Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 16. oktober 2009 FAROEXPO 15 LÝSINGARTILFAR Tað er avgerandi at Føroyar granska innan aling, um alivinnan skal verða kappingarfør í framtíðini Í løtuni arbeiðir Fiskaaling við fleiri granskingarætlanum. - Føroyska alivinnan hevur havt góð úrslit seinastu árini, men vinnan er lívfrøðiliga við- brekin og hon er dagliga í harðari altjóða kapping. Tí er neyðugt at Føroyar granska innan aling, sigur Ingolf Joensen, stjóri á Fiskaaling. Møguleikarnir at veksa um inntøkurnar hjá føroyska sam- felagnum eru kanska eina mest ítøkiligir innan aling, havandi í huga, at vanligt fiskarí er hart troytt, og at flestu aðrar vinnur í Føroyum eru undir hørðum trýsti í altjóða kappingini. Ì grannalondunum verður nógv orka brúkt uppá gransking innan aling, bæði innan almennar og lokalar avbjóðingar. Taka Før- oyar ikki eisini taka lut í vinnu- gransking, fáa kappingar neyt- arnir tann marginala fyrimunin, sum gerð at alingin í Føroyum verður eftirbátur og til síðst ikki hórar undan. Sum dømi um vakstrar møgu- leikar, nevnir hann aling á meira harðbaldum økjum. Har eru nógvar avbjóðingar, men verða teknisku- og lívfrøðiligu forðingarnar loystar, eru stórir møguleikar fyri, at føroyska samfelagið, á ein burardyggan hátt, kann økja um inntøkurnar hjá Føroyum. Fiskaaling fer framyvir at leggja áherðslu á granskingar- og menningarvirksemi innan aling í Føroyum. Framleiðslan av laksa- rognum steðgar, tí laksarogn partvíst verða innflutt og tí fram- leiðslukostnaðurin av rognum í einum lítlum lívfiskasystemið sum tí føroyska, er munandi hægri enn marknaðarprísurin. Føroyskir granskarar Fiskaaling hevur 3 PhD-verk- ætlanir í gongd, umframt aðrar vinnuligar aliverkætlanir. Verkætlanin »Fitisýran TTA í eini dynamiskari framleiðslu av atlantiskum laksi« skal kanna, hvussu ein dynamisk saman- seting av fóðri kann lagast til ymisk fysiologisk og um hvørvis- lig viðurskifti, fyri at tryggja eina optimala framleiðslu av alilaksi. Henda verkætlan er partur av eini størri strategiskari verkætlan um optimering av laksaaling, og er fíggjað av Norges Forsknings- råd. Regin Arge, granskari á fiskaaling, tekur hesa PhD- verkætlanina og er innskrivaður við Universitetet for Miljø- og Biovitenskap í Ås í Noregi. Ein onnur verkætlan er »Ílegu- kanningar av toski av Føroya- banka og landgrunninum«, og hon skal lýsa genetiska strukturin í teimum báðum føroysku toska- stovnunum, og skal varpa ljós á viðurskifti í sambandi við aling av føroyskum toski. Tað er Petra Petersen, granskari á Fiskaaling, sum tekur hesa verkætlanina, og hon er innskrivað við Institute of Aquaculture á University of Stirling í Skotlandi. Verkætlanin er føroyskt fíggjað og er eitt samstarv millum føroyskar og norskar stovnar. Kanna vatngóðsku Nýggjasta PhD-verkætlanin hjá Fiskavirking nevnist »Vatn- góðska innan aling á sjónum«, og skal kanna umhvørvið í aliringum á sjónum. Henda verkætlan er eitt samstarv mill- um Fiskaaling, Náttúruvísinda- deildina, SINTEF í Noregi og føroysku alivinnuna. Heini Rasmussen, sum í løtuni starvast hjá Haldor Topsøe A/S í Danmark við FEA-modellering, er settur í starv til PhD- verkætlanina. Hann er útbúgvin civilverkfrøðingur á maskinlinju frá DTU í Danmark og byrjar í nýggja starvinum á Fiskaaling um ársskiftið 2009/2010. PhD-verkætlanin verður liðug í 2013 og úrslitini verða kunngjørd í altjóða granskingartíðarritum og á ráðstevnum. PhD-verk- ætlanin verður fíggjað av Fiska- aling, Granskingarráðnum og SINTEF. Í nýggju verkætlanini verður arbeitt víðari við modellinum – sum Øystein Patursson menti í 2008, og sum modellerar rákið í og kring eina alinót – við denti á at fáa vitan um eitt heilt alibrúk við fleiri nótum. Harumframt er ætlanin at kanna ávirkanina frá fiskinum á rákið og súrevnis- nøgdina í sjónum. - Úrslitini frá verkætlanini vera týdningarmikil fyri framtíðar- aling, bæði á innaru aliøkjum og á meiri útsettum aliøkjum, sigur Ingolf Joensen, stjóri á Fiska- aling. Fiskaaling raðfestir gransking