fríggjadagur 16. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 198 · 16 oktober 2009
14
VIKUSKIFTI
Til arbeiðis
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Á veg inn í kaffistovuna síggja vit gamlar
lutir. Men komnir inn í kaffistovuna, er
hon sum flestar aðrar.
Vit eru til arbeiðis við Regini Debess,
sum er savnslærari á fornminnis
savninum í Hoyvík, og beint nú er ein
lítil fundur, har hann og hjálparfólkini
fyrireika dagin inni á savninum, sum
í løtuni er eitt sindur serligur. Tí tað
er nevniliga savnsfagnaður, og roknast
kann við, at eini 200 børn vitja savnið
hendan hósdagin 15. oktobur.
Av útbúgving er 57 ára gamli Regin
Debess fólkaskúlalærari og hann sýnist
vera í essinum, nú klokkan nærkast
ellivu, og ein rúgva av børnum koma
at vitja savnið.
– Grava. Dugir tú at píska róma?
Ein ljóshærdur drongur um átta ára
aldur lesur stóra skeltið við inngongd
ina. Hann er á savnsfagnaði við ommu
síni.
Men vit vitja ikki bara savnið. Vit
vitja Regin Debess. Sum nú tosar við
ein mann um viðlíkahald av nøkrum
fornlutum.
Áhugin liggur í framtíðini
Men hvat er so spennandi við at arbeiða
á fornminnissavninum, har tað einasta
nýggja, sum hendir, er tá okkurt er
blivið gamalt og verður ein nýggjur
gamal lutur á savninum.
– Tað er altíð samanhangurin. Við
fortíðini síggja vit framgongd og fram
tíð, og tí kunnu vit siga, at áhugi fyri
framtíðini gevur áhuga fyri fortíðini,
heldur Regin Debess uppá.
Hann byggir hetta út við at greiða
frá, at tað er ein spurningur um at kenna
aftur. Og ein orsøk til, at føroyingar fáa
so nógv burturúr fornminnum, er at vit
kenna so nógv aftur.
Men hvørjum fær Regin Debess
mest burturúr?
– Eg virðismeti alt á savninum. Alt
hevur eina søgu. Tað er skjótt at hugsa,
at Kirkjubøstólarnir eru tað størsta, ella
eru teir tað? Bátarnir fylla meira, og
soleiðis kunnu vit blíva við.
– Neytakonurnar, handverkararnir
og húkarnir hava sanniliga eisini nakað
at siga, greiðir Regin Debess frá, nú vit
aftur síggja dreingin, sum hevur sand
millum fingrarnar.
– Mann kann siga tað gongur væl.
Hann hevur grivið í einum sand
kassa, og hevur funnið eina rúgvu av
lutum, sum er ein partur av savns fagn
aðinum.
Violin hjá Nólsoyar Páll
Millum lutirnar í eini montru eitt vet
longur burtur hanga tvær violinir, sum
sambært Regini Debess veruliga lýsa,
hvussu fjølbroyttur hvør einasti lutur
á savninum er.
– Hesar átti Nólsoyar Páll. Og tá
eg greiði frá teimum, kann eg velja so
øgiliga nógvar ymiskar søgur. Eg kundi
millum annað greitt frá violinum,
tónleiki, Nólsoyar Pálli, upplýsingartíð
og Napoleums kríggi, og soleiðis er við
flestu lutunum. Spurningurin er bara,
hvør móttakarin er.
Fyrr nevndi pilturin kemur tramp
andi framvið. Omman deilir eitt vet
um ikki at trampa, men savnslærarin
er fangaður av at greiða frá og letst ikki
um vón.
– Men størsta avbjóðingin í starv
inum sum formidlari á savninum er at
kenna sína fjøld. Tað eg fortelji út frá
einum luti, má altíð greiðast frá eftir
teimum, sum lurta. Eru tað børn, so má
mann vera øgiliga konkretur og helst
fortelja okkurt við nógvum hendingum.
Eru tað hinvegin eldri fólk og lærd fólk,
so kann mann brúka meira humor, tosa
meira um teori og seta ting í samband
við mentan og tíð. Og fyri ikki at tala
um, tá tað eru útlendingar úr fjarum
londum, sum ikki vita hvat víkingar
eru fyri nakað, greiðir savnslærarin
frá, sum eisini hevur nógvar aðrar
uppgávur.
Teknikkur hjálpir
Vit standa við fleiri ovnar, sum eru
settir, so vit síggja menningina í tøkni.
Torv og hitapumpur. Í sama rúmi, frá
tí elsta til tað yngsta.
– Vit kanna regluliga, hvat rørist í
fakinum. Bara viðvíkjandi tí tekniska
hendir so øgiliga nógv, so har fylgja
vit við, hvussu vit betri kunnu verja
lutirnar og fáa teir at síggja betri út.
Tað hevur í veruleikanum nógv meira
at siga, enn hvat fólk halda.
Pilturin stendur nú við eina modern
aða rógvimaskinu niðri við gomlu
árabátarnar og greiðir øðrum børnum
frá. Beint við – ímillum ein gamlan
hestavogn og ein minni gamlan bil –
er Regin Debess, savnslærari á Forn
minnis savninum. Men nú eru boð eftir
honum. Blýantar skulu spískast til
børnini, sum loysa uppgávur í samband
við savnsfagnaðin, og Regin sleppir sær
til verka.
Bilar, húkar, hestavognar, violinir, REgin DEbEss, kirkjuBøstólar og rúnasteinar.
hetta eru nakrir av lutunum, ið eru at finna á føroya fornminnissavnið í hoyvík,
har vit hava fylgt regini DeBess, savnslærara, ein helDur serligan arBeiðsDag.
– áhugi fyri framtíðini gevur áhuga fyri fortíðini, helDur regin DeBess uppá
MilluM gamalT gaMalt
og nýtt gaMalt
Arbeiðspláss: Føroya Fornminnissavn
Starv: Savnslærari
Besta við starvinum: At sleppa
at fortelja søgur
Ringasta við starvinum: At gera
pappírsarbeiði, sum greiðir frá, hvat
mann veruliga hevur gjørt
Størsti dreymur við starvi: At fáa eitt verulig
tjóðsavn og gera formelt samstarv við
fólkaskúlan
Størsta frambrot: Í 2002, tá millum annað
Kirkjubøstólarnir komu aftur úr Danmark
Starvstíð: 8 ár á Fornminnissavninum
Lívsstarv: Ivasamt
Starvsfólk: 15 til samans á Føroya
Fornminnissavnið, men 10 onnur hjálpa til
við Savnsfagnaðinum
Sett á stovn: 1952
Staður: Brekkutún 6 í Hoyvík
Stjóri: Andrass Mortensen
Regin Debess hevur seinastu átta árini
starvast millum ordiliga gomlu og sindur
gomlu lutirnar á Føroya Fornminnissavnið
fakta regin debess
mynD: HilMar Jan Hansen/einslistir
Eg virðismeti alt á savninum.
Alt hevur eina søgu. Tað er
skjótt at hugsa, at Kirkjubøstólarnir
eru tað størsta, ella eru teir tað?
Bátarnir fylla meira, og soleiðis
kunnu vit blíva við
til arbeIðIs