Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 198 · 16 oktober 2009 17 VIKUSKIFTI B68 Nenad Stankovic Hóast Ahmed Keita kanska er størsta stjørnan hjá toftamonnum, so hevur tilgongdin av Nenad Stankovic verið sera týðandi hjá liðnum. Árini á Skála, í Runavík og nú á Toftum hevur Nenad prógvað, at hann uttan iva er besti defensivi miðvallarin í landinum. Evnini til at seta mótálop ígongd, bara brotpartar eftir at bólturin er vunnin, eru framúr, og hesin eginleikin ger, at Nenad sera ofta hevur triðja- ella fjórðseinasta fótin á teimum málum, sum lið hansara hava skotið. AB Nikolaj Eriksen Ein stórur partur av frágreiðingini til niðurtúrin hjá AB miðskeiðis í kappingini var fráveran av Nikolaj Eriksen. Tí AB við og uttan danska framherjan var als ikki sama liðið. Sum target-spælari er danin í serflokki, og talan er veruliga um ein áleypara, sum verjuspælarar hata at dekka. Ikki minst tí tú veruliga merkir hvønn tann einasta nærdyst. Støðuga arbeiðsorkan ger, at Nikolaj fyrr ella seinni í dysitnum brýtur verjugarðin, og umframt sjálvur at avslutta væl, hevur hann eisini víst eitt sera gott hegni at finna leysar viðspælarar. ÍF Andy Olsen Runavíkingurin hjá ÍF fekk við kappingarlok løn fyri hart arbeiði, tá hann var við á landsliðsferðini til Rumenia. Sum kantspælari hevur hann nakrar framúr dygdir. Serstakliga við hørðu og skrúvandi innleggunum, sum ofta liggja illa til verjuna men væl til áleypararnar. Í ár er hetta eisini kryddað við einum nógv meira beinleiðis spælistíli, har Andy støðugt hevur verið ein hóttan móti mótstøðuverjunum, eins og arbeiðsinnsatsurin støðugt hevur ligið væl oman fyri meðal. B36 Róaldur Jacobsen Sum bóltspælari er Róaldur uttan iva eitt tað størsta talentið, sum føroyskur fótbóltur hevur fostrað. Hevur eitt intuitivt yvirblikk av tí slagnum, sum ikki kann venjast, og hetta ger, at hann altíð hevur góða tíð á vøllinum. Líka mikið, hvørja mótstøðu talan er um. Hevur hartil góðan bóltførleika, stóra arbeiðsorku og ein góðan sparkiteknikk. Enn kann fysiskkurin betrast, men verður hann tað, kann talan lættliga gerast um næsta føroyska profilin, sum ger um seg í fremstu røð uttanlands. KÍ Jákup Mikkelsen Hóast niðurflytingin ikki var tað, sum Jákup ætlaði sær, nú heystið á hansara yrkisleið er um at vera runnið, so kann landsliðsmálverjin á ongan hátt lastast fyri hesa. Tvørtur ímóti var hann í fleiri dystum garanturin fyri, at tapini hjá unga KÍ-liðnum ikki gjørdust enn størri, og hóast mótrákið gjørdist eyka hart, tá leikluturin eisini var at vera hjálparvenjari, gekk Jákup støðugt á odda í stríðnum hjá KÍ. Í landsliðshøpi hevur hann eisini støðugt skarað framúr, og tað var ein profilur av teimum heilt stóru, sum beyð føroyska landsliðnum farvæl mikukvøldið. 07 VestUr Jens Erik Rasmussen Bara tað at tú sum 41 ára gamal framvegis kann gera teg galdandi í fremstu røð, er nakað heilt, heilt serligt. Miðvingurin á vágaálopinum tykist tó á ongan hátt nervaður av føðibrævinum, sum er eldri enn hjá nøkrum øðrum av teimum, sum hann í ár kappaðist við. Bóltførleikin hevur altíð verið framúrskarandi, og hóast kropsligi veikleikin kanska viðførdi, at landsdystirnir gjørdust ov fáir í tali, hevur Jens Erik seinastu 24 árini talst millum mest undirhaldandi føroysku spælararnar. Og hóast niðurflytingin gjørdist veruleiki, so skal eingin verða bilsin, um Jens Erik Rasmussen fer at eiga týðandi leiklut í royndunum hjá 07 Vestur at spæla seg upp aftur í Vodafone-deildina. 5 6 7 9 8 10