Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 198 · 16 oktober 2009 11 VIKUSKIFTI 1 Tann 28. desember í ár kann Noomi Rapace halda sín 30 ára føðingardag. Hon var fødd í Hudiksvall í eystara parti av Svøríki í 1979. 2 Pápi Noomi er spanskur Flamenco sangari, men hann helt saman við mammu Noomi í styttri tíðarskeið. 3 Frá tí at hon var 5 til 8 ár, búði Noomi í Íslandi, hagar mamman og hon flutti, tí mamman hevði fingið sær ein íslendskan mann. Tey búðu í Flúðir, sum liggur á suðurlandinum, og hevur nakrar fáar hundrað íbúgvar. 4 Sum 7 ára gomul slapp hon at royna seg í einum íslendskum filmi. Noomi hevði ein leiklut, har hon einki segði, í filminum Í skugga hrafnsins eftir Hrafn Gunnlaugsson. Og tað var hendan uppliving, sum skapti áhugan fyri at gerast sjónleikari. 5 Í 1996 spældi hon fyri fyrstu ferð við í einari svenskari sjónvarpsrøð. Tað var røðin, sum kallast Tre Kronor, og sum varð send í nøkur ár á svenska TV4. Í 1997 var hon við í sínum fyrsta spælifilmi. 6 Hon hevur studerað sjónleik á Skara Skolscen, tað var í árunum 1998 og 1999. Eftir tað hevur hon starvast á eitt nú á Teater Plaza, Teater Galeasen og Stockholms Stadsteater. 7 Henni dámar illa at síggja seg sjálva í filmum, og hon heldur seg sjálva verða eitt sindur smædna. 8 Noomi er gift við sjónleikaranum Ola Rapace, og tey eiga tvey børn. Áðrenn hon varð gift hevði hon eftirnavnið Norén. 9 Í bókarøðini Millennium fær Lisbeth Salander sær størri boppur fyri at styrkja sjálvsálitið, men tað sigur Noomi Rapace, at hon ikki kundi funnið upp á at gjørt í veruliga lívinum. 10 Eg haldi, at Svøríki hevur brúk fyri fleiri víðgongdum filmum, sum ikki endiliga eru gjørdir til eina stóra og breiða fjøld at hyggja at, sigur Noomi Rapace. 10 tIng um Noomi Rapace Búði í Íslandi Noomi Rapace eR bliviN keNd um øll NoRðuRloNd,eftiR at hoN hevuR spælt supeR-hackaRiN Lisbeth saLaNdeR í tveimum filmum higaRtil. meN hvøR eR Noomi Rapace? í nýggja táttinum "Miðlarnir og Eg" siga kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu. IngIbjørg berg, NýGGI KOMMuNu STjóRIN Í HaVN, LEGGuR úT SuM TaNN FyRSTa aT SIGa FRÁ SÍNuM MIðLa VaNuM dag- og vikubLøð Sosialin og Dimmalætting lesi eg altíð. Weekendavisen viðhvørt og MESS, tá tað kemur út. heimasíðuR Eg eri á portalinum og á www. torshavn.fo fleiri ferðir um dagin, og annars mest inni á tíðindaheimasíðun hjá føroyskum og donskum bløðum. Mess heimasíðuna vitji eg eisini ofta. Tær donsku eru www.berlingske. dk og www.politiken.dk Google nýti eg nógv at leita mær upplýsingar við. tóNLeikuR Nógv ymiskt og ann uppá lagið. Tá eg koyri bil og annars taki mær av løttum, lurti eg til dømis eftir Queen, Bruce Springsteen og Billy joel. Tá eg veruliga vil lurta eftir tónleikinum og taka tað róligt, velji eg klassiskan tónleik sum til dømis Grieg, Tjakovsky og Sibelius. ÚtvaRp Tíðindasendingarnar hjá Kringvarpinum og Rás2 lurti eg altíð eftir. dvd Mær dámar best at síggja filmar í biografinum, men tíanverri er tað alt ov sjáldan, at eg eri í biograf. Í dag eru so nógvir góðir filmar, men skal eg nevna onkran, ið mær dámar væl og havi sæð fleiri ferðir, eru tað "Breaking the waves" hjá Lars Von Trier og "Notting Hill" við Hugh Grant og julia Roberts. sjóNvaRpsRøð Eg fylgi ikki við í nakrari røð, men um eg detti inn á "Taggart" á BBC Entertainment, hyggi eg altíð. Haldi hann er so sjarmerandi við síni sermerktu skotsku dialekt. bøkuR Eg lesi einar 2-3 bøkur um mánaðin, tað kann bæði vera fagrar bókmentir og yriksbókmentir at halda meg viðlíka fakliga. Fyri tíðina dámar mær best at lesa biografiir - nakrar av teimum eru tær um Nelson Mandela, Bill Clinton og Madeleine albright. Beint nú lesi eg yrkingasavnið hjá Christiani Matras. magasiN Eg haldi blaðið I form fyri at fáa íblástur til sunnan mat og at røra meg meira. Og so sjálvandi tey vanligu fakbløðini innan mítt øki. teLefoN Eg havi eina Iphone, sum eg mest brúki at tosa og sms'a við. Viðhvørt eri eg inni á netinum, og onkuntíð lurtið eg eftir tónleiki við henni. Eg eri sera nøgd við hana. miðLaRNiR og eg Eg kenni ikki lykilin til succes, men lykil til fiasko er at royna at gera øll nøgd. Bill Cosby Tú kanst verða lukkuligari, um tú sleppir tínari trongd at stýra tínari framtíð. Nicole Kidman Aldur kann ikki verja teg ímóti kærleika. Men kærleikin kann í vissan mun verja teg ímóti aldrinum. Jeanne Moreau teKstUr: Eyðun Klakstein lagt tIl rættIs: Inna Törnroos