Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 198 · 16 oktober 2009 9 VIKUSKIFTI – Eg havi einki ímóti tjóðskapar­ ligum kenslum, men eg havi trupult við at taka tær í álvara. Eg havi nakað ímóti nationalismu sum politiskari og mentunarligari ideologi, og eg haldi, at vit altíð eiga at taka útgangsstøði í tí, sum vit øll hava til felags. Eftir mínum tykki er tann ekskluderandi nationalisman ein tann mest viðkomandi forðingin fyri at modernisera tað føroyska samfelagið, sigur Ole Wich. Exit Føroyar Hann borðreiðir við keks, osti, Toblerone, súreplum og kaffi. Og hann skiftir ímillum at sita niðri og at standa uppi, ímillum at skrúva hitan frá og at lata vindeyga upp. Í hondini hevur hann blýant og pappír, og meðan hann tosar, illustrerar hann sínar meiningar við strikum, kassum, figurum, pílum og øðrum krutli. Sum um hann vil tryggja sær, at um orðini ikki eru nóg neyv, so kann hann altíð tekna sínar meiningar. Útbúgvingin sum reklamuteknari avnoktar seg ikki. – Føroyska samfelagið kann saman­ berast við ein slitnan íbúðarbygning, sum trongir til eina umfatandi renovering. Alt tað gamla og útslitna skal endurskoðast og kasserast um neyðugt. Og nýtt tilfar skal inn, so bygningurin kann dagførast og lúka nýmótans treytir. Men um vit sleppa myndamálinum eina løtu, hvat skal so út? Og hvat skal inn? – Trongskygdar reglur um, hvat tað er at vera føroyingur, skulu út. Reglur, sum byggja á eina politiskt filtrer aða søgu. Á etniskan uppruna. Á politiska stýring av málinum. Og á átrúnaðar­ liga stýring av tí demokratiska sam­ felagnum, sigur Ole Wich. Størsti trupulleikin er sambært honum, at Føroyar eru ov trongar fyri tey, sum á ein ella annan hátt fella uttanfyri tað, sum politiska og ment­ anar liga elitan definerar sum føroyskt, sum rætt og sum gott. Bæði út frá átrúnaðarligum og út frá nationalum kriterium. Og sambært Ole Wich hevur eitt samfelag við 50.000 borgarum ikki ráð til átrúnaðarligar og politiskar hugsjónir, sum eru ekskluderandi heldur enn inkluderandi. Eitt afturvendandi orð í samtaluni í lítla køkinum er orðið “talentmassi”. Listamaðurin ber nevniliga ótta fyri, at føroyska samfelagið er í ferð við at missa sítt mentanarliga og intellektuella tilfeingi, um eingin er villigur til at taka eitt umfatandi kjak um, hvat tað merkir at vera føroyingur í 21. øld. – Føroyar eru eitt isolerað mikro­ samfelag, sum hevur brúk fyri so nógvum talenti sum yvirhøvur. Bæði frá útlendingum og frá føroyskum útisetum. Men mín ótti er, at í staðin fyri at lata seg upp og góðtaka íblástur uttanífrá; í staðin fyri at viðurkenna, at føroysk mentan er broytilig, og at føroyskur samleiki er ein dynamisk interaktión millum tað heimliga og tað útlendska, so er ein greiður tendensur til at dyrka tað sokallaða serføroyska, tað nationalromantiska og tað, sum er meiri upptikið av fortíðini enn av framtíðini, sigur Ole Wich. Úrslitið er sambært honum, at ein hópur av fólki velur Føroyar frá og búsetist í øðrum londum. Bestu dømini er undirskotið av kvinnum og av akademikarum. – Um føroyska samfelagið skal fáa útbúna fólkið heimaftur; um føroyska samfelagið skal fáa tey kreativu at støðast í landinum; og um føroyska samfelagið skal fáa útlendingar at búsetast her, so má rúmligheitin víðkast. So mugu allar kreftir inkluderast í tað føroyska samfelagið, heldur Ole Wich. Hann tosar títt og skjótt um globali­ sering, um informatiónsøldina og um alnótina, sum eftir hansara tykki er størsta uppfinningin síðani hjólið. Hann tosar um eina samtíð, har mentanir møtast og smelta saman sum ongantíð áður. Har fólkasløg flytast sum ongantíð áður. Tey samfeløgini vinna, sum um­ stilla seg til nýggja veruleikan. Og tey samfeløgini tapa, sum reagera ímóti hesum ráki við mentanarligari protektionismu. – Stór lond kunnu liva við, at mynd: álvur haraldsen Tjóðskapur. Danski listamaðurin Ole Wich fýrir ikki fyri at brúka stórar armsrørslur og rópa upp, tá hann heldur, at okkurt skal sigast. Nú skrivar hann eina bók um "trongskygdan tjóðskap", sum hann málber seg Føroyska samfelagið kann samanberast við ein slitnan íbúðarbygning, sum trongir til eina umfatandi renovering