fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2009
LÝSINGARTILFAR
Vinnustevnan FaroExpo
er vaksin á hvørjum
ári – ikki nógv, men við
nøkrum fáum fyritøkum.
Í ár er stevnan størri
enn nakrantíð áður við
sløkum 55 luttakandi
fyritøkum, stívliga 30 úr
Føroyum og umleið 20 úr
skandinavisku londunum.
Ísland, sum ikki var við í
fjør, er umboðað við ikki
færri enn fimm fyritøkum
á stevnuni hesaferð
Í komandi viku verður FaroExpo
hildin á fimta sinni í Runavíkar
kommunu. Tað er ítróttarhøllin í
Runavík, sum er karmur um
sjálvt fundarvirksemið, og síðan
verður nýggja Løkshøll fyri
fyrstu ferð karmur um teir
fyrilestrar, sum verða hildnir,
meðan stevnan er.
Fyrilestrarvirksemið hevur øll
hini árini verið í Kelduni í
Skálafirði, men nú kommunan
hevur fingið stórt og snotuligt
mentanarhús, sum Løkshøll er,
skapar hetta nýggjar møguleikar,
bæði sum fyrilestrarhøli og sum
karmur um fleiri tiltøk á
fjølbroyttu mentanarvikuni.
Símun Hammer, stjóri í Virkis
ráðgevingini, sum vegna
Eysturoyar Vinnulívsfelag og
Runavíkar kommunu stendur
sum samskipari av FaroExpo,
ásannar, at tað verður høgligari,
nú luttarkar á stevnuni bert skulu
vestur um Løkin til fyrilestrarnar.
Hann væntar eisini, at
tað fer at rigga væl, nú fleiri
tiltøk verða at finna undir sama
taki í Løkshøll.
Stevnan veksur
Tað eru Eysturoyar Vinnu
lívsfelag og Runavíkar komm
una, sum formelt standa aftanfyri
FaroExpo.
Upprunaligi tankin var at
skapa eitt hvørt tiltak her í
komm ununi, sum í stødd og
innihaldi hóskaði til økið og sum
kundi draga fólk higar. Tankin
var, at vinna og mentan kundu
ganga hond í hond, sum tikið
verður til, soleiðis at skilja, at
talan bæði var um ein vinnuligan
og ein mentanarligan part um
somu tíð.
Símun Hammer sigur, at
luttøkan á FaroExpo er vaksin á
hvørjum ári – ikki nógv, men við
nøkrum fyritøkum.
Nú hevur vinnustevnan verið
hildin á hvørjum ári hesi fimm
árini, men tankin við mentanar
vikuni var og er eisini, at sjálvt
um FaroExpo ikki hevði verið á
hvørjum ári, skuldi mentanar
vikan kortini haldast sum áður.
Úti í heimi er ikki óvanligt, at
stórar vinnustevnur eru annað
hvørt ár, og tað eru eisini tær,
sum verða hildnar við nøkrum
árum ímillum, eitt nú velduga
stóra fiskivinnustevnan í spanska
býnum, Vigo.
Vit hava tó ongar ætlanir um,
at FaroExpo ikki eisini verður
hildin komandi ár – á sætta sinni,
sigur Símun.
Ísland er við
Á FaroExpo hesaferð verða út
við 55 fyritøkur úr Føroyum og
serliga úr londunum í
Skandinavia. Orsøkin til, at flestu
útlendsku fyritøkurnar eru úr
Skandinavia er, at fyrireikararnir
serliga venda sær til fyritøkur í
londunum uttanum okkum.
Hinvegin eru eisini fyritøkur við,
sum umboða aðrar fyritøkur
langt burtur.
Føroysku fyritøkurnar eru
stívliga 30 í tali, og flestu av
hesum hava verið við áður.
Onkur fyritøka er kortini nýggj.
Tað vil so vera, at onkur er við í
eitt ár og kanska ikki árið eftir.
Hinvegin eru fleiri, sum hava
verið við á hvørjum ári.
Símun sigur, at í fjør var eingin
íslendsk fyritøka við, men
hesaferð eru tær fimm í tali, og
tær umboða bæði tænastur og
framleiðslur.
Spurdur, hvør orsøkin man
vera til, at íslendskar fyritøkur
júst eru við í ár, nú landið er so
hart rakt av fíggjarkreppu, sigur
stjórin í Virkisráðgevingini:
Tað er sjálvandi ilt at siga.
Eitt er, at íslendskar fyritøkur
kanska í størri mun venda sær
úteftir heldur enn inn eftir. Hin
møguleikin er, at íslendingar – tó
at teir eru hart raktir – kortini
hava orku og vilja til at arbeiða
seg burtur úr trupulleikunum.
Hetta kann eisini vera ein saman
tvinning av báðum, leggur hann
aftrat.
Væl fyriskipað
FaroExpo er ikki ein framsýning,
men ein stevna, har fundarborðið
er miðdepilin. Stevnan byggir
neyvt á avtalaðar fundir millum
seljarar og keyparar, sum hittast í
Tað hevur gingið betu
- Tað hevur gingið rímiliga væl at fáa fyritøkur at taka lut á stevnuni hesaferð – kanska betri, enn vit høvdu væntað, nú fíggjarligu umstøðurnar kring um
okkum hava verið so ótryggar, sigur Símun Hammer, stjóri í Virkisráðgevingini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ítróttarhøllin í Runavík verður
karmur um sjálva vinnustevnuna,
FarpExpo, sum í næstu viku verður
hildin í Runavík á fimta sinni
Mynd: Vilmund Jacobsen