fríggjadagur 16. oktober 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 198 - 16. oktober 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Turið Dahl, ættað úr Havn,
búsitandi í Ballerup, ferð
til gravar úr Skovvejskirken,
Digter parken 1 í Balle rup,
leygardagin kl. 14.30.
Hans Sørensen, ætt aður úr
Trongisvági búsitandi í
Tórshavn, andaðist í heim
inum týsdagin 82 ára
gamal. Bønarhald verður í
Lands sjúkra hú skapell inum
fríggjadagin kl. 19. Jarð
arferðin verður úr Havnar
Kirkju leyg ardagin kl. 13.
Tey ið vilja minnast Hans,
kunnu lata hjarta felag num
eina gávu, konta í pen
ingastovnunum.
Pauli Lassen, vanliga
nevndur Grethepauli, úr
Vági, andaðist á Lands
sjúkra húsinum miku dagin,
73 ára gamal. Kistan fer úr
Lands sjúkr ahú skapellinum
leygardagin kl. 14 til
Smyril. Jarðarferðin verður
úr Vágs Kirkju sunnudagin
kl. 13, sungið verður úr
sálma bókini. Tey íð vilja
minn ast Paula, kunnu lata
Meinig heits húsinum eina
gávu, konta nr. 409.767.0 í
Suðuroyar Sparikassa.
Lítla Ró, dóttir Margret og
Jóhan David Joensen,
Klaks vík, andaðist í heim
inum miku morg unin, 6 ára
gomul. Jarðarferðin verður
úr heiminum leygardagin
klokkan 13.30. Bøn ar hald
verður í Emmaus á veg í
Betesda. Tey ið vilja minn
ast Ró kunnu lata Zarepta
ella Legu húsinum í Nesvík
eina peningagávu.
Hans Petur Lamhauge,
Lamba, andaðist á Lands
sjúkrahúsinum mikudagin,
69 ára gam al. Farið verður
frá Lands sjúkra hús kapell
inum leygardagin klokk an
16. Jarðarferðin verður úr
Glyvra Kirkju sunnudagin
klokkan 14.
Archibald Norðberg, ætt
aður úr Hvalba, bú sitandi í
Tórshavn, and aðist á
Lands sjúkra húsinum hós
nátt ina, 87 ára gamal.
Hildur Isholm fer til
gravar frá Prestebo kirkju í
Herlev týsdagin 20. oktober
klokkan 13.30.
Anna Midjord, Vági,
ættað av Økrum, and aðist á
lands sjúkra húsinum mána
morg unin, 63 ára gomul.
Kistan fer úr land ssjúkra
húskapellinum fríggjadagin
kl. 17 umborð á Smyril.
Jarðarferðin verður úr Betel
í Vági til kirkju garðin á
Leiti, leygar dagin kl. 13.
Tey, ið vilja minnast Onnu,
kunnu lata Traktat grunn
inum eina gávu, konta í
peningastovn unum.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum mintust
meg á mínum 65 ára føðingardegi.
Heilsan
Kitty Gudmundsen, Vágur
Dagurin
16. oktober. Gallus, deyður á 640. Írskur munkur,
sum læt kleystrið St. Gallen við Bodenvatnið byggja.
Doyði 95 ára gamal.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Sunnudagin 18. oktober
verður Sólja í Ólavstovu 50
ár. Hon er dóttir Katrin,
ætt að úr Kaldbak, og Ólav
Mich elsen,
ættaður
úr
Øravík. Ólavur var kendur
sum blaðstjóri á 14. Sep
tember og sum býráðslimur
í Havn.
Tey bæði áttu fimm
døtur, og Sólja er næstelst.
Sólja fór eftir studentsprógv
niður at lesa løgfrøði, og
fekk hon prógv í 1985. Hon
kom aftur til Føroya og var
fram til 1987 fulltrúi á
lands skúlafyrisitingini. Síð
an var hon eitt ár stjórn ar
skrivari í Føroya Banka.
Men tá gekk leiðin til
Grøn lands, har hon í 1988
gjørdist fulltrúi í grøn
lendska heimastýrinum. Í
1992 gjørdist hon skriv
stovustjóri í lógardeildini,
seinni í innlendis og lógar
deildini, og í 20022003 var
hon forstjóri í grønlendska
heimastýrinum.
Hennara samband við
Grøn land kom fyrst og
fremst av, at hon hevði fing
ið
grønlendskan
mann
Niels Petersen. Saman við
honum eigur hon børnini
Ivalu og Janus.
Sum tað skilst hevur
Sólja verið væl umtókt í
Grøn landi, og koma grøn
lendsku ”spíssarnir” á vitj
an, so vitja teir eisini Sólju
og øvugt, tá ið hon vitjar í
Grønlandi.
Í Grønlandi er landsstýrið
partur í nógvum vinnufyri
tøkum, og Sólja umboðaði
eisini landsstýrið í nevndini
fyri bryggjarínum Nuuk
Imeq, har hon eisini var
for maður. Her var í hvussu
er eingin kreppa. Tað eina
árið seinast í 1990unum
var avlopið 36 milliónir
krón ur, fyrst og fremst
takk að ein vøkstur uppá
71% í sodavatns fram leiðsl
uni!
Men leiðin gekk aftur til
Føroya, og í 2003 verður
hon aðalstjóri í almannaráð
num. Men longu eftir valið
í 2004 verður heilsumála
ráðið og almannaráðið løgd
saman, sum tey høvdu verið
frammanundan, og tá gerst
Sólja deildarstjóri í Fiski
málaráðnum
Har komu vit at hava
sam skifti millum annað í
fiskivinnuráðnum, og Sólja
vísti seg at hava ta rættar
fatan, som ofta hevur verið
ein saknur í okkara skipan.
Umboðsmaður
Í 2005 fær Sólja tann stóra
heiður, at eitt samt ting bið
ur hana um at taka við sum
løgtingsins umboðsmaður
frá ársbyrjan 2006, og hetta
starv røkir hon nú.
Tað er einki at ivast í, at
hetta er eitt av teimum
týdn ingarmestu størvunum
í landinum. Tað kann í Før
oyum vera trupult at vita,
hvat ið vendur upp og hvat
ið vendir niður í løgfrøði
við teimum mótstríðandi
út meldingum
sum
ofta
koma. Tí er tað týdningar
mik ið, at vit hava eina lóg
armyndugleika,
sum
er
om an fyri hinar, og sum
bæði hevur eina rættar og
rættvísiskenslu,
sum
er
framm arlaga.
Tað tykist eisini, sum at
Sólja hevur hesar eginleikar.
Tær niðurstøður, sum koma
frá henni, tykjast eisini at
vera
skilagóðar.
Hildið
verð ur kanska, at tær ikki
altíð hava so stóra ávirkan.
Men her er størsta uppgávan
at fáa eina hugburðsbroyting
hjá
almennum
myndugleikum. Royndirnar
vísa, at hetta kemur at taka
sína tíð. Men her kann tað
bert ganga tann rætta veg
in.
Tá ið Sólja flutti til Før
oy ar var tað saman við
manninum Niels. Men hann
var sjúkur og doyði stutt
eft ir.
Seinastu árini hevur Sólja
hildið saman við Jóhann
Mort ensen, útvarpsmanni,
og tey búgva í barna heim
in um hjá mammu hennara í
Kaldbak.
Tey hava nógv til felags.
Johan
er
kendur
sum
náttúru menniskja, og tað er
Sólja so sanniliga eisini við
gongu og ríðitúrum.
So er Sólja eisini ”sjó
mað ur.” Hon hevur dugna
skapsprógv í sigling og fer
javnan á flot millum annað
út
á
Hoyvíksgrynnuna.
Henn ara nærmastu siga, at
hon er nærum ein fiskiklógv,
og hon hevur sett sær fyri at
vera sjálvforsýnandi við
frikadellum, og tað er hon
eisini!
Sosialurin ynskir Sólju
tillukku við teimum 50
árunum.
ó.
Sólja í Ólastovu 50 ár
Føðingar
26. september fingu Joan og Alexandur Abrahamsen,
Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði
3250 gr.
7. oktober fingu Tanja Lið Johansen og Allan
Eiriksson, Miðvági, eina dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 3650 gr.
9. oktober fingu Kristianna Poulsen og Jens Hentze,
Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
3950 gr.
9. oktober fingu Ingva og Ragnar Sørensen,
Trongisvági, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4300 gr.
10. oktober fingu Bergitha Vestergaard og Eron
Winther, Hoyvík, ein son. Hann var 53 cm langur og
vigaði 3800 gr.
11. oktober fingu Harriet Hansen og Jónleif
Samuelsen, Haldórsvík, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3225 gr.
12. oktober fingu Barbara S. Joensen og Sámal
Joensen, Streymnesi, eina dóttur. Hon var 56 cm long
og vigaði 4400 gr.
12. oktober fingu Lív Lenvig og Harry S. Jacobsen,
búsitandi í Keypmannahavn, eina dóttur á Hvidovre
Hospitali. Hon vigaði 3550 gr og var 52 cm long.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og bróðir
Dánjal Johan Lisberg
Tórshavn
búsitandi í Danmark
andaðist á Ríkishospitalinum
14. oktober 2009, 59 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju.
Kunngjørt verður nærri.
Familjunnar vegna
Malan, Jens, Hans, Hallur, Miriam, Sigurðjón og Eli
Tey, ið ynskja at minnast Dánjal Johan, kunnu lata eina gávu,
konta í Eik Banka.
Silvurbrúdleyp
Leygardagin 17. okt. kunnu hjúnini Aud og Siggvard,
Joensen, halda silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í
heiminum: Lauritsargøta 7, Tórshavn, frá kl. 17.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias
Jacobsen, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 7. nov. í
Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19. Tey, ið
ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu
siga frá á tel. 456737 ella 458625.
80 ára føðingardagur
Týsdagin 20. okt. verður Hildigarð Høghamar, Eiði, 80
ár. Føðingardagurin verður hildin leygardagin 24. okt. á
Hotel Eiði Frá kl. 18. Tey, ið vilja heilsa uppá Hildigarð
verða biðin at siga frá á tlf. 423045 (Hildigarð), 283541
(Annsy), 229727 (Nomi) áðrenn 17. okt.
90 ára føðingardagur
Sunnudagin 18. okt. fyllir Poul Jacobsen, Svínoy, 90 ár.
Dagurin verður hildin úti í Svínoy leygardagin 17. okt. kl.
19.