Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2009 LÝSINGARTILFAR Dagin eftir, at FaroExpo endar, fyllir klædnafyritøkan, Mr. Klaus Johansen, 40 ár. Nú verður danska fyritøkan við á FaroExpo á fyrsta sinni 23. oktober eru 40 ár liðin, síðani harraklæðis handilin, Nyt Tøj læt upp. Og líka síðani hava mann­ fólk kunna keypt klæðir frá innast til uttast, bæði til gerandis og til veitslu. Og soleiðis er eisini í dag, nú Mr. Klaus Johansen á fyrsta sinni tekur lut á FaroExpo. Tað var í 1969, at alt byrjaði. Handilin Nyt Tøj læt upp, og tá var tað Tage Rasmussen, sum eisini átti og rak Mr. Tage Rasmussen í Sæby, sum stóð til róðurs. Hetta var sama ár, sum aðrar stórhendingar fóru fram, ikki minst søguliga stigið, sum Neil Armstrong tók, tá hann setti fótin á mánan. The Beatles gav út legendariska Abbey Road, Richard Nixon loysti Lyndon B. Johnson av í Hvítu Húsunum og Joachim Prinsur varð føddur. Tað var tíðin við ungdómskollvelting, Woodstock­festivali, flower­ power og Vietnam­kríggi. Søgan Nógv vatn er runnið í ánni síðani tá, og nógvar síður eru skrivaðar í søgubøkurnar. 1. februar 1970 fær Nyt Tøj nýggjan leiðara tá Finn Nørskov tekur yvir. Seinni sama ár skiftir handilin eisini navn til Mr. Nt Tøj. Eftir tveimum árum sum leiðari stendur Finn Nørskov í boði at keypa helmingin av handlinum, og hann tók av. Fimm ár seinni, í 1977, keypir hann so hin helmingin og átti sostatt handilin einsamallur; samstundis broytir hann navnið til Mr. Nørskov. Ein dagin í 1995 trínur ein ungur maður inn um dyrnar og fær starv sum lærlingur. Tað er núverandi eigarin, Klaus Johansen. Eftir bert einari viku letur hann stjóran vita, at hann fegin vil yvirtaka handilin ein vakran dag. Tað verður drigið nakað upp á smílibondini eftir ambitiøsa unga manninum, men 1. mars 2005 gerst dreymurin til veruleika fyri Klaus Johansen. Eftir nøkur lærurík ár í handlum á Sælandi, yvirtekur hann lærupláss sítt sum 27 ára gamal. Við gjøgnumgangandi umvælingum í handlunum fær hann skjótt sett sín egna dám á, og við navnaskiftinum til Mr. Klaus Johansen, er eitt tíðarskeið av og eitt nýtt byrjað. Og nú kundi verið líkt til, at Mr. Klaus Johansen ætlar sær at kanna føroyska marknaðin og kanska koma sær inn á hann. Í hvussu er verður fyritøkan við á FaroExpo 2009. Mr. hátíðarheldur 40 ár Eik Banki gongur ímóti streyminum og varðveitir deildina í Gøtu, meðan aðrir peningastovnar lata deildir aftur. – Vit vilja vera sjónlig og aktiv, og Eysturkommuna er ein góð kommuna at virka í, sigur Margareth D. Djurhuus, dagligur leiðari Deildin hjá Eik í Gøtu hevur fleiri ár á baki, og hon er í dag ein topp­modernað bankadeild við fullari service. Deildin varð sett á stovn í 1970 sum ein avgreiðsludeild, men fyri nøkrum árum síðani varð hon skipað sum ein sonevnd full service­deild. Starvsfólkini fóru frá at vera tvey til nú at vera fýra. Eisini er deildin dagførd og umvæld, so hon í dag veruliga er partur av einum nútímans banka. ­ Her er bæði avgreiðsla og kundaráðgeving. Í ráðgevingini leggja vit dent á HeildarPrátið, so kundarnir fáa eitt heildar­ yvirlit yvir fíggjarligu støðuna, ið kann vera samansett á ymsan hátt. Soleiðis fáast eisini fram fíggjarligu møguleikarnir, ið eru, sigur Margareth D. Djurhuus, dagligur leiðari á deildini hjá Eik í Gøtu. Eik víðkar meðan hini rýma Margareth D. Djurhuus sigur, at hóast fíggjarkreppa herjar um allan heim, so merkist hon ikki so væl í Eysturkommunu. ­ Tað tykist, sum vit her á leiðini, eru sloppin rímiliga væl frá kreppuni. Her á økinum eru fleiri góð arbeiðspláss, so vit merkja sum heild ikki nógv til kreppuna. Bæði í Leirvík og í Gøtu eru stór arbeiðspláss, t.d. Tavan, Høvdavirkið, Fiskavirkið í Gøtu og so sjálvandi eisini IRF, sigur Margareth D. Djurhuus. Hon vísir á, at meðan aðrir peningastovnar hava stungið í sekkin og latið aftur deildir í Gøtu og Leirvík, hevur Eik Banki hinvegin valt at verða verandi í kommununi. ­ Fólk seta sum heild prís uppá at hava ein aktivan banka í nærumhvørvinum, og vit vóna, at hetta í støðugt størri mun fer at síggjast aftur í kundatil­ gongdini. Samstarv við Víking Dagligi leiðarin hjá Eik í Gøtu sigur, at optimisman ræður í Eysturkommunu, ið er ein samanrenning millum Leirvíkar og Gøtu Kommunu. ­ Her hevur gingið væl síðani kommunurnar kastaðu saman, og tað merkist eisini á fólkinum. Ítróttafeløgini gingu á odda og gjørdu eitt samstarv, og tað hevur helst havt ávirkan á, at saman­ leggingin av kommun unum eisini gekk væl, sigur Margareth D. Djurhuus. ­ Eik er eisini farin í samstarv við samanlagda fótbóltsfelagið, Víking. Vit hava gjørt samstarvs­ og høvuðssponsoravtalu við Víkingi. Tað eru tvær síður av at vera samstarvspartnari við Víking. Á tí ítróttarligu síðuni, eru vit við til at geva íbúgvum í kommununi møguleika at menna seg ítróttarliga. Meðan siktið hjá Eik er at kunna økja okkara marknaðarpart á økinum, og vit meta, at hetta er ein góður máti at marknaðarføra okkum, sigur Margareth D. Djurhuus. Hon heldur, at Eysturkommuna er eitt sera spennandi øki við stórum møguleikum bæði vinnuliga og privat, og økið kann gerast ein kraftmiðdepil. ­ Heldur kommunan fram at arbeiða so væl, er sannlíkt, at hon kann draga fólk aðrastaðni til sín, metir Margareth D. Djurhuus at enda. Á FaroExpo fær Eik Banki enn ein møguleika at greiða fólki frá, hvørjar tænastur, bankin bjóðar, eisini í Eysturkommunu. Aktivur banki á spennandi vakstrarøki Margareth D. Djurhuus, dagligur leiðari á deildini hjá Eik Banka í Gøtu. Á myndini eisini er Anni K. Olsen, sum hevur starvast hjá Eik í Gøtu í 21 ár