fríggjadagur 16. oktober 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 198 · 16 oktober 2009
16
VIKUSKIFTI
Uppgávan at velja 10 teir størstu profilarnar í føroyskum fótbólti er alt annað enn løtt.
tað veldst jú Um, hvørji kriteriUm verða nýtt í útveljingini. Fyri at lætta Um útveljingina
– og Fyri at einki lið skal setast eFtir – havi eg valt at taka ein spælara úr hvørjUm liði, og
so kUnnU Fólk vera samd ella ósamd í teimUm grUndgevingUm, sUm liggja handan valið.
EB/StrEymUr
Arnbjørn Hansen
Hóast ein formniðurgongd og argandi skaðar fyrra partin av kappingar árinum høvdu við sær, at EB/Streymur ongan tíð
kom heilt fram í oddin í ár, so er Arnbjørn Hansen sterkasta kortið hjá tvífaldu silvurvinnarunum. Evnini at standa á rætta
stað til røttu tíð eru framúr, og seinasta partin av kappingarárinum rann Arnbjørn upp eftir máltindunum, tó at hann ikki
rakk heilt á toppin í ár. Hevur hartil framúr styrki í luftspælinum, og tað var nakað, sum litavar eisini máttu sanna, tá teir
máttu nakkalangir av Svangaskarði.
VíKIngUr
Andreas Lava Olsen
Tað sigur ikki so lítið, at Andreas verður valdur sum stóri profilurin á einum liði,
sum eisini telur Súna Olsen, sum í mong ár hevur talst millum fremstu føroysku
fótbóltsspælararnar. Lava-maðurin hevur tó fram um alt nakrar dygdir, sum
vit ikki hava sæð í føroyskum fótbólti, síðani Todi Jónsson var upp á tað besta.
Vantandi fótbóltsliga uppalingin ger hann til ein óortodoksan álopsspælari,
sum altíð er førur fyri at gera tað óvæntaða, og eksplosiva antrittið er snøgt
sagt í altjóða flokki.
nSí
Bogi Løkin
Hóast hann ikki altíð er tann spælarin,
ið tú best leggur ti merkis, so er
Bogi ein ómetaliga týðandi partur
av liðnum hjá NSÍ – og fyri tað eisini
føroyska landsliðnum. Hevur sera
gott bóltskil, og kemur sær tí sjáldan í
óføri. Tekniskt telist hann millum teir
heilt frægu í føroyskum fótbólti, og
tá tað ræður um arbeiðsøki, er neyvan
nakar, sum rennur fleiri kilometrar
enn hann ígjøgnum ein dyst. Tí røktar
hann eitt sera stórt arbeiðsøki í
verjupartinum, eins og hann nærum
altíð er við frammi í álopinum, tá
mótstøðumálið skal hóttast.
Stórstu profilarnir 09
HB
Fróði
Benjaminsen
Við heitinum sum ársins leikari er
sjálvsagt, at Fróði Benjaminsen er størsti
profilurin hjá HB. Miðvallargeneralurin
hevur í fleiri ár prógvað, at hann er
ein tann mest kompletti spælarin í
føroyskum fótbólti við bæði tekniskum
og fysiskum dygdum. Serstakliga tí
hann hevur framúr dygdir bæði fram- og
aftureftir vøllinum, og sum box-til-box
spælari eru hansara evni framúr. Nakað
sum føroyska landsliðið eisini hevur havt
alstóra gleði av.
lagt tIl rættIS: jákup Mørk, jakup@sosialurin.fo · myndIr: Álvur Haraldsen
2
1
3
4