fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. oktober 2009 FAROEXPO 13
LÝSINGARTILFAR
El-talvuvirkið hevur
rundað tey 25 árini og
veitir eltalvur, stýri- og
krafttalvur og annað til
føroyska marknaðin
El-talvuvirkið varð stovnað í
1983 og gongur sostatt á 26. ári.
Eyðun Hansen er stjóri á
virkinum, sum hann sjálvur
stovnaði í 1983, og í dag eru 14
fólk í starvi á El-talvuvirkinum.
Til føroyska marknaðin
- Vit framleiða stýri- og kraft-
talvur til føroyska marknaðin. Í
høvuðsheitum er tað til skip,
virkir og almennar bygningar, ið
vit frammleiða til. Vit projektera
og installera talvur, og framleiða
automatiskar styringar, gene-
rator anlegg v.m. sigur Eyðun
Hansen, stjóri og stovnari av
El-talvuvirkinum.
Verkstaður
- Vit hava eisini elektromekan-
iskan verkstað. Vit umvæla gene-
ratorar, elektromotorar og vatn-,
lensi- og hydraulikk pumpur, og
gera annars tað, sum slík verk-
støð fáast við, sigur Eyðun
Hansen.
El-tænasta til skip og virkir
Nógv av arbeiðinum hjá
El-talvuvirkinum fer fram
umborð á skipum og á virkjum,
og er tað umvæling av talvum,
stýringum og øðrum, og tað eru
elektrikarar, ið taka sær av
hesum arbeiðinum.
Expo er marknaðarføring
- Vit eru við á Fish Expo, tí hetta
er marknaðarføring. Til ber at
tosa við møguligar kundar, og
eisini samstarvsfelagar. Vit
kunnu t.d. koma á tal við
útlendskar fyritøkur um keyp og
sølu, vitan og møguligt samstarv.
Hetta er gott høvi at koma á tal
við fólk. Tiltakið er skipað so, at
ein fundast ein hálvan tíma við
hvønn luttakara, so ein kemur
skjótt ígjøgnum allan skaran, og
so kann ein møguliga tosa nærri
seinni, sigur Eyðun Hansen.
Hann metir hetta vera góðan
møguleika at koma í samband
við fólk.
- El-talvuvirkið bjóðar seg
fram, sigur Eyðun Hansen, ið
metir, at tað er av týdningi, at
fylgt verður upp seinni, og at
samskifti eftir tiltakið er av
stórum týdningi, um nakað skal
spyrjast burturúr.
El-talvur og annað til føroyska marknaðin