fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. oktober 2009 FAROEXPO 9
LÝSINGARTILFAR
P/F Borg, sum nú hevur
stívliga tvey ár á baki undir
einum hatti, er nógv meira
enn timbur. Fyritøkan
er eisini veitari av eitt
nú køkum, hvítvørum,
baðirúmsmøblum,
flísum, gólvum og alskyns
amboðum
Tað var hin 21. september í
2007, at tær tríggjar fyritøkurnar,
Højgaards Handilsvirki, Klement
Petersen og Timburhandilin í
Klaksvík, vórðu savnaðar undir
einum og sama navni, Borg.
Stigið varð tikið soleiðis, at
fyritøkan kundi fáa eitt felags
andlit úteftir og fyri at savna alt
virksemi í sama felag.
Tað er P/F KN, sum eigur P/F
Borg, og eigarar av P/F KN eru
Jónsvein Knudsen, Rodmundur
Nielsen og Jóhannus Danielsen.
Stórt útboð
Jóhannus Danielsen sigur, at
fyritøkan í fyrsta lagi er kend
sum veitari av øllum, sum
timburvinnan hevur brúk fyri.
- Vit hava soleiðis timburhandil
í Runavík og timburhandil í
Klaksvík, sum báðir hava alt tað,
sum timburvinnan hevur brúk
fyri. Eru tað ring, sum ikki eru á
goymslu, útvega vit tey.
Hann vísir á, at umframt alt
vanligt timbur og aðrar vørur,
sum hoyra uppí byggiarbeiði, eitt
nú vindeygu, hurðar,
garaguhurðar, flísar og gólv, eru
amboðsdeildir bæði í Runavík og
Klaksvík, har flest øll smáamboð
eru at fáa.
- Hjá Borg í Saltangará, har
Klement Petersen var áður, hava
vit eisini køkar, skrivstovu-
møblar, baðirúmsmøblar, sauna
og gosbað umframt hvítvørur,
sigur Jóhannus Danielsen, sum
eigur sín part í fyritøkuni.
Borg er eisini veitari av
spreingievni til entreprenørar.
Hjá P/F Borg arbeiða 40 fólk.
Stjóri er Rodmundur Nielsen.
Er tað timbur –
so er tað Borg
Góð fígging til
burðardygga vinnu
www.eik.fo
Eik Banki P/F
Yviri við Strond 2
100 Tórshavn
Tel 348 000
Fax 348 800
eik@eik.fo
VASTI
Góð fígging til
burðardygga vinnu