Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2009 LÝSINGARTILFAR - Eftir at vit hava bygt fyritøkuna út við keyp- inum av lýsingar stovuni Vasti, kunnu vit nú bjóða kundunum heildarloysnir »frá hugskoti til veruleika«, sigur Signar í Homrum, sølu- og marknaðarleiðari Estra er ein av góðu gomlu prentsmiðjunum, sum var sett á stovn í 1965. Øll árini hevur hon leverað dygdarvørur úr virkinum í Gøtu, og seinastu tíðina er virksemið økt. - Vit keyptu lýsingarfyritøkuna Vasti í 2005, og tankin aftan fyri var at kunna bjóða viðskiftafólki »frá hugskoti til veruleika«. Tað merkir, at kundar kunnu koma til okkara við einum berum hugskoti, so snikka vit tað til grafiskt, og kundin fær so lidnu vøruna í hondina frá okkum, sigur Signar í Homrum. Stóra broytingin er sjálvandi, at fyritøkan nú kann bjóða sniðgeving til kundarnar eisini. - So er tørvur á einihvørjari grafiskari prentloysn, so hava vit hana, sigur Signar í Homrum. Hann sigur, at tað merkir, at tey nú hava kreativ fólk í húsinum, umframt góðar og dugnaligar prentarar. - Vit klára eisini allar vanligar prentuppgávur og til serligar uppgávur hava vit samstarvs- felagar uttanlands, sigur Signar í Homrum. FaroExpo góð eksponering Seinni parturin av heystinum plagar at vera strævnasta tíðin á árinum. - Vit prenta vanliga nógvar bøkur um ta tíðina. Tað er jú vanligt, at nógvar bøkur koma út til jóla, so tað er ein stórur partur av arbeiðinum, sigur Signar í Homrum. Men eisini alt vanligt ark-prent verður gjørt, tað veri seg alt frá visittkortum um brævbjálvar, brævpappír, postkort til faldarar. - Vit prenta stutt sagt alt uttan rotatiónsprent, tað vil siga dagbløð, sigur Signar í Homrum. Prentsmiðjan hevur øll árini ligið í Gøtu, og tað heldur sølu- og marknaðarleiðarin er ein fyrimunur. - Vit hava sera nógv viðskifta- fólk kring alt landið, sum vit loysa allar møguligar uppgávur fyri, og við at liggja í Gøtu er skjótt at koma runt til kundar okkara, óansæð hvar í landinum tað er, sigur Signar í Homrum. Og so er tað ikki verri heldur, at vit liggja beint omanfyri sandin í Syðrugøtu, við tí frálíku útsiktini sum har er. Estra hevur ikki tikið lut á FaroExpo áður, og er tí við fyri fyrstu ferð. - Vit síggja hetta sum ein góðan møguleika at vísa fram, hvat tað er, vit kunnu bjóða. Hetta er eitt gott høvi, tí sannlíkindi eru at finna nýggj viðskiftafólk, so hetta eru vit spent upp á, sigur Signar í Homrum, sølu- og marknaðarleiðari á Estra. Estra bjóðar heildarloysnir Vit selja salt til matvøruvinnuna. Eisini selja vit vegsalt O k k a r a s a lt E r ú r t u n i s O g B a h a m a s Ovari Vegur 29 · 690 Oyndarfjørður · Tel 224540 · Fax 444523 · arni@saltkaup.is Plastprent Føroyar selur allar plastvørur til innpakning, so sum prentaðar og óprentaðar plastberiposar, húsarhalds- og ruskposar, strekkfilm at vikla um plattar. o.a. Eisini hava vit posar úr 100% niðurbrótiligum tilfari. Plastprent Føroyar • Ovari Vegur 29 • 690 Oyndarfjørður tel 444533 • fart 224540 • fax 444523 • arnij@plastprent.is