fríggjadagur 16. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 198 - 16. oktober 2009
Arbeiðið at gera nýtt
røktarheim yviri við
Strond hevur verið
boðið út millum
arkitektar, og tað er
Albert Isfeldt, sum í
løtuni ger byggiskrá.
Spakin verður settur í
á vári komandi ár
RØKTARHEIM
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað hevur verið drúgt at
bíða, men fyrr í vikuni
kunngjørdi landsstýrið so,
hvussu pengarnir til røktar
heimsbygging vórðu býttir.
Og Tórshavnar kommuna
fekk tillutað 44,8 milliónir,
svarandi til 64 røktarpláss.
Í kommununi er akutti
tørvurin millum 70 og 75
pláss, og við hesum verður
tørvurin so næstan nøktaður,
sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri.
Arbeiðið at tekna røktar
heimið er boðið út millum
arkitektar, og býráðið hevur
valt Albert Isfeldt at gera
hetta arbeiðið.
Gjørd verður nú ein
byggiskrá við teimum ynskj
um, sum býráðið hevur og
teimum krøvum, sum nú
einaferð hoyra slíkari bygg
ing
til,
sigur
Heðin
Mortensen.
Tá hendan byggiskráin er
liðug, verður arbeiðið at
byggja røtkarheimið yviri
við Strond so boðið út.
Talan er um so mikið
stórt arbeiði, einar 90 milli
ónir, at tað ber ikki til at av
marka okkum til byggiharrar
í kommununi. So arbeiðið
verður allarhelst boðið út
alment, ikki bert í Føroyum,
men eisini uttanlands, sigur
Heðin Mortensen.
Arbeiðið at gera eitt
røktarheim yviri við Strond
hevur ligið í kortunum
leingi,
men
fíggjarliga
trongu tíðirnar gera, at
kommunan ikki hevur sæð
seg føra fyri, at fara undir
hetta arbeiðið einsamøll.
Men nú stuðulin frá landin
um er játtaður, verður
arbeitt skjótt.
Liggur væl fyri
Vit hava fingið játtan til 64
pláss, og hvørt búpláss fær
700.000 krónur frá landi
num. Hina helvtina rindar
kommunan so sjálv, so talan
verður um eitt arbeiði til
einar 90 milliónir krónur,
sigur Heðin Mortensen.
Fyrireikingar
arbeiðið
hevur verið í gongd í longri
tíð, og í býráðnum er breið
semja um at røktarheimið
skal gerast.
Boðanesheimið,
sum
Jógvan Arge hevur navn
givið røktarheimið, verður
nú boðið út sum heildar
veitan. Tað vil siga, at ein
einstakur byggiharri fær
arbeiðið um hendur og út
vegar so sjálvur undir
leverandørar.
Miðað verður ímóti at
seta spakan í á vári 2010.
Staðið yviri við Strond
liggur sera væl fyri at byggja
røktarheim á. Beint omanfyri
er Lágargarður og nærhendis
er eisini Tjarnargarður, so
tað verður lætt at samskipa
tænastur
og
tilboð
til
búfólkið á hesum heimum,
sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin sigur, at alt
býráðið er spent upp á at
fara í gongd, og roknað
verður við, at Boðanesheim
ið stendur liðugt og klárt at
flyta inn í um eitt til hálvt
annað ár.
Leggja til brots beinanvegin
Økið yviri við Strond
er sera væl egnað til
røktarheim. Tað liggur
nær við Lágargarð og
Tjarnargarð, og útsýnið
yvir Nólsoyarfjørð
er frálíkt
Kappast við stuðul
Danska reiðarafelagið krevur, at útlendsk reiðaríir, sum fáa
almennan stuðul, skulu avmarka sítt virksemi fyri á tann hátt
at hjálpa øðrum reiðaríum ígjøgnum kreppuna. Tey donsku
reiðaríini fáa ikki stuðul frá tí almenna, men tað fáa fleiri
reiðaríir í hionum ESlondunum. Jan Fritz Hansen, varastjóri
í danska reiðarafelagnum, sigur við blaðið Lloyds List, at
reiðaríini, sum fáa almennan stuðul, mugu leggja nøkur skip
ella skerja ferðaætlanina, so reiðaríir, sum ikki fáa almennan
stuðul, kunnu fáa meiri farm at føra.
Býirnir líka dýrir
Tað vakti ans, tá grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjar
málum, Palle Christiansen, í síðstu viku segði, at grøn
lendska sjálvsstýrið hevur ikki ráð til at halda lív í teim
um nógvu bygdunum, og at tað tí er neyðugt at kanna,
um tað hevði loyst seg betur at flutt fólkið av bygd inn í
býirnar. Men Birger Poppel, sum saman við øðrum er í
ferð við at kanna livikorini í tí arktiska økinum, vísir á, at
sambært einari kanning frá nítiárunum kostaðu býarfólk
tí almenna líka nógv sum fólk á bygd.
Oddfríður Gregersen
var við á túrinum
hjá Smyril Line til
eysturlandið í Íslandi,
og hann er sera fegin
fyri túrin. – Eg fór
við fyri at uppliva
gomul minnir, sigur
Oddfríður Gregersen
Á SLÓÐINI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað vóru ikki allir, sum kendu
Bakkafjørðin frá útróðri, og
ein teirra var Oddfríður
Gregersen. Men ókendur var
hann heldur ikki.
Nei, ikki heilt ókendur.
Eg var við Boðasteini og
fiskaði sild við snerpunót í
1946, og tá landaðu vit á
Seyðisfjørðinum. Men tann
fabrikkin er burtur nú, so
har sæst eingin farvegur til
hana,
sigur
Oddfríður
Gregersen.
Hann hevur eisini verið á
landi á Bakkafjørðinum.
Ein dagin tað var óveð
ur, lógu vit út fyri Bakka
fjørðinum, og tá settu vit
bátin út og fóru í land at
heilsa upp á fólk, tí tað vóru
nógvir mans við, ið vóru
væl kendir á Bakkafjørð
inum. Tað var so fyrstu
ferð, at eg var har, sigu
Oddfríður Gregersen.
Hann heldur, at tað var
áhugavert at síggja alt aftur,
tó at nógv er broytt.
Har vóru eingi hús eftir
frá tí tíðini, kanska eitt,
sigur Oddfríður Gregersen.
Júst tá manningin av
Boðasteini var á Bakka
fjørðinum vóru eingir føroy
ingar har, og tað vóru menn
av skipinum, sum vóru
kendir har, ið tóku stig at
fara í land.
Serliga skiparin var væl
kendur har, og vit vóru allir
inni hjá einari konu og
fingu kaffi, hugsi vit mundu
vera einir 12 mans, sigur
Oddfríður Gregersen.
Hetta var í 1946, og
hann hevur ikki verið har
aftur, fyrr enn nú við ferða
lagnum hjá Óla Jacobsen.
Stak hugnaligt
Hjá mær var tað fyri at
síggja Bakkafjørðin aftur.
Tað er eitt ungdómsminni
hjá mær, og hesin túrurin
ljóðaði
so
innbjóðandi,
sigur Oddfríður Gregersen.
Eisini Oddfríður er sera
fegin um túrin og um
áhugaverdu
frásagnirnar
hjá Óla Jacobsen.
Hann hevur klárað tað
stak væl. Bara tað at fáa ein
slíkan túr í lag er stórarbeiði,
og eg haldi, at nógvir av
hesum monnunum hava
Óla nógv at takka fyri, at
hann gjørdi hendan túrin,
sigur Oddfríður Gregersen.
Tað vóru lutfalsliga nógv
gøtufólk við á túrinum,
bæði menn og kvinnur, men
um tað var Óli Jacobsen,
sum gjørdi tað, ella áhugin
bara er so stórur í Gøtu fyri
farnum tíðum í Íslandi,
dugdi Oddfríður Gregersen
ikki at siga.
Túrurin í síni heild var
sera væl eydnaður. Tað
hevur verið hugnaligt, eisini
at hitt fólk og práta við fólk,
sum man ikki hevur sæð í
nógv Harrans ár, sigur
Oddfríður Gregersen.
Hann angrar á ongan hátt,
at hann valdi at gera túrin.
Hetta hevur verið ein
stak hugnaligur og áhuga
verdur túrur allan vegin
ígjøgnum, staðfestir Odd
fríður Gregersen.
Góð eru gomul minnir
Oddfríður Gregersen
avmyndaður umborð
á Norrönu á túrinum
hjá Óla Jacobsen til
eysturlandið í Íslandi
Mynd: Leo Poulsen