fríggjadagur 16. oktober 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 198 · 16 oktober 2009
12
VIKUSKIFTI
Peter Lundin
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í grundini var ætlanin at brúka hetta
plássið til at endurgeva nakað av tí,
sum drápsmaðurin Peter Lundin skrivar
í sínari bók, En Morders Bekendelser.
Hugskotið var at bera víðari nakrar
av upplýsningunum, sum sambært
um taluni av bókini skulu gera okkum
klókari uppá drápsmannin, ið er
búraður inni fyri lívstíð í Danmark.
Men hendan greinin endar líka nógv
sum eitt ummæli av umstríddu bókini,
sum fleiri av etableraðu forløgunum
vendu ryggin, tí tey vildu ikki leggja
oyrað til Peter Lundin.
Forlagið Turbulenz smekkaði tó
til, tá ið tað fekk kjansin at publisera
søguna hjá Peter Lundin. Sambært
forlagnum sjálvum, geva tey fáar bøkur
út, men geva tey eina bók út, skal hon
verða ein bestseljari, og hon skal skapa
turbulens. Og tey krøvini lýkur bókin
hjá Peter Lundin.
Tað er ikki so áhugavert at tosa um,
hvørt Peter Lundin skal hava loyvi at
skriva eina slíka bók ella ikki, tí tað
hevur hann, og talufrælsið umfatar
eisini hansara forkvaklaðu tankar og
útsagnir.
Trupult at taka fyri fult
Bókin En Morders Bekendelser livir
ikki upp til tað, sum hon lovar. Og tað
kann bókin í grundini ongantíð gera.
Sagt verður í umtaluni av bókini,
at Peter Lundin fyri fyrstu ferð sigur
søguna um seg sjálvan og tað, sum
hann hevur gjørt. Jú, víst sigur hann
eina søgu, men spurningurin er, hvat
vit kunnu brúka søguna til, tá ið vit ikki
vita, hvat er satt, og hvat er lygn.
Bókin er merkt av nógvum løgnum
pástandum, mótsagnum og ivaleyst
eisini ósannindunum.
Peter Lundin viðurkennir tíðliga
í bókini, at hann útviklaði seg til at
verða narcissistiskan og egosentraðan
við stórheitsvanvidi, og so er vøllurin
líkasum kálkaður.
Eina løtu sigur hann, at hann leyg
fyri at gera seg sjálvan áhugaverdan, og
seinni í bókini tosar hann um, hvussu
ræðuligt tað er at lúgva. Og fleiri ferðir
harímillum greiðir hann frá, hvussu
hann lumpar kvinnur, sum skriva til
hansara.
Og tá tú lesur bókina, ivast tú
støðugt, um tað kann verða satt, sum
Peter Lundin skrivar, ella tað bara er
hansara søga fyri at gera seg áhuga
verdan.
At Peter Lundin spælir erligur, er
neyvan nøkur trygd fyri, at sannleikin
kemur fram.
Nú verður bókin seld sum søgan hjá
Peter Lundin, men eingin innleiðing
ella eftirskrift greiðir frá, hvussu søgan
er komin á prent. Vit fáa ikki at vita,
hvat Peter Lundin slapp at siga, hvat er
soldað frá, hvørji ivamál eru í søguni,
hvørjir pástandir eru dokumenteraðir
av øðrum keldum, ella um alt bara er
frítt frá livrini hjá Peter Lundin.
Tað er ivasamt, um hesar upplýsn
ingar høvdu styrkt trúvirðið á bókini,
men í øllum førum verður eingin roynd
gjørd hjá journalistinum, sum hevur
ført pennin fyri Lundin, at seta søguna
inn í ein samanhang.
Mariann var serlig
Ein annar trupulleiki við En Morders
Bekendelser er, at Peter Lundin mest
sum frítt sleppur at siga sína hugsan
um tey fólkini, sum hann hevur havt
við at gera. Bæði tey, sum doyðu, og
tey, sum yvirlivdu.
Peter Lundin er glaður fyri konufólk,
og sambært honum sjálvum eru
konufólk eisini glað fyri hann. Bæði tá
ið hann sat í fongsli í USA, og síðani
hann kom inn at sita í Danmark, hava
kvinn ur sent honum brøv, har tær
royna at stuðla og hjálpa honum – og
summar bjóða seg ósmædnar fram til
kyns ligt samband.
Í USA skrivaðu einar 30 danskar
kvinnur til hansara, og í Danmark hava
tær verið einar 50 í tali, vil Peter Lundin
sjálvur verða við.
Summar av kvinnunum fekk Lundin
eitt tættari samband við, og tær verða
hongdar út at turka av drápsmanninum.
Peter Lundin greiðir frá, hvussu hesar
kvinnur eru, og hann fer illa við onkr
um av teimum, tí tær hava latið seg
útnyttað av honum. Tær hava biðið um
tær sjálvar, heldur hann.
Ein av kvinnunum, sum Peter
Lundin mest rósar, er føroyska
Mariann Poulsen, sum hann gifti seg
við í fongslinum. Peter Lundin greiðir
frá, hvussu hann hevur upplivað
sambandið við Mariann Poulsen, og
partar av søguni kenna vit aftur frá
tí, sum Mariann Poulsen sjálv hevur
greitt frá.
Mariann var bert 15 ára gomul, tá ið
hon fyrstu ferð skrivaði til Peter Lundin
í fongslinum. Sambandið teirra varð
kvett, tá ið mamma Mariann fann út
av tí, men seinni leitaði Mariann aftur
á slóðina, tá ið hon flutti til Danmarkar.
Seinni blivu tey gift og skild.
Í bókini greiðir Peter Lundin frá,
hvussu sambandið við Mariann Poulsen
hevur verið, hvat tey gjørdu og søgdu,
og hví tey giftu seg. Onkrar nýggjar
upplýsningar koma fram um tey bæði,
og í bókini eru eisini fleiri myndir av
Mariann Poulsen, sum hon ivaleyst
hevur sent honum einaferð í tíðini.
Stóri spurningurin er bara, um vit
vilja vita hetta, og um vit vilja hoyra
Peter Lundin greiða frá hesum.
Eg haldi ikki.
Óneyðug bók
Útgevarin av En Morders Bekendelser
heldur, at talan er um eina týdningar
mikla bók, sum kann geva fólk innlit
í, hvussu ein drápsmaður hugsar. At
talan er um Peter Lundin, sum onkur
hevur kallað óndasta mann í Danmark,
ger søguna bara meira spennandi – og
lættari at selja.
Men í grundini er En Morders
Bekendelser ein óneyðug bók. Tað ber
ikki til at nokta einum forlagi at geva
eina slíka bók út, og fólk avgera væl
saktans eisini sjálvi, um tey vilja keypa
bókina og lesa hana.
Men trúvirðið í søguni er ivasamt, tá
ið hon byggir á tulkingarnar hjá Peter
Lundin sjálvum. Lundin hevur sjálvur
sagt, hvussu hann kann tosa fólk í ørviti
og gera seg sjálvan áhugaverdan – og
hendan bókin er helst enn ein slík
roynd.
Bókin byrjar við, at Peter Lundin
grevur mammu sína, sum hann hevur
dripið, niður á einari strond í USA,
og bókin endar við einum eymum og
kærleiksfullum brævi, sum Lundin hev
ur skrivað til deyðu mammu sína úr
fongslinum í Danmark.
Harvið verður tað líkasum skorið út
í papp, at tað verður ikki lætt at skilja,
hvat gongur fyri seg í høvdinum á Peter
Lundin, og hendan bókin hjálpir ikki
stórvegis uppá tað.
drápsman
Í einari optimalari verð hevði
eg ikki logið fyri nøkrum.
Eg vil helst vera erligur, tí eg hati
at lúgva og gera fólk kedd. Men við
hvørt er tað neyðugt.
Peter Lundin
SElja høvdið á Einum
Bókin hjá PEtEr lundin skal eitast at geva fólk eitt innlit í, hvat gongur fyri seg í
høvdinum á honum. men spurningurin er, hvat mann í grundini kann taka fyri fult,
tá ið ein psykopat iskur, fleirfaldaður drápsmaður sigur »Sína« søgu