummælarin Ulrik Høy á
donsku Weekendavísini gav savninum
imponerandi gott skoðsmál. Yvirskriftin
var sjálvandi “Helvitis danskari!”.
Og Ole Wich fekk status sum ein
whistleblower í Føroyum.
Undir § 266bstríðnum var tað
víðgongdur kristindómur, sum stóð
fyri skotum. Nú er persona non grata
aftur farin í holt við spurningin um
integratión og um samanstoytin millum
føroyskan tjóðskap og útlendska
ávirkan. Ole Wich skrivar í hesum
døgum eina bók um evnið, sum fyribils
ber heitið “Kunsten at blive en rigtig
færing”.
– Mítt mál er at víðka um tann
føroyska veruleikan á øllum økjum. At
rúmka um føroyskan tjóðarsamleika,
sum er trongskygdur og læstur fastur
í gomlum hugmyndum um, hvat tann
nationali felagsskapurin skal grundast
á, sigur síðhærdi listamaðurin, tá eg
nakrar dagar eftir samtaluna í býnum
siti í køkinum hjá honum á Grønlands
vegnum í Havn.
Eitt trongligt og óruddiligt heim
í einum gulum dupulthúsum, sum
neyvan hevði komið ígjøgnum nálar
eygað á Kvinnu ella Rákinum í Sosial
inum, tá nýggjastu møblasniðini skulu
vísast fram í snollaðum stovum ella
poleraðum køkum.
Hansara komandi bók er ein upp
gerð við ta sonevndu national sjauv
i nis m una og eitt boð uppá, hvussu
integratiónin kann betrast. Við national
sjauvinismuni sipar Ole Wich til eina
útihýsandi tjóðskaparhugsjón, sum
byggir á nationalromantiskar identitets
konstruktiónir, og sum stimbrar eina
mentanarliga og andaliga avbyrging frá
umheiminum.
Kynstrið at
gerast ein
rættur
føroyingur
Føroyska samFelagið má gerast rúmligari, um Føroyar skulu hava
nakran møguleika at kappast við onnur samFeløg. tað metir Ole WicH,
listamaður, sum skrivar eina nýggja bók um trongskygdan tjóðskap og um
at gera upp við hugsjónir, sum eru útihýsandi heldur enn innbjóðandi
Tann ekskluderandi
nationalisman er ein avger
andi forðing fyri at modernisera
tað føroyska samfelagið