Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 198 - 16. oktober 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Boðar ikki frá góðum 10. oktober var altjóða dagur móti deyðarevsing. Ein orsøk til at lítið hevur verið gjørt vart við dagin um okkara leiðir er helst tann, at ongastaðni í okkara parti av heiminum finst deyðarevsing. Spyrjast kann tá við røttum, um ein tjóð sum USA ikki verður mett at vera partur av sokallaða siviliseraða heiminum! Og svarið er sjálvandi játtandi. Men hvussu ber tað so til, at ein upplýst, demokratisk og mentað tjóð sum USA als ikki fylgir somu grundleggjandi menniskjarættindum og menniskjasýni sum tess brøðurtjóðir í Europa og við somu kristnu bakgrund! Nú eru lond suveren og gera tí sjálvi av, hvørjar landsins lógir eru. Soleiðis er eisini við USA, tó so at einstøku statirnir eisini kunnu gera av, um teir við lóg taka fólk av døgum. Og støðan í USA í dag er tann, at flestu av statunum fremja deyðarevsing. Eitt stórt arbeiði verður gjørt fyri at fáa hesar statir og Hægstarætt at avtaka deyðarevsingina. Onkrir statir hava broytt støðu. Men langt er á mál. Nú á sjálvum degnum móti deyðarevsing vísir gallupkanning, at tveir triðingar av amerikanskanarum eru fyri deyða- revsing. Millum republikanskar veljarar er talið oman- fyri 80% og fyri demokratar beint niðan fyri 50%. Hesi skelkandi tølini vísa, hvussu torført tað er hjá mannarættindafelagsskapum og eisini øðrum londum at sannføra amerikanskar politikarar um, at deyðarevsingin eigur at vera tikin av. Ein spyr seg sjálvan, hvussu tað ber til, at landið, ið kallar seg “Gods own country” og sum breggjar sær av at vera demokratiið av øllum demokratium, í 2009 tekur landsins íbúgvar av døgum. Tað vilja altíð vera ymsar meiningar um, hví tað er rætt at taka fólk, sum hava forbrotið seg móti lógum landsins, av døgum og eisini nær hetta er rætt. Tað eru tey, sum halda seg til Gamla testamenti, (hvat nógvir amerikanarar tíverri gera) um eygað fyri eygað og tonn fyri tonn revsingina. Tekur tú fólk av døgum skal tú verða tikin av døgum. Og tað eru tey, sum halda, at hetta hevur eina avskrekkjandi effekt. At hetta fær onnur at halda seg aftur at drepa. Og tað eru tey, sum siga, at tað er inhumant at drepa yvirhøvur, at hetta meira er av hevndarhuga og at tað minkar ikki um talið av drápum. At tað eru vánaligu sosialu viðurskiftini og óupplýstheit, sum oftast eru atvoldin til dráp. Hví hava øll lond í Europa avtakið deyðarevsingina! Hvussu ber tað til, at tá USA og Europa eru so meinlík á so mongum økjum, tá tað ræður um mannarættindi og menniskjavirðing, at USA tá ber seg so fullkomiliga øðrvísi at í spurninginum um deyðarevsing! Tað skal vera okkara vón, at tað upplýsta Europa fær gjørt sína ávirkan galdandi at sannføra brøðratjóðina fyri vestan, at deyðarevsing hoyrir miðøldini til og er ikki eini framkomnari tjóð sum tí amerikonsku verdugt. Latið okkum gera hetta galdandi í altjóða- gerðini og latið okkum brúka øll amboð og tøkniligu frambrotini eitt nú í samskifti og flutningi at gera hetta sjónarmið galdandi. Tað er spell og ófatiligt, at tað ikki minst eru nógv trúgvandi, ið stuðla undir deyðarevsingina. Hevur Jesus livað til fánýtis? Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Ein vika er liðin, síðani leingi væntaða kommunu­ álitið var almannakunn­ gjørt, og hesa vikuna hevur staðið øllum greitt, at sam­ stundis sum nógv skilagott er at finna í álitinum, legg­ ur tað eisini upp til loysnir, ið als ikki lata seg gera – og í besta føri kunnu brúkast, um tær verða vendar á høvdið. Serliga er tað parturin, ið snýr seg um kommunusam­ anlegging og kommunuval, ið als ikki hongur saman. Tað er, sum sungið verður í táttinum, at »tað, sum vendir niður, vendir upp«. Ikki minst, tí tað als ikki er víst, at neyðugt er við tvungnari samanlegging, um so er, at hin parturin, sum er at leggja eldrarøkt­ ina og fólkaskúlan út til kommunurnar, verður fluttur framum. Allarbesta loysnin er, at kommunurnar sjálvbodnar kunnu taka upp sínamillum samstarv, ið endar við sam­ anlegging. Og sum onkur annar longu hevur víst á, so vísa allar royndir, at fáa kommunur nakað at sam­ starva um, so er lætt hjá teimum at taka næsta stigið, sum er at leggja saman. Høpisleyst at skrumbla Tí er høpisleyst at skunda so undir samanleggingina, at nógv fer at verða skrum­ blað ígjøgnum, um alt skal verða klárt um eitt ár, tá kommunuálitið leggur upp til, at kommunuval skal vera í ótíð 2010. Ikki fyrr enn í 2012 skal fólkaskúlin leggjast út til kommunur­ nar og í 2013 eldrarøktin. Fyri tað fyrsta, so hevur tað nógv størri skund, at eldrarøktin verður løgd út til kommunurnar, enn at fólkaskúlin verður tað, so tí hevði tað gagnað øllum pørtum, vóru hesi bæði býtt um. Vil landsstýrið gera av, hvussu kommunu­ bygnaðurin skal koma at síggja út, er bara at leggja hesi bæði øki út til tey landafrøðiligu øki, lands­ stýrið sær fyri sær sum komandi kommunalar eindir. Eitt, ið fleiri kanska heldur ikki hava gjørt sær greitt, er stóra lóggávu­ arbeiðið, ið skal gerast, áðrenn eldrarøktin kann leggjast út til kommunur­ nar. Sum er, er als einki lógarverk á hesum øki yvirhøvur, so her skal ar­ beiðast hart og skjótt. Men framvegis er hetta mest átroðkandi málið av øllum! Hava als onga trygd Tá eru nógv størri møgu­ leikar fyri, at kommunur­ nar gjøgnum hetta sam­ starv náttúrliga fara at leggja saman, uttan at tær beinleiðis verða noyddar til tað. Sleppa sitandi komm­ unustýri so at gera arbeiðið liðugt restina av hesum valskeiði, er óneyðugt at útskriva eitt kommunuval í ótíð, tí tá kann nógv fyri­ reikingararbeiði vera klárt og liðugt, so samanlegging­ arnar henda av sær sjálvum. At henda raðfylgja verð­ ur rættað, so kommunurnar fáa frið til at finna út av sínum viðurskiftum sjálvar, er alneyðugt, tí kommunu­ samanlegging gevur onga meining í sær sjálvum, men krevur, at kommunur­ nar hava nakað at sam­ starva um. Av beiskum royndum vita vit, at eingin trygd er fyri, at eldrarøktin og fólkaskúlin verða løgd út, fyri tað um kommunur­ nar eru lagdar saman. Tí má og skal tað henda fyrst! Verða nevndu skeivleikar í kommunuálitinum rætt­ aðir, ber óivað til at fáa nak­ að gott burtur úr álitinum, hóast har eisini finnast fleiri onnur illa gjøgnum­ hugsað tilmæli, ið hava brúk fyri at verða vend minst eina ferð aftrat. Um ikki, so stúri eg fyri, at nú­ verandi kommunur fara at renna sum fluga í fløsku og enda við bara at verða klask­ aðar saman, uttan at tær eru klárar ella búnar til tað. Tað, sum vendir niður, vendir upp borgarstjóri í Tórshavnar kommunu HEðIN MortENSEN Viðvíkjandi broytingum í forsorgarlógini, ið skerja møguleikan hjá børnum at fáa ergoterapi Sum kunnugt koma broytingar í forsorgarlógini í gildi 1.januar 2010, ið hava stórar avleiðingar fyri tey børn, ið fáa ergoterapi á privatum grundarlagi. Sum nú er, verður øll ergoterapeutisk viðgerð til børn goldin um forsorgar­ lógina, men sambært broytingini, verður nevndi stuðul ikki latin, um við­ gerðin ikki er fevnd av ein­ um sáttmála við Megin­ felag Føroyskra Sjúkra­ kassa (MFS). Ergoterapeutfelagið hevur longu í fleiri ár roynt at fáa sáttmála við MFS, tíverri uttan úrslit. Av tí at ætlanin er at broyta Sjúkrakassaskipan­ ina til eina Sjúkratrygging, ynskir MFS ikki at fara í nýggjar samráðingar. Vit eru vitandi um, at hugsað verður um aðrar møguleik­ ar at skipa barnaergoterapi, men av tí at hesar ætlanir, í øllum førum, ikki verða settar í verk innan januar 2010, mæla vit til at broyt­ ingarnar í forsorgarlógini ikki koma í gildi fyrr enn antin nýggj skipan er sett í verk ella sáttmáli millum MFS og Ergoterapeutfelagið, er komin upp á pláss. Vit meta, at sáttmálin við Sjúkrakassan/Sjúkratrygg­ ina, í øllum førum má fáast upp á pláss sum skjótast, tí tað verður altíð tørvur á privatum ergoterapeutisk­ um viðgerðartilboðum, bæði til børn og vaksin. So leingi nýggja Sjúkra­ tryggingin ikki er komin at virka, og tað tískil ikki er møguligt at fáa sáttmála í lag, verða tað nógv børn, ið hava tørv á ergotera­ peutiskari viðgerð, sum onki tilboð fáa eftir 1. januar 2010, og ganga vit útfrá, at tað ikki er ætlanin, ella hvussu? Vinarliga Ergoterapeutfelagið Hanna á Reynatúgvu Súna Mørk Òluva Horn Róhild Winther Irdi Danielsen Til Rósu Samuelsen landsstýriskvinnu og Aksel Jóhannesen landsstýrismann