fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. oktober 2009 FAROEXPO 11
LÝSINGARTILFAR
ur enn væntað
ein hálvan tíma. Tá tíðin er lokin,
ringir ein klokka – og tá byrja
nýggir fundir.
- Alt er avtalað frammanundan,
men sjálvandi ber til hjá
fyritøkum, sum halda seg hava
meira at tosa við hvørja aðra um,
at halda fram við práti og
fundarvirksemi. Tað er soleiðis,
at ein stór kafé er skipað í
ítróttarhøllini, har fólk hittast
gjøgnum dagarnar og kunnu
sessast saman.
Hesin fundarháttur er vorðin
meira vanligur á slíkum stevnum,
og vit kunnu leggja aftrat, at tá
ferðavinnustevnan Vestnorden
Travel Mart var í Keypmanna-
havn fyrr í heyst, vóru tey eisini
farin yvir til fundarvirksemi, sum
líkist tí, ið øll árini hevur
sermerkt FaroExpo.
Símun vísir á, at tað fyrsta árið
høvdu onkrir luttakarar kanska
lyndi til at halda, at avtalaðu
tíðirnar ikki vóru so avgerandi
neyðugar, tí stevnan kortini vardi
meira enn henda eina hálva
tíman.
- Men luttakarar sóu skjótt,
hvussu avgerandi tað er, at tíðir
verða hildnar. Annars er vandi
fyri, at tú dettur burtur ímillum,
tí tá tú kanska einaferð ert tøkur,
eru aðrir fundir í gongd.
Hann leggur aftrat, at onkur
dømi vóru um hetta tað fyrsta
árið – og serliga tann fyrsta
morgunin, tá stevnan byrjaði.
- Eg vil siga, at henda skipan
riggar sera væl, og eg haldi
eisini, at fyritøkurnar, sum eru
við á FaroExpo, dáma væl
hendan mátan at hittast, tí hann
er effektivur, sigur Símun.
Gingið væl
Stjórin í Virkisráðgevingini sigur,
at tað hevur gingið rímiliga væl
at fáa fyritøkur at taka lut á
stevnuni hesaferð – kanska betri,
enn hann hevði væntað, nú
fíggjarligu umstøðurnar kring
um okkum hava verið so
ótryggar.
- Jú, eg haldi ikki, vit skulu
klaga. Tað hevur gingið væl
betri, enn vit høvdu væntað.
Á Virkisráðgevingini í
Saltangará starvast vanliga trý
fólk, men nú fyrireikingarnar av
FaroExpo hava verið, hava tey
havt onnur at hjálpa sær.
- Eitt slíkt tiltak krevur nógva
orku og nógv samskifti, men nú
eru vit undir landi, og FaroExpo
er klár at seta á kjøl, sigur
stjórin, Símun Hammer.
The Fresh Feed
Havsbrún Ltd. · P.O.Box 81 · FO-530 Fuglafjørður · Phone +298 414460 · Fax +298 414461· havsbrun@havsbrun.fo
Exclusively fresh fish feed.
Havsbrún's high energy fish feed is mixed with Havsbrún's own fish meal and fish oil,
which is produced from same species that wild Atlantic Salmon prefer.