fríggjadagur 16. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 198 · 16 oktober 2009
10
VIKUSKIFTI
ávísir bólkar eru afturhaldssinnaðir,
tí hesi londini hava ein so stóran
eyka intellektuellan kapasitet at ráða
yvir. Men eitt mikrosamfelag sum tað
føroyska hevur ikki ráð til at missa
nakran, sigur Ole Wich.
Trongskygdur
mentanarpolitikkur
Eg siti við eini kenslu av, at okkara
samtala er rættiliga teoretisk. At Ole
Wich ikki heilt pointerar, júst hvar
hendan útihýsandi nationalisman vísir
seg í tí praktiska veruleikanum.
– Tilvitað ella ótilvitað gjøgnum
súrgar hon alt samfelagið sum sjógvurin
rundanum fiskin. T.d. politisku flokk
arnar, undirvísingarverkið og føroyska
mentanarlívið. Í mentanar lívinum
tykist tað serføroyska – hvat tað so
enn er – at hava hægri tign enn tað,
sum kemur uttanífrá. Tað merkir m.a.,
at útlendingar skulu arbeiða harðari og
longri, áðrenn teir fáa viðurkenning og
sleppa uppí part, sigur Ole Wich.
Sjálvur hevur hann skírt føroyska
myndlist fyri at vera nalvaskoðandi,
stirvna, provinsiella og ókritiska. Seinast
í sambandi við listaframsýningina
“Natúrligvís” í Norðurlandahúsinum.
Ein listaframsýning um náttúruna, sum
Ole Wich ikki var partur av. Í staðin
fyri at framleiða samfelagsrevsandi
list, sum bjóðar av og flytur mørk, og
í staðin fyri at problematisera okkara
uppfatan av náttúruni, so skrivaði Ole
Wich í eini kronikk í Dimmalætting, at
føroysk myndlist er vónleyst forelskað
í føroysku náttúruni og kann ikki
brúkast til annað enn fitt prýði heima
í stovunum.
Eitt annað dømi er samgonguskjalið
hjá CHE samgonguni, sum aftur fekk
Ole Wich at tríva í pennin fyrst í 2008.
Orðingin um, at serstaki tjóðarsamleikin
er undir trýsti uttaneftir og tí má
stimbrast, er sambært Ole Wich eitt
klokkuklárt dømi um ein tjóðskap við
minnilutakompleksum, sum tí hevur
fyri neyðini at útihýsa eksternum
elementum:
“Det er meget foruroligende at se
reger ingspartierne bruge begrebet
"tjóð arsamleiki" som overordnet
ramme for deres fælles kulturpolitik.
Enhver med lidt omtanke i hovedet kan
se at begrebet "national identitet" er et
ud flydende gummibegreb, der ikke
kan anvendes i praksis med fornuft.
Fær øsk kultur er et stort kludetæppe
syet sammen af mange forskellige
kulturer. Begrebet "tjóðarsamleiki"
kan kun bruges til at udelukke folk fra
det færøske samfund, og hvad skal vi
med det? En "rigtig" færing findes ikke.
Der er mange måder at være færing
på”, skrivaði Ole Wich í februar 2008,
samstundis sum hann ramsaði upp eini
25 útlendingar, sum hava verið virknir á
føroyska mentanarpallinum í mong ár.
Frá Kristian Blak, Bernhard Wilkinson
og Philippe Carré til Gianfranco Contri,
Kate Sanderson og Kirsten Brix. Tí
finst eingin autentiskur, serføroyskur
samleiki, sum samgonguskjalið legði
upp til.
Danski listamaðurin heldur, at
nationalistarnir nýta orðið “tjóðar sam
leiki” á sama hátt sum kristna funda
mentalis man nýtir hugtakið “kristin
virði”. Í báðum førum er talan um
eitt amboð, sum hevur til endamáls
at sortera tað góða og uppbyggjandi
frá tí ónda og niðurbrótandi. Og hann
metir, at tann nationalistiska funda
mentalis man er eins álvarsom og tann
religiøsa.
Á internetsíðuni kjak.org hevur Ole
Wich kjakast við formannin í Tjóðveldi
um hesa atfinning. Og Høgni Hoydal
metir ikki, at kritikkurin hjá Ole Wich
er rættvísur.
– Tað er beinleiðis søgufalsan at
leggja tjóðskaparrørsluna undir at byrgja
Føroyar inni mótvegis umheiminum.
Tvørturímóti hevur sjálvstýrisstríðið
verið ein drívmegi í moderniseringini
av Føroyum á øllum hermótum, ikki
minst á mentanarpolitiska økinum,
sigur Høgni Hoydal.
Ole Wich undirstrikar, at hann
sum so ikki er úti eftir Tjóðveldi sum
flokki. Og sambært honum hevur
Tjóðveldi gingið á odda í summum
spurningum, t.d. spurninginum um
tey samkyndu. Men hann tvíheldur um,
at Tjóðveldi eisini er ein eksponentur
fyri eini latentari nationalismu, sum er
ein so inngrógvin partur av tí andliga
infrakervinum í landinum, at føroyingar
ikki geva sær far um hana.
– Tað er fullkomiliga láturligt,
at eitt land í 21. øld nýtir hugtakið
“tjóðar samleiki” sum ein karm um
førda mentanarpolitikkin. Er føroysk
mentan ikki nóg sterk til at súgva
til sín alt tað, sum kemur uttanífrá?
Hevur man ikki so frægt álit á sínum
egna, at man noyðist at byrgja seg inni
við avoldaðum tjóðskaparligum hug
myndum?, spyr Ole Wich, sum metir,
at føroyskir tónleikarar hava gingið
undan.
– Tónleikararnir hava sæð útheimin
í eyguni í mong ár, mált seg sjálvar
eftir honum og eru síðani farnir út í
verðina. Hetta dirvið áttu politikararnir
og onnur listafólk at lært nakað av,
heldur Ole Wich.
Viðurkenningin
Maðurin hevur búð í Føroyum síðani
1980, undantikið tíðarskeiðið frá 1996 til
2002, tá familjan búði í Aalborg, tí konan
fór at útbúgva seg sum musikkterapeut
á Aalborg Universitet.
Hann hevur verið virkin á føroyska
listapallinum í yvir 20 ár. Men hann
metir ikki, at hansara list er komin
til sín rætt í listarliga umhvørvinum
í Føroyum. Fyrst og fremst tí hansara
list ikki hevur hóskað inn í hugaheimin
hjá parnassinum.
Men ber Ole Wich seg ikki at sum
eitt sjálvútvalt offur, tá hann í ramasta
álvara pástendur, at hansara nationali
uppruni er ein orsøk til, at hann ikki
hevur sitið til háborðs í listarliga
umhvørvinum í Føroyum?
– Eg eri alt annað enn eitt offur.
Men summi uppfatað meg sum eitt
sjálvútvalt offur, tí eg tori at rópa upp,
tá eg haldi, at okkurt skal sigast. M.a.
tá eg ákæri føroyskan mentunarpolitikk
og føroyska list fyri at køvast í
trongskygdum tjóðskapi. Men at bera
síni sjónarmið fram á torg merkir altso
ikki, at man er beiskur ella fornermaður,
undirstrikar hann. Offurleikluturin fær
júst mótspæl, tá man torir at kjakast og
brúka teir møguleikar, man hevur.
Upplivingin hjá Ole Wich av
frástøðuni millum siðbundna, før
oyska list og hansara egnu list kann
í ein mun finnast aftur í bókini
“Levende kunst” hjá listfrøðingurin
Inger Smærup Sørensen frá 2008. Í
bók ini fær Ole Wich hetta skoðsmálið:
“Ole Wich har gennem en årrække
ikke bare markeret sig som kunst
og kulturdebattør, tegner, fotograf
og grafiker, men også som skaber
af mere utraditionelle kunstformer,
som web art, smspoesi, happenings,
performances, installationskunst og
konceptkunst. Kunstformer, som vi i
øvrigt ser meget lidt til i den færøske
samtidskunst, der overvejende er – mere
eller mindre – bundet til traditionelle
udtryksformer”.
Bingo!, hugsaði Ole Wich, tá hann
læs orðini.
– Eg eri ein danskt talandi før oy
ingur av danskari ætt. Eg eri føroy
ingur, tí eg eri nærverandi í føroyska
samfelagnum. At kritisera sam fel
agið fyri at hækka um støðið er ein
ábyrgd, vit øll hava. Tí komi eg við
mínum ískoyti, eins og so nógvir aðrir
útlendingar her á landi. Vit eru livandi
dømi um, at føroysk mentan er ein
bráðpanna av impulsum frá øllum
heraðshornum. Og soleiðis skal tað
eisini vera, endar Ole Wich.
mynd: álvur haraldsen
- Eg og aðrir útlendingar á føroyska
mentanarpallinum eru livandi dømi um,
at føroysk mentan er eitt klútateppi av
impulsum frá øllum heraðshornum. Og
soleiðis skal tað vera, sigur Ole Wich
Hevur man ikki so frægt álit
á sínum egna, at man noyðist
at byrgja seg inni við avoldaðum
tjóðskaparligum hugmyndum?
Eg eri alt annað enn eitt
offur. Men summi uppfatað
meg sum eitt sjálvútvalt offur,
tí eg tori at rópa upp