fríggjadagur 16. oktober 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 198 - 16. oktober 2009
Nú Føroyar eru í
ferð við at seta sær
mál fyri minking av
veður lags gassum
fram til 2020, heldur
Jørgen Niclasen,
lands stýrismaður í
uttan ríkis málum, at
føroyska veður lags
málið eigur at síggjast
aftur í nýggju altjóða
veður lagsavtaluni
Umhvørvi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ynski um eina sjálvstøðuga
før oyska binding er fleiri
ferð ir sett fram fyri donsku
stjór n ini í undanfarna ári.
Bæði
á
politiskum
og
em bæt is man nastigi er gjørt
greitt, at Føroyar ynskja at
gerast partur av komandi
al tjóða
veðurlagsavtaluni
við eini binding, sum tekur
at lit at føroyskum viður
skift um og er beinleiðis
gald andi fyri Føroyar.
Ikki á mál
Tað er uttanríkisráðið við
Jørge ni Niclasen á odda,
sum stendur fyri sjálvum
sam ráð ingunum um bind
ing ar, meðan sjálvt um
hvørvis málið, sum ein slík
avtala eisini er, liggur undir
innlendismála ráð num, har
Annika Olsen er lands
stýriskvinna.
Jørgen Niclasen sigur, at
tað soleiðis er uttan ríkis
ráðið, sum stendur á odda
fyri samráðingunum við
donsku
myndugleikarnar
um støðu Føroya í nýggju
veðu r lags avtaluni.
Enn er tó ikki komið á
mál við eini loysn. Ein
or søk er, at framvegis er
ó vist, hvat slag av bindandi
avtalu fer at avloysa Kyoto
frumskjalið. Samskifti við
donsku stjórnina heldur tó
fram, og Føroyar hava gjørt
vart við, at neyðugt verður
at finna eina loysn áðrenn
ST veðurlagsráðstevnuna í
Keyp manna havn í desem
ber.
Føroyar sjónligar
Landsstýrismaðurin vísir á,
at í núverandi støðu eru
Før oyar nevndar við tí fyri
varni, ið er tikið fyri Før
oyar í Kyotofrum skjali
num.
Hetta fyrivarni sæst í
stað fest ingarskjalinum,
sum er eitt yvirlit yvir, nær
lond ini hava staðfest Kyoto
fru m skjalið, leggur hann
aftr at.
Vit vilja síggjast á ein
positi van hátt í altjóða
samstarvinum um veðu r
lags broyt ingar. Tað eigur
sjálv sagt at bera til at gera
Føroyar
sjónligar
sum
viðspælari, heldur enn bert
sum eitt fyrivarni uttan
mun til, hvussu ein endalig
avtala fer at síggja út, sigur
uttan ríkis ráðharrin, Jørgen
Nicla sen.
Føroyar ynskja
egna binding í
veðurlagsavtalu
Jørgen Niclasen,
uttan ríkisráðharri,
sigur, at ein semja um
minking í útláti er við
at verða undir landi
millum allar politisku
flokkarnar í Før oyum,
har Føroyar vilja skerja
útlátið við 20% fram
til ár 2020 – frá 2005 at
rokna
Umhvørvi
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sum skilst á uttan ríkis ráð
harra num, Jørgeni Niclasen,
eru politisku flokkarnir í
Før oyum við at verða undir
landi við eini politiskari sem
ju um útlát av veður lags
gassum.
Eg haldi, vit eiga at seta
okkum mál, sum eru fram
søkin og realistisk. Í kortu
num liggur, sum lands stýris
maðurin tekur til, at ein
politisk semja um før oyskt
útlát.
Jørgen Niclasen sigur, at
tað, sum miðjað verður eft ir,
er ein skerjing í føroyska
útlátinum við 20% fram til
2020 – at rokna frá 2005.
Eg haldi, at ein slík semja
er við at verða undir landi
millum
allar
politiskar
flokkar í Føroyum, leggur
hann aftrat.
Sum
skilst,
hevði
Um hvørv i s stovan, sum ei si
ni hevur gjørt vart við seg í
hesum máli, vilja sæð eina
enn størri skerjing.
Onnur lond vilja innføra
kvotu skipanir fyri útlát av
veður lags gassum, har ”dálk
ing” kann keypast, men vit
vilja heldur seta okk um
realistisk mál.
Sjálvandi við
Landsstýrismaðurin vísir á,
at tá tað er ”trendurin”, at
heimurin skal dálka minni,
eiga vit sjálvsagt at bera
okkara part.
Vit vita øll, at tann royk
ur, sum eitt nú kemur frá
brenn ing av olju, dálkar.
Eing in ivi kann vera um tað.
Jørgen Niclasen vísir á, at
henda dálking eisini hev ur
eina fíggjarliga síðu.
Av øllum inn flutn ingi
num, sum Føroyar høvdu í
fjør, telir olja ein heilan fjórð
ing, og tað er ikki smá veg is.
Tí eiga vit sjálvsagt at royna
at minka um olju nýtslu na og
finna aðrar orku keld ur, sum
bæði eru betri fyri umhvørvi
og bí lig ari fyri okkum sum
sam felag og fólk.
Lands stýris maður in endur
gevur ein av parta monn um
sínum fyri at hava sagt, at
steinøldin helt ikki upp at, tí
eingin steinur var eftir.
Sama er við oljuni. Sjálvt
um olja er eftir, eiga vit
sjálvasagt at minka um
nýtslu na, tá hetta bæði hev ur
týdning fyri umhvørvi og
upp á longri sikt helst ei si ni
fyri fíggjarligu um støð ur nar.
Jørgen vísir á, at málið hjá
Føroyum eins og øðrum
fram komnum londum í størri
mun má vera at brúka av
orkukeldum, sum antin eru
varandi ella sum kunnu
endur nýggja seg.
Hann sigur, at sum fiski
vinnutjóð við lutfalsliga stór
um fiskifota brúka Før oyar
sjálvsagt nógva olju í mun til
talið av íbúgvum.
Føroyar fiska 11 tons av
fiski fyri hvønn íbúgva, með
an Ísland, sum kemur á øðr
um plássi í heimshøpi, fisk ar
4 tons fyri hvønn íbúgv a. Í
ESlondum er tal ið bert 0,1
tons fyri hvønn íbúgva.
Jørgen Niclasen vísir á, at
samstundis, sum Føroyar
brúka nógva olju í vinnu lig
um høpi, eru vit eisini við til
at tilføra heiminum nógvan
mat úr havinum.
- Føroyar vilja síggjast á ein positivan hátt í altjóða samstarvinum um veðurlagsbroytingar, sigur
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, sum heldur, at vit mugu finna eina loysn við danir áðrenn
ST veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember
Politisk semja um minking í útláti
Atkvøða um fremmand
Í Bretlandi hevur tann almenna mannarættindanevndin
gjørt av at leggja sak ímóti flokkinum British Nationalist
Party (BNP), tí at flokkurin sýtir fyri at broyta tann partin
av viðtøkunum, sum sigur, at bara hvít fólk kunnu vera
limir í flokkinum. Leiðslan í flokkinum hevur svarað, at
hon fer at spyrja verandi limir, um teir taka undir við at
broyta viðtøkurnar, so fólk av øðrum etniskum uppruna
kunnu sleppa uppí. Formaðurin í BNP, John Walker, sigur
við CNN, at tað verður ikki lætt hjá fólki av øðrum
uppruna at vera í flokkinum.
Taliban ongar pengar
Italska stjórnin avsannar, at hon skal hava goldið Taliban
leiðarum pengar fyri at fáa trygd fyri, at Taliban skuldi
ikki søkja at italsku hermonnunum í Afghanistan. Blaðið
The Times skrivaði í gjár, at Talibanleiðarar og
krígsharrar í Sarobiøkinum eystan fyri Kabul høvdu
fingið fleiri túsund dollarar frá italsku stjórnini. Afturfyri
skuldu teir italsku hermenninir í økinum sleppa undan
álopum frá Taliban. Italski forsætisráðharrin, Silvio
Berlusconi, vísir tíðindunum í The Times aftur. Hann
sigur, at stjórnin hevur ongantíð góðkent at lata Taliban
pengar.
- Samstundis, sum
Føroyar brúka nógva olju
í vinnuligum høpi, tí vit
hava so stóran fiskiflota, eru
vit eisini við til at tilføra
heiminum nógvan mat
úr havinum, sigur Jørgen
Niclasen, uttanríkisráðharri