fríggjadagur 16. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 16. oktober 2009
13
N
akrar vikur eru farnar
aftur um bak, síðani
ambitiøsa og hjarta
nemandi tiltakið, Peace One
Day, var hildið kring heimin.
Stigtakarin handan tiltakið,
filmsframleiðarin úr Holly
wood, Jeremy Gilley, arbeiðs
maðurin úr størsta svínastáti
num og býnum í Amerika,
Hollywood, fekk genialu
visiónina um, at heimurin
skuldi uppliva frið og vápna
hvíld ein dag um árið. Hug
vekjandi. Men hugsveimandi
visiónin er nú ikki hin fyrsta av
slagnum. “Make Love, Not
War” átakið hjá John Lennon
og hinum blómubørnunum síðst
í seksti árunum var eins ambiti
øs og henda. Ella tonna hægri.
Blómubørn
Blómubørnini, ella hippies,
sum amerikumenn kallaðu hetta
ættarlið av ungdómi, vóru
náðileys, tá ið tað snúði seg um
samfelagsspurningar. Tey vóru
troytt av, at foreldrini skuldu
vera so konservativ og aftur
haldandi, at landið var í støðug
um kríggi við reyðu marxistar
nar úr Russlandi, at amerikan
ski ungdómurin var oyðilagdur
fleiri túsund kilometrar frá
Frælsisgudinnuni í vátligu og
vandamiklu skógunum í Viet
nam. Móð av sjúkligu og svak
ligu hermonnunum, sum liðu
undir sjúkuni post traumatic
stress disorder, tey ilskaðust
inná túsund ára gomlu siðvenj
una, har kvinnur skuldu kúgast
og virðast sum djór. Men gomlu
og konservativu menninir í
Hvítu húsunum gloymdu
vísindaligu og menniskjaligu
eginleikarnar, har every action
has a reaction. Frustratiónirnar
flutu yvir í San Francisco, har
ungdómurin hevði fingið nokk
av politisku arrogansuni.
Konubrot
Ungdómurin setti eina sam
felagsliga og síðan globala
kollvelting í gongd. Maskulinu
menninir fingu sítt hár, jesus
skegg, trompetbuksur, litfagrar
skjúrtur og hárband. Kvinnur
nar skraddu seg úr spenni
troyggjunum, sum menn høvdu
hildið teimum í í túsindavís av
árum. Tær stríddust og vunnu
rættindir fyri sínar systrar og
eftirkomarar. BHarar vóru
“gloymdir” heima, meðan siga
rettir og sprutt gjørdist okey í
samfelagshøpinum. Øsingin og
illfýsnið komu frá teim gomlu,
meðan meirilutin av samfelagn
um tók undir við hesum
atburði. Tískil var tað í lagi.
Flóðalda
Henda flóðalda rak eisini eyst
ureftir, har lítla oyggjasamfelag
ið Føroyar bleiv vitni til eina
samfelags og hugburðstsun
ami. Umframt kollvelta klædna
siðin og frísinnaða hugburðin
setti kollveltingin eina politiska
aldu í gongd. Hippiarnir, ið
gingu á studentaskúlanum,
mótmæltu at tosa danskt til
próvtøkurnar. Tey enntá hóttu
við at skriva føroyskt til próv
tøkurnar, sjálvt um sensor var
dani. Politikararnir og kon
servativu gubbarnir vóru í øðini
inná provokerandi og mentanar
leysa ungdómin, sum var ávirk
aður av ókristiligum og háðandi
amerikanskum tónleiki. Um
hesin óvirðiligi ungdómur ikki
aktaði hægstu myndugleikarnar
og gjørdu í móti teirra orðum,
fingu tey ikki so mikið sum eitt
blankt pappír í hondina. Jú, hart
var sett í móti hørðum.
Avleiðingar
Avleiðingarnar av føroysku
blómubørnunum síggja tit í
dag. Men tað hevði eisini sín
prís. Fleiri studentar av árgangi
num 74 og 75 fingu einki
prógv, tí tey vóru trúføst móti
sínum orðum. Fyri summi var
tað bert leysorð, onnur vóru
kanska gløggari enn so, at tey
vildu ikki ofra sítt students
prógv á síðsta skúladegi aftaná
trý strævin ár. Og fyri onnur
spældi kanska ein hægri makt
inn, eins og Jóannes Nielsen
lýsir í bókini Glansbílætsaml
ararnir. Sama ger, tá alt kom til
stykki, fingu ørvitisknokkarnir,
ella hippiarnir, ið vóru trúfastir
móti sínum politisku hugsjón
um, eisini prógv!
Men tað var tá.
Ungdómurin
Ungdómurin í dag hevur ikki
verið úti fyri slíkari kúgan ella
vanvirðing. Føroyskt liggur væl
og virðiliga í okkara skúlaskip
an. Kvinnurnar verða ikki long
ur tjóðraðar fastar. Nei. Tær
hava bæði kvinnuhús, kvinnu
kvøld, mammudag, ommudag,
Sex and The City kvøld, sítt
egna blað osfr. Tær verða held
ur ikki fordømdar, um tær
verða sæddar á Hotel Føroyum,
aftaná sexologurin Joan Ørting
hevur havt ein fyrilestur um
ting, sum ikki tola dagsljós.
Nei, tað eru tekin um eina
modernaða kvinnu, sum torir at
standa inni fyri sínum. Og tað
er eisini deiligt at síggja.
Haraftrat hevur orðið vælvera
fest seg í tilvitanina hjá kvinn
um, so at kvinnan skal ikki
bara standa heima í køkinum og
gera mat til ovurtjúkka mannin.
Niks, hon skal út millum aðrar
damur, syrgja fyri at likam og
plagg er uptodate. Blómu
børnini sáddu hetta hugburðs
fræ, sum nú spírar sum ein
onnur blóma. Men eins og við
rósuni, so hevur blóman tornir.
Symbol
Klædnastílar koma og fara eins
og vetur og summar. Hvør
sesong hevur síni sermerktu
klæðir, sum symbolisera eitt
ella annað. Seinasta sesongin
og inn í komandi sesong hava
verið back to the happy sixties,
serliga hjá kvinnum, har hippi
bond, stivlar, síðar skjúrtur,
peace tshirts osfr. hava verið
modernað.
Tornirnar í hesum saman
hangi er ikki trot á á virðing
ella “ónærisligur” hugburður.
Tvørturímóti. Tað er meira tað,
at ungdómurin, ið prýðkar seg
við hesum lutum, vísir ikki so
nógvan áhuga fyri samfelags
broytingunum, sum er í fylgi
við politisku avgerðunum. Fyri
ungdómin er hetta ein prýðis
lutur, ið vísir, at viðkomandi er
modernaður og fylgir við trend
inum. Ikki at hann er politiskt
engageraður ella ágrýtin.
Tíðin
Men tíðin er komin, har ung
dómurin kveikir lív í symbolini.
Ikki tí at okkara móðurland er í
nøkrum vanda ella at politiska
skipanin skal kollveltast, men
heldur tað, at vit ungdómur
savnast um symbolið, sum vísir,
at vit eru til. Við symbolinum
kunna vit vísa ovastu myndug
leikunum, at vit ungdómur
standa saman um nøkur mál. At
vit ungdómur, sama hvaðani í
Føroyum ella heiminum vit eru,
standa saman um endurreising
ina av Fróðskaparsetrinum,
forða fyri, at næmingar koma út
fyri somu lagnu sum tey, ið ikki
fingu sínu prógv góðkend. At
vit ungdómur góðtaka ikki
skerjanina av ÚSUN. At vit
ungdómur svara aftur til avgerð
ir, sum ávirka dagin í morgin.
Politikararnir fáa betri innlit,
um vit geva ljóð frá okkum.
Men tað ber bert til at kveikja
lív í symbolini, um vit ung
dómur standa saman.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
»My Generation«
– what generation?
Tíðargreinin
tíðargreinin
Hanus Samró