fríggjadagur 16. oktober 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 198 - 16. oktober 2009
Tjóðveldi vil, at komm
unurnar nú verða skip
aðar í færri og sterkari
eindir, og at nýggja álitið
ikki gerst lokað sam
gongumál og kastibløka.
Okkara fremstu ýti eru:
At ábyrgdir og uppgávur
eru greiðar. At frælsið hjá
kommununum at virka
og mennast er veruligt.
Og at ein nýskipan ikki
undirgrevur ta samhalds
føstu og stigvaksandi
skattaskipanina – sum nú
verður skotið upp
Nýggja kommunuálitið
varð lagt fram fríggjadagin
9. oktober. Og mánadagin
12. oktober hevði aðal
stjórn Tjóðveldisins fund
við kommunalpolitikarar
floksins úr øllum landinum
um álitið og víðari gongd
ina. Nógv sjónarmið vórðu
førd fram, og flokkurin fer
at hava fleiri fundir saman
við kommunalpolitikarum,
serfrøðingum og floks
limum um málið.
Ongar endaligar niður
støður vórðu gjørdar um
smálutirnar í álitinum.
Men uppskotið til komm
unala umskipan varð við
gjørt í mun til hugsjón,
stevnu og stevnumið
Tjóðveldis.
Út frá hesum, eru fyribils
niðurstøðurnar, sjónarmið
ini og ýtini hjá Tjóðveldi
hesi:
Kommunalu eindirnar
og frælsi:
Málið er, at landið sjálv
sagt skal hava ein sterkan
høvuðsstað, men at hini
økini í landinum skulu
kunna mennast við rímiliga
javnbjóðis møguleikum og
styrki. Til tess at røkka
hesum máli tykist skila
betri at miða eftir 57
kommunum heldur enn 79
(og harvið minka um vand
an fyri gjógv ímillum A og
B kommunur). Kommunur
nar skulu hava styrki til
veruliga at bjóða fjølbroytt
mentanar og trivnaðar
tilboð, at draga lært fólk,
vinnu og íløgur til sín, og
at seta sær høg umhvørvis
og orkumál. Rætt er at
áseta kommunueindirnar
við lóg, men kommunurnar
eiga at verða hoyrdar og
fáa høvi at velja og finna
saman innan ávísa freist.
Uppgávubýti og at leggja
út málsøkir:
Tjóðveldi er samt við
nevndini um, at fólkaskúlin
og eldraøkið eru tey stóru
málsøki, ið kunnu umsitast
í nýggju kommunalu
eindunum. Men eldraøkið
eigur at verða fyrsta økið,
ið verður lagt út. Har hava
kommunurnar longu ávísar
innihaldsligar og fyrisiting
arligar royndir við eldra
sambýlum og dagsstovnum
– og har er uppskot um
rammulóg gjørt fyri árum
síðani. Eisini er økisskipað
infrakervi og økisleiðsla í
heimarøktini. Fólkaskúla
økið krevur hinvegin stórar
prinsippiellar avgerðir um
minstukrøv og pedagogiskt
frælsi hjá kommununum
og skúlunum. At rættindini,
tænastan og tilboðini til
borgararnar bøtast og verða
kjølfest hjá kommunum
við eldraøkinum fyrst,
kann bert gagna loysn á
ivaspurningum í sambandi
við fólkaskúlan.
Skattabýti, blokkur,
samhaldsfesti og ábyrgd:
Veikasti parturin í nýggja
kommunala álitinum, er
tann fíggjarligi parturin.
Tað er harmiligt, tí á hes
um hvílir alt hitt – bæði
veruligi møguleikin at
fremja umskipan og broyt
ingar, men eisini møguleik
in fyri einum alneyðugum
greiðum ábyrgdarbýti
millum land og kommunur.
Nevndin hevur verið
skerd í arbeiðssetninginum
frá landsstýrinum, tí har er
hon bundin til ikki at
viðgera eina nýggja skatta
skipan fyri kommunurnar.
Kommunuskatturin er jú í
dag ”flatur” t.e. at øll
gjalda sama lutfall av inn
tøku – meðan landsskattur
in er stigvaksandi (pro
gressivur), har breiðastu
herðarnar gjalda lutfalsliga
meira, tess meira vit tjena.
Fólkaflokkurin hevur so
kravt, at ongin broyting
skal verða. Hvussu javnað
arflokkurin hevur góðtikið
tað, er ófatiligt. Ístaðin
hevur javnaðarflokkurin
nevnt ”blokkstuðul” frá
landi til kommunur.
Trupulleikin er:
At verður skattaskipanin
ikki broytt, so kommunu
skatturin eisini kann krevj
ast inn stigvaksandi, og vit
kortini leggja stór sam
felagsøki út til kommunur
nar, so verður samhalds
fasta fíggingin av vælferð
arsamfelagnum undirgrivin
og tey, ið hava minst koma
at gjalda uppaftur meira.
At verður ”blokkstuðul”
latin frá landi til kommun
ur, so er øll greið ábyrgd
farin beinanvegin og eisini
frælsið hjá kommununum.
Tá skal samráðast um
blokkupphædd við jøvnum
millumbili. Sum royndirnar
úr øðrum londum prógva
(og viðurskiftini hjá einum
ávísum oyggjalandi) – so
vilja kommunurnar geva
vantandi blokkstuðli skyld
ina, um tær ikki megna at
røkja sínar uppgávur.
Meðan landið vil geva
kommunum skyldina fyri
ikki at duga at húsast nóg
væl við pengunum. Ein
ævig ábyrgdarblaking.
Tjóðveldi mælir til at
kommunuskattaskipanin
verður samhaldsføst
Kommunala umskipanar
nevndin er eisini greið um
vansarnar í arbeiðssetningi
num og mælir frá ”blokk
stuðli”. Ístaðin ger hon
eina neyðsemju, um bara at
flyta niðasta landsskatta
stigan yvir til kommunur
nar, og roknar út nakrar
”afturberingar” frá landi til
kommunur fyri ymsar
frádráttir í landsskattinum.
Men hetta bøtir ikki
nakran sosialan ójavna. Og
hóast ein upphædd í fyrsta
umfari kann útvegast til
eldraøkið og fólkaskúla við
bert at flyta niðasta stig í
landsskattinum til komm
unur, so fer fíggingin til
hesi øki skjótt at raka sítt
loft, um økini skulu menn
ast og útbyggjast. Og tá er
bert flatur skattur í komm
unum til at fíggja menning
ina. Hetta kann gerast ein
tann størsta sosiala skeik
lingin í nýggjari tíð.
Tí mælir Tjóðveldi staði
liga til, at skattaskipanin
verður broytt, soleiðis, at
kommunuskattur eisini
verður ásettur stigvaksandi
(progressivt). Og at hetta
verður fíggingargrundar
lagið til nýggju økini hjá
kommununum.
Tjóðveldi mælir staðiliga
frá blokkstuðli til
kommunurnar.
Og Tjóðveldi mælir
somuleiðis frá eini stórari
”afturbering” til kommun
urnar fyri frádráttir í lands
skattinum. Tað fer at læsa
frádráttir fastar og elva til
eina sera stirvna skipan. Tí
um landið ynskir at broyta
eina frádráttarskipan í
landsskattinum, skulu
kommunurnar so missa
pening at fíggja grund
leggjandi vælferðartæn
astur og fólkaskúla?
Greitt skattabýti í eini
stigvaksandi skipan er
besta og greiðasta loysnin.
Saklig útjavningarskipan
Nevndin tekur ikki bein
leiðis støðu til eina útjavn
ingarskipan millum komm
unurnar, men vísir á ymsar
útjavningarlyklar – bygdir á
inntøkugrundarlag og út
reiðslutørv til ávísu økini.
Tjóðveldi vil eina
útjavningarskipan, ið ikki
er bygd á at løna ábyrgdar
loysi ella at revsa virkis
hug. Men sum byggir á tey
sakligu atlitini, sum nevnd
eru í kommunuálitinum og
frágreiðing frá Búskapar
ráðnum. Nevniliga, at
kommunurnar hava ymsa
fólkasamanseting og hava
tildømis eitt ávíst tal av
børnum, ið skulu hava
dagsstovna og skúlatilboð.
Aðrar hava eitt nú stórt tal
av eldri við rætti til ávís
tilboð. Hetta er á útreiðslu
síðuni.
Á inntøkusíðuni verður
hugt at, hvussu inntøku
meðalið er í kommununi.
Og millum hesi sakligu
atlitini verður settur ein
javningarlykil.
Sambært teimum døm
um, ið verða nevnd í álitin
um, er ikki eyðugt at tosa
um nakra ”revsing” av
høvuðsstaðnum ella nakra
gávu til kommunur, ið
hava verið ábyrgdarleysar.
Í mun til støðuna í dag,
har eldraøkið og fólkaskúli
eru landsfíggjað – sam
haldsfast – má sjálvandi
eisini haldast fast um eitt
ávíst samhaldsfesti í fígg
ingini, tá hesi mál verða
løgd til kommunurnar.
Skýmaskot og tíðar
freistir fyrst og fremst
hjá landsmyndugleikum
Í sambandi við uppskotnu
tíðarfreistirnar um at leggja
kommunur saman við lóg
og at hava nýtt kommunu
val, tykist kikarin venda
rættiliga øvut.
Tjóðveldi tekur undir við
hvøssum tíðarfreistum,
men tær mugu fyrst og
fremst verða settar lands
stýri og løgtingi, sum skulu
fyrireika bæði rammulógir,
skattaskipanarbroytingar
og geva bæði kommunum
og vanliga borgaranum
høvi at taka støður og
verða hoyrd.
Tjóðveldi fer staðiliga at
heita á landsstýris
samgonguna um ikki aftur
at viðgera slíkt stórmál
sum ”samgongumál” í
skýmaskotum. Hetta er
sjálvsagt mál fyri allar
flokkar og allar føroyingar.
Vil hervið heita á lands
stýrið um beinanvegin at
leggja nýggja álitið til
aðalorðaskiftis í tinginum
saman við einum uppskoti
til samtyktar um tíðarætl
an. Annars at lata flokkar
viðgera málið frítt og
uttanfyri allar samgongu
blokkeringar – og at skipa
almennar hoyringar um
málið kring landið.
Kommunanna ábyrgd, frælsi og samhaldsfesti
Høgni Hoydal
Fyri aðru ferð í ár vil
Mentamálaráðið skerja
lestrarstuðulin. Í mars í ár
vóru vit vitni til fleiri
skerjingar, sum serliga
raktu lesandi í Føroyum.
Nú hevur Mentamálaráðið
aftur gjørt uppskot til
løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um lestrar
stuðul. Ætlaðu skerjing
arnar í hesum uppskoti fara
ikki bara at merkjast hjá
teimum, sum lesa í
Føroyum, men í stóran
mun tey, sum leita sær út
um Norðurlond at nema
sær útbúgving.
Vit mótmæla, at ÚSUN
stuðulin skal skerjast frá
120.000 kr. árliga niður í
80.000 kr. Ein lækking av
ÚSUN hevði havt við sær
stóra ávirkan á fakliga
tilfeingið í Føroyum, tí
færri føroyingar fara at
leita sær út um Norðurlond
at útbúgva seg, og fakliga
fjølbroytni fer at minka.
Hetta er ein beinleiðis
andsøgn mótvegis nútíðar
samfelags og politisku
eggjanini um, at ung í
Føroyum skulu fara í onnur
lond og venda heim aftur
við nýggjari vitan og
fjølbroyttum royndum.
Vit mótmæla, at tey, sum
longu fáa ÚSUN missa
stuðulin. Fylgirnar kunnu
verða, at lesandi ikki hava
møguleika at gjøgnumføra
byrjaða útbúgving, tí fíggj
arligu fortreytirnar verða
broyttar so nógv, at tað ikki
longur fer at bera til hjá
teimum at halda fram.
Vit mótmæla, tí færri
helst fara at taka eina
master útbúgving. Sum
dømi kann nevnast, at
lesandi í Skotlandi fáa
pening frá SAAS í fýra ár.
Ynskja tey síðani at taka
eina master útbúgving,
sum í flestu førum tekur
eitt til tvey ár, hava tey
stóran tørv á núverandi
ÚSUNstuðulinum. Flestu
útbúgvingarnar kosta væl
omanfyri 80.000 krónur.
Vit mótmæla, at ÚS ikki
verður prístalsjavnaður
aftur komandi lestrarár. Vit
vóru vitni til somu skerjing
fyrr í ár, har vit somuleiðis
mótmæltu við teimum
grundgevingum, at hetta
lættliga kundi gerast ein
endurtøka, sum vit síggja
úrslitið av í hesum uppskot
inum. Lesandi í Føroyum
verða við ætlaðu skerjing
sett í eina tronga støðu, tí
livikostnaðurin í samfelag
num stendur ikki í stað.
Tað verða áhaldandi
gjørdar samanlíkningar
millum føroyskan lestrar
stuðul og tilsvarandi stuðul
í hinum Norðurlondum.
Hetta er ikki rímiligt.
Londini, samanborðið
verður við, hava eitt sera
gott og breitt útbúgvingar
tilboð, sum ikki kann
samanberast við útbúgving
artilboðið í Føroyum. Tá
møguleikarnir eru so
avmarkaðir í Føroyum, er
tað av alstórum týdningi at
veita so góðar stuðuls
møguleikar sum gjørligt,
so at føroyska samfelagið
fær væl útbúgvið fólk
innan øll øki. Umframt at
hava so nógvar útbúgving
armøguleikar sum til ber
her heima. Samanbering
arnar taka ikki hædd fyri
kostnaðarstøði og møgu
leikum hjá lesandi annars.
Um endamálið er, at allir
føroyingar skulu fara uttan
lands at lesa, men tó ikki
út um Norðurlond, er fínt
at skerja stuðulin. Vilja vit
hin vegin, at føroyingar
skulu støðast í Føroyum og
fáa sær útbúgving her, fara
uttanlands í eitt tíðarskeið
fyri at økja um vitan og
fjølbroytni í hesum landi
skal raðfestast øðrvísi.
Meginfelag Føroyskra
Studenta og ráð teirra
lesandi á øllum deildunum
á Fróðskaparsetri Føroya
og á Vinnuháskúlanum
hava í viðmerkingum til
MMR mótmælt ætlaðu
skerjingarnar. Skerjingar
nar eru ikki í tráð við
útsagnirnar, sum koma frá
løgtingsins røðarapalli og
landsins hægstu myndug
leikum, sum siga seg
raðfesta útbúgving og
gransking fyri at Føroyar
skulu gerast eitt fram
komið vitanarsamfelag.
Meginfelag Føroyska
Studenta og ráð teirra
lesandi á Føroya
Sjúkrarøktarfrøðiskúla
Føroya Læraraskúla,
Søgu og Samfelags
deildini
Føroyamálsdeildini
Náttúruvísindadeildini og
Vinnuháskúlanum
Tórshavn 15. oktober 2009
Mótmælisskriv frá lesandi
viðmerkingar