Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 198 · 16 oktober 2009 15 VIKUSKIFTI Eg havi skrivað um hana eina ferð fyrr. Amerikonsku kvinnuna, sum eg hitti á fjakkaraferð í India fyri væl og virðiliga einum mansaldri síðani. Tað var í øllum meldrinum á einari tokstøð uttan fyri allar bøgarðar har á leiðini. Hon var einsamøll á ferð, púra einsamøll. Vit prátaðu um ferðir okkara: ”á, hevur tú verið har, tað havi eg eisini.” ”Har er fantastiskt!” Eg kundi so ikki halda mær longur og spurdi hana, um hon ongantíð var bangin, soleiðis at ferðast einsamøll. Hon var ein vøkur, væl snarað og í allar mátar sjarmerandi kvinna, ljóshærd í tunnum summarkjóla. Fyrigevið, at eg eri sjavinistiskur eitt andarhald. ”Nei, nei,” svaraði hon bragdliga, ”eg havi jú hesa.” Og so vísti hon mær regnskjólið. Eitt av hesum gomlu, sum eru sterk sum eitt hvalvákn. Ein frammaná við tí, og tað lirraði ikki í tær. Eg segði einki. So segði hon goodbye og hvarv í meldrinum upp í ein vogn. Tíverri skuldu vit ikki við sama toki. Hitti hana ikki aftur á mínari longu ferð í Fjareystri. Eftir hendan prologin skal eg so siga frá, at seinast, eg var í Keyp manna­ havn, vildi eg havt eitt regnskjól, sterkt sum eitt hvalvákn. Ikki bara tí at tað regnaði illa. Men fyri, eins og tann amerikanska á tokstøðini í India, at verja meg. Á Vesterbro, har sum eg sum oftast gisti, tá eg eri í Keypmannahavn, er ikki friður úti fyri horum og lumma­ tjóvum Og hesin ólevnaður bara versnar. Tær svørtu eru tær ringastu, tær mest ágrýtnu, frekastu. Tær fíra ikki fyri at taka upp undir teg og kroysta fyri líka sum at reklamera fyri vøruni, sum fæst uttan MVG og onnur ósexut avgjøld.. Tær kenna eingi býarpartamørk, eru nú komnar heilt oman móti Ráðhústorginum við trolinum úti í bæði borð. Eitt nei takk skilja tær ikki. Komnar beint úr trøunum kenna tær ikki okkara siðir. Ein heil boulevard millum teg og tær er eingin forðing. Tær preia yvir um breiðstræti. Tað nyttar heldur ikki at skifta kós, 180 stig ella meira. Tær vilja hava meg, har er eingin bøn. Meg og ongan annan beint nú. Veit ikki, um tær eru so ágrýtnar, tí eirindarleysir og samvitskuleysir bakmenn noyða tær. Havi lisið okkurt um tað. Um so er, duga tær væl at spæla sjónleik, sera væl. Tí tær eru bæði sannførandi og ektaðar í sínum tilboði. Tað er mær, tær vilja sleppa í song við og ongum øðrum. Lummatjóvarnar kanst tú, tær, sum beinleiðis leggja á teg og káva uppi á tær har, sum lummarnir,, skjóta niður við einum piss off! ella fuck off! Tær vilja bara hava pengarnar hjá tær, uttan at geva nakað afturfyri, ikki so frægt sum eitt skjótt blowjobb. Ella á veg heim á hotellið í Tallin nak að væl eftir midnátt og nakrar stór ar øl. Tá kemur ein av hesum eystur evropearunum, sum hevur lært kapi tal ismu skjótt og væl sníkjandi at borði: ”Nice girls, You want nice girls? Very nice girls” og peikar á eitt lýsandi Night club longri niðri í gøtuni. Nei takk! Tá eg komi inn á hotellið, situr hann har við móttøkuna. Hann arbeiðir eis­ ini á hotellinum. Sat eina ferð aftan fyri tveir danir í flogfarinum á veg niður. Teir reypaðu óført um sínar upp­ livingar í Tórshavn by night. Annar spurdi hin: ”Vóru nakrar horur?” ” Ja, ja, men tær kostaðu einki.” Keypti fyri skjótt 20 árum síðani eina ferð til Teilands frá danskari ferða stovu. Eftir nakrar dagar í Bangkok gekk leiðin til Pattaya, vinarbýin hjá Sodoma og Gomorra. Har var skipað fyri vitjanum í ymsum syndabølum, horuhúsi til dømis. Ikki umbiðið ella bílagt, skal eg skunda mær at siga. Men hvat hugsa tey annað á ferða­ stovum, tá ein maður, 40 ár og einsa­ mallur, vil til Teilands? Tað er fyri at dríva hor, hvat tá? Vilja fólk selja seg øðrum at hugna sær við og keyparar eru, so er tað tað. No hard feelings hiðani. Útboð og eftir spurningur. Frí kapping. Men vælsignaðar horur, kvinnur og menn, úr øllum londum, gevið okkum, sum ikki vilja keypa, frið. Annars fáa tit ein við hvalvákninum. Hvør man selja regnskjól, sum ikki er gjørd í Kina? Hordómur feldur KlUmman høgni djurhuus Fyrimunur við at spæla í 1. deild KÍ er fyri fyrstu ferð flutt niður í næstbestu fótbóltsdeildina. Men fyri at ugga klaksvíkingar eitt sindur hava vit gjørt eina lista fyri nøkrum fyrimunum við at spæla í 1. deild 1 størri møguleiki fyri at vinna dystir. 2 Tá mann tapir, er tað ein fyrimunur, at fjølmiðlarnir gera lítið burtur úr 1. deild. 3 Færri fólk síggja, tá liðið spælir illa. 4 VB/sumba spælir í Vodafone-deildini. 5 Liðið verður helst í ovaru hálvu av stigatalvuni. 6 spælararnir hava góðan kjans at sleppa á landsliðið hjá Brian Kerr. 7 KÍ hevur vunnið 1. deild 17 ferðir - so hví ikki einaferð afturat. 8 KÍ verður nú favorittur ímóti hB, Víkingi, B68 og nsÍ. 9 Mennirnir hjá KÍ hava nú kjans at vinna líka nógvar dystir sum kvinnurnar. 10 KÍ sleppur at spæla ímóti FC hoyvík á niðara Vølli í havn. KÍ hevur góð minni frá niðara vølli. har vunnu teir meistaraheitið í 1972. 11 Tey stóru feløgini taka vanliga ikki atgongugjald til dystir hjá sínum eykaliðum. Klaksvíkingar kunnu tí sleppa ókeypis til nógvar av útidystunum. 12 Tapir KÍ, so hava fólk ein dag at koma fyri seg í, áðrenn tey aftur fara til arbeiðis mánamorgun. 13 Vinnur KÍ, so hava fólk ein dag at koma fyri seg í, áðrenn tey aftur fara til arbeiðis mánamorgun. 14 KÍ-kvinnurnar kunnu nú leggja sínar heimadystir sunnudagar klokkan 3. 15 um KÍ vinnur 1. deild, so hava teir vunnið 1. deild líka ofta sum hB - 18 ferðir. hB hevur nevnliga vunnið formuladeildina eina ferð og vodafonedeildina eina ferð. 16 KÍ fer nú helst at vinna sínar dystir á norðoyastevnu, á summarfestivalinum og á sjómannadegnum. 17 Tunnilsdagar eru vanliga leygardagar! Gott nokk gevst hann á landsliðnum, men ... »Seinasta uttanlands- ferðin hjá Jákupi« Portalurin Hava teir roynt speglið? »Javnaðarflokkurin leitar eftir sær sjálvum« Sosialurin Livdi ikki upp til navnið »Kim Dae Yong doyði 85 ára gamal« Portalurin Lívsfarligt! Gartnarin gongur høgt upp í trøini Føroyskur dystur? 1-0: Nikolaj L. Eriksen, 17. 1-1: Nenad Saric, 29. 2-1: Nikolaj L. Eriksen, 50. 3-1: Morten Overgaard, 60. 4-1: Stig-Roar Søbstad, 68. 4-2: Balazs Sinko (br.), 88. Portalurin ranga í strupan mynd: áLVur haraLdsen