fríggjadagur 16. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 16. oktober 2009
17
Sunnudagin verður Poul
Jacobsen í Svínoy 90 ár.
Poul er ein av hesum gomlu
føroyingunm, sum hevur
roynt nakað nógv av hvørj
um gjøgnum sítt langa lív.
Hann hevur siglt sum flestu
aðrir, og hann hevur verið
raskur sum fáur.
Sum ein av teimum, sum
er komin nógv til Svínoyar,
hevur tað altíð verið huga
ligt at koma á tal við Poul.
Altíð er hann fryntligur og
altíð veit hann okkurt.
Heimferðin við
Fuglberg
Poul var við í eini nógv
nógv umtalari hending á
sjó num og var hetta ferðin
hjá Fuglberg, tá teir á fyrsta
sinni komu til Føroya.
Í 1946 keyptu Poul Mejer
Justinussen, Poul Jacobsen
úr Svínoy og Símun Micha
el Zachariasen, úr Tórshavn,
ættaður av Kirkju, línubátin
"Fuglberg”, sum var bygdur
í Danmark.
Poul Jacobsen er tann
ein asti av manningini, sum
er eftir á lívi av teimum,
sum í 1946 fór niður til
Danmarkar eftir Fuglberg.
Umframt teir tríggir eig ar
arnir var Thorvald Thomsen
úr Gøtu við sum motor
passari.
FFblaðið var í 2004 so
heppið at fáa frásøgn hjá
Póli um hesa ferðina, og
hon kann saktans endur tak
ast, nú Poul er 90 ár. Poul
greiddi frá:
Vit fóru niður til Dan
markar í november mánaði
við einum báti, sum æt
"Lingostrom". Hetta var ein
bátur, sum sigldi til Føroyar
eftir sild.
Ferðin niður gekk væl,
og arbeitt var so við at rigga
Fuglberg til. Tað gekk næst
an ein mánaður at gera
bátin siglingarkláran.
Vit fóru úr Keyp manna
havn nýggjársaftan eftir at
hava verið til døgurða í Før
oyingafelagnum. Vit fóru
avstað fríggjakvøld og at
byrja við gekk væl. Ættin
var landsynningur, men tað
var stormur. Um eg minnist
rætt, so var ferðin góðar 9
míl.
Eitt øgiligt brot
Triðja dagin eftir, at vit fóru
úr Danmark, vóru vit kom
nir norður um Hetland.
Knapp liga steðgaði motor
urin, og tað var ógvuliga
ringur sjógvur. Vit fingu
motorin aftur í gongd, men
tá høvdu vit fingið ein
sjógv, sum breyt hurðina í
stýrhúsinum.
Vit royndu at andøva,
men sjógvurin bara versn
aði. Lensipumpan var ikki
heilt í ordan, so Thorvald
og eg fóru niður í maskin
rúmi at arbeiða uppá hana.
Símun Michael var farin
fram í lugarið, Poul, skip ar
in, var einsamallur í stýr
húsinum.
Vit vóru akkurát komnir
niður í maskinrúmið, tá ið
vit fingu tann stóra sjógvin.
Vit høvdu ikki latið lúkuna
aftur niður til maskinrúmi,
men til alt Harrans held fór
hon sjálv aftur.
Hvussu langt báturin fór,
tá ið sjógvurin breyt, sóu
vit sjálvandi ikki. Men hann
fór so runt. Hann kom næst
an beinan vegin upp á rætt
kjøl aftur.
Thorvald og eg komu
sitandi niður á motorin,
sum enn gekk, men skjótt
stegðaði hann. Alt, sum var
í maskinrúminum, var end
að í einum staði.
Eingin av okkum fekk
nakran
stórvegis
skaða.
Thorvald fekk eina lítla
skeinu oman fyri eygað.
Poul Justinussen, sum var
í stýrhúsinum segði, at hann
var sum kílaður fastur í ein
um rúti. Báðar hurðarnar
vóru burtur og allir rútarnir
vóru brotnaðir.
Símun Michael var sum
sagt einsamallur í lugarin
um. Kappin fór oman av, so
lugarið fyltist skjótt við
sjógv.
Tá vóru vit allir ungir
menn í bestu árum, so vit
fóru beinanvegin at bøta
um skaðan. Vit høvdu mist
tað mesta av amboðunum
og tílíkum, so vit máttu
hjálp ast við tí, sum var við
hondina. Vit høvdu havt
mesanin uppi. Hon hevði
skrætt seg leysan og hekk
og flagsaði uppi í mastrini.
Vit funnu ein knív. So fór
eg upp í mastrina og fekk
skorið mesanina leysa og
fekk hana niður. Hon bleiv
so skorin sundur og bleiv
brúkt til at tetta holið í
kapp anum. Formasturin var
brotin, antennan til radio
var burtur, og bjargingar
báturin var brotin. Tá ið vit
høvdu tett sum frægast á
dekkinum, var farið undir
at fáa sjógvin úr maskin
rúminum.
Máttu oysa við
stivlunum
Eingin spann var at finna.
Tvær hondpumpur vóru,
men fingu vit tær ikki at
taka. Tað vísti seg seinni, at
tær vóru fullar av kolstøvi.
So var onki annað at gera
enn at lata seg úr stivlunum
og nýta teir at oysa við.
Sjógvurin var tá komin
upp á hálvan motorin. Tá ið
vit høvdu tømt maskinrúmið
og surrað alt sum frægast,
var farið at kanna eftir,
hvussu stóð til við provianti
og vatni.
Tað vísti seg, at sjógvur
var komin at øllum provi
antinum, og nógv var farið
fyri einki. Breyðini vóru øll
vát av sjógvi. Eisini vóru
øll rørini frá vatntangunum
farin og ikki var komandi
niður á dekslini. Tað var ov
nógvur sjógvur í bátinum.
Vit høvdu ongan hita, so
vit fingu tí ikki turka okkum
klæðini. Vit høvdu heldur
eingi neyðljós, so næturnar
vóru langar. Vit royndu at
rigga okkum lampur til,
men av tí at vit høvdu bara
ráolju, luktaði ikki so væl.
Provianturin
oyðilagdur
Tað gingu 3 samdøgur at
fáa motorin í gongd aftur.
Men hann bleiv skjótt í
ólagi aftur. Provianturin var
farin at ganga undan hjá
okk um, so vit tosaðu um,
hvussu vit kundu koma
fram í lastina. Ikki bar til at
fara niður í lastina orsakað
av veðrinum.
Tað var so, at í Keyp
manna havn høvdu vit tikið
proviant við til silvurbrúd
leypið hjá Símun Poulsen á
"Polo". Hann var mammu
beiggi til okkum Pólarnar.
Vit brutu eitt hol í skottið
millum maskinrúmið og
lastina, og komu vit inn í
last ina, men allur proviant
urin, sum har var, var oyði
lagdur.
Nakrir
ølkassar
stóðu eisini í lastini. Tað
merkiliga var, at næstan
allar fløskurnar, sum vóru
heilar, vóru næstan tómar,
tó at kapslarnir vóru á.
Vit gjørdu so eisini eitt
hol fram í lugarið. Vit
ætlaðu at fáa hita í kabúss
una, men rørið úr kabússuni
var burtur, alt sum tað var.
Thorvald og Poul ar
beiddu upp á radio. So við
eitt hoyrdu teir "Pride",
sum var á veg út av Havnini.
Sama dag fingu vit samband
við "Skálaberg", sum Dávur
í Gerðum var skipari á.
Hann fekk givið boð til
Havnar og Klaksvíkar.
»Thorshavn« fór beinan
vegin avstað at hjálpa, men
orsakað av illveðri vendu
teir við aftur.
Norðbúgvin«,
sum
Svenn ing Johannesen førdi
fór síðani út at leita, og
hann fann okkum ca. 160
fjórðingar í ein landnyrðing
úr Kallinum. Báturin varð
so sleipaður á Klaksvík, og
komu vit at keiini sunnu
kvøldið kl. 23."
Poul endar frásøgnina við
at siga, at tað var ringt at
vera svangur og kaldur í
fleiri dagar, men tað ring
asta var onki vatn at fáa.
Húsið hevur dugnað
Svínoynna
Poul var giftur við Nikolinu
av Húsum, sum er deyð fyri
nøkrum árum síðani. Tey
fingu trý børn. Sigast kann
at teirra partur hevur ikki
ligið
eftir
at
menna
Svínoynna. Poul hevur búð
har úti til fyri kortum. Eyð
un hevur sum bygda ráðs
limur og formaður barst
fyri oynna, og dóttir Oddvør
hevur handil har úti, hóast
tunna
fólkagrundarlagið.
Ein onnur dóttir er Eilen.
Her skal verða ynskt Poul
hjartaliga
tillukku
við
degnum, sum verður hildin
nú leygardagin, ja, hvar
aðra staðni enn í Svínoy.
ó
Poul Jacobsen 90 ár:
Tá ið Fuglberg fór runt
Poul Jacobsen verður 90 ár sunnudagin
Poul Justinussen, skipari á Fuglberg, saman við konuni Betti
Højgaard
Fuglberg fór runt