fríggjadagur 16. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 198 · 16 oktober 2009
13
VIKUSKIFTI
nnI
Útgevari
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Útgevarin av bókini hjá Peter Lundin
hevur fingið nógvan kritikk í Danmark,
men hann tvíheldur um, at talan er um
eina áhugaverda søgu, sum fólk hava
rætt til at kenna.
Fleiri av stóru forløgunum vildu
ikki geva bókina út, men Forlagið
Turbulenz hjá Jonas Ankersen átók sær
uppgávuna, og roknað verður við, at
bókin verður ein bestseljari í Danmark
nú undan jólum.
Jonas Ankersen er eigari Turbulenz,
og hann rekur sjálvur forlagið.
Hví hava tit givið bókina
hjá Peter Lundin út?
— Endamálið við hesari bókini er at
geva fólki eitt innlit í, hvussu Peter
Lundin hugsar, og hvussu hann er
blivin tann, sum hann er í dag. Tað
rokni eg við, at sera nógv fólk eru
áhugað í at vita. Hetta er ikki ein bók,
sum glorifiserar Peter Lundin á nakran
hátt, men hon vísir okkum júst, hvussu
hann er.
Hvørjar tankar gjørdi tú tær,
tá ið tú fekst møguleikan
at geva hesa bókina út?
— Eg setti mær sama spurning, sum
nógv onnur fólk hava sett: Skal ein
drápsmaður hava talutíð? Vit hava
sum forlag ikki givið hesa bókina út
vegna Peter Lundin. Tað hevur ikki
verið upp á tal, at hann skuldi sleppa
at góðkenna handritið. Ein journalistur
hevur interviewað Peter Lundin í meira
enn hundrað tímar, og síðani hevur
hon skrivað bókina út frá hesum
samrøðum.
Hvussu er fíggjarliga
samstarvið millum títt forlag
og Peter Lundin í sambandi
við hesa útgávuna?
— Peter Lundin hevur fingið eina
súmbolska upphædd fyri at verða við
í bókini, men hann eigur ongan lut í
søluni av bókini. Tað vil siga, at Peter
Lundin fær ikki minni ella meira av
pengum, um vit selja eina ella túsund
bøkur. Fólk, sum keypa bókina, skulu
ikki kenna tað, sum at tey stuðla einum
drápsmanni, og tí fær hann ongar
pengar fyri søluna. Og harafturat hevur
tað verið týdningarmikið fyri okkum,
at Peter Lundin ikki gjørdi hetta orsaka
av pengum.
Men heldur tú, at hendan
bókin er neyðug?
— Ja, tað haldi eg, tí tað er sera trupult
hjá vanligum menniskjum at skilja,
hvat gongur fyri seg í høvdinum á
einum drápsmanni sum Peter Lundin.
Tá vit hoyra um eitt dráp, hugsa vit
ofta, hvat í allari víðu verð fær eitt
menniskja til at gera av við eitt annað
menniskja, og hendan bókin gevur eitt
sindur av innliti í tað. Bókin setur eisini
sjóneykuna á, hví so nógvar kvinnur
eru drignar av Peter Lundin, hóast
hansara fortíð og brotsgerðir.
Men heilt erligt, skal ein
drápsmaður kunna geva eina
bók av hesum slagnum út?
— Ja, tað haldi eg. Tað er ein spurningur
um tælufrælsi. Í Danmark eru vit errin
av talufrælsinum og reypa okkum av
tí, og tað er í grundini heldur eingin
trupulleiki, um tað eru sympatisk fólk,
sum úttala seg. Hendan bókin er ein
avbjóðing til talufrælsið, og um tað eru
nógv fólk, sum hava ilt av útgávuni,
so skuldu vit kanska umhugsa, um
talufrælsið veruliga kann verða ein
eyðkenni fyri okkara samfelag.
Er hendan bókin um Peter
Lundin ikki bara góð
forrætning hjá tykkum?
— Vit hava eina forrætning, sum so
nógv onnur, men endamálið við hesari
útgávuni er fyrst og fremst at formidla
eina áhugaverda søgu, sum kann geva
okkum innlit í, hvussu ein drápsmaður
hugsar.
Avbjóðing
til talufrælsið
Ein donsk kvinna kann oyðileggja nógv,
tá hon letur munnin upp.
Peter Lundin
Eg haldi ikki, at tveir menn kunnu vera vinir. Mær hevur
ongantíð dámt tað. At seta seg at hyggja eftir fótbólti
við einari øl og hugna, soleiðis sum mann gera í Danmark,
havi eg ongantíð skilt. Mær dámar ikki at vera í selskapi við
aðrar menn.
Peter Lundin
- Bókin er ein avBjóðing til
talufrælsið, og um tað eru nógv
fólk, sum hava ilt av útgávuni, so
skuldu vit kanska umhugsa, um
talufrælsið veruliga kann verða ein
eyðkenni fyri okkara samfelag, sigur
útgevarin av Bókini hjá PEtEr Lundin
mynd: polfoto
Mynd frá TV2 av tí tá morð
misstonkta Peter Lundin