fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2009
LÝSINGARTILFAR
Listafram
sýning
við Edith
Mørkøre í
skúlanum
við Løkin
Í samband við Mentanarvikuna í Runavík, 18. - 25. oktober, verður
listaframsýning við Edith Mørkøre í skúlanum við Løkin. Við á
framsýningini í eru hennara nýggjastu málningar. Framsýningin
byrjar sunnudagin 18. oktober kl 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin!
Edith málar út frá menniskjaligum virðum og á framsýningini í
Runavík verður abstrakt/ekspresionistiskt list at síggja. Íblásturin til
málningarnar hevur hon út frá viðurskiftum,
sum rørast í tí dagliga lívinum og
hendingum, sum hon ella onnur rundan um
hana koma út fyri.
Edith Mørkøre er fødd í 1979, er ættað av
Argjum, gift við Kristoffur Mørkøre úr
Klaksvík og er búsitandi Inni á gøtu í
Hoyvík. Edith arbeiðir við listinu sum sítt
høvuðsstarv. Hon hevur málað, síðan hon
var tannáringur og hevur gingið á Háskúla í
Rønde í Danmark, har hon tók sergrein í list.
Edith hevur verið við á nógvum ymiskum
framsýningum. Hon hevur m.a. sýnt fram í
Smiðjuni í Lítluvík (Tórshavn), Ribarhús
(Fuglafjørður), Lions (Runavík), Lions
(Tórshavn), Norðoyarstevnuframsýningini (Klaksvík), Hotel Hafnia
(Tórshavn), Kelduni (Skálabotnur), Gallarí Jinx, (Tórshavn), SMS
(Tórshavn), Eik bank (Tórshavn), Gamli handilin á Heiðunum
(Runavík), Snarskivuni (Tórshavn), Gallari Oyggini (Tvøroyri),
Københavns Kulturcenter (KBH), Savni á Myru (Hov), Lauritz
(Kolding) og Luritz (Odense).
Framsýningin verður opin soleiðis: Sunnudag, mánadag og týsdag
frá 16.00 til 20.00, mikudag frá 17.00 – 19.00, hósdag frá 16.00 –
19.00, fríggjadag, leygardag og sunnudag frá 16.00 – 20.00
Marjun M. Berg
listaframsýning
í Orkis
Listaframsýning verður í Orkis í Mentanarvikuni. Tað er listarkvinnan
Marjun M. Berg, sum sýnir fram áseymaðar myndir og
akrylmálningar í Orkis á Glyvrum. Marjun hevur í fleiri ár fingist við
at mála, og tey síðstu árini eisini við at seyma myndir. Hon hevur
verið við á framsýningun hjá Lions í Runavík og Havn, eisini hevur
hon áður havt framsýning í Orkis á Glyvrum og Sense í Runavík.
Marjun hevur fingið frálæru frá Sámal Toftenæs, Arcibald Black,
Hilmar Højgaard og Børge Møller. Innan myndaseyming hevur hon
fingið frálæru frá Evu Andersen og Solveig Refslund.
Framsýningin verður alla mentanarvikuna, og hevur somu
upplatingartíðir sum Orkis.
Verkstaðnum í Søldarfirði
Oggi Lamhauge og Beinta
Hansen, sum baði eru úr
Søldarfirð, sýna fram í
Grafiska Verkstaðnum
í Søldarfirði í
Mentanarvikuni í Runavík
Verkstaðurin heldur til í gamla
handlinum hjá Lenu og Sámal
Jákup Lamhauge og hevur
verið karmur um virksemi hjá
Oggi Lamhauge síðan 2006.
Verk staðurin, sum er góðar
60 fermetrar til støddar, er
útgjørd ur við steinprent og
koparprent pressum. Eisini
er eitt stórt alrúm, sum kann
nýtast til framsýningar og
undirvísingar høli v.m. Eisini
hevur verkstaðurin verið
nýttur til onkra framsýning
hjá listamanninum saman við
øðrum.
Beinta Hansen
Hesaferð verður tað Beinta
Hansen gestur á verkstaðnum.
Hon hevur verið virkin á
listarliga økinum í nøkur ár.
Hon er sjálvlærd, men hevur
gingið til grafikk í Tórshavnar
Listaskúla, sum er kvøldskúlin
hjá Tórshavnar Kommunu. Hon
er ikki heilt nýggj í framsýn-
ingar høpi og hevur áður sýnt
fram á mentanarvikum. Annars
er Beinta nýliga útbúgvin sum
sjúkrarøktarfrøðingur. Beinta
kemur vantandi at brúka
verkstaðin nakað, komandi
tíðina.
Oggi Lamhauge
Oggi hevur verið virkin á
listarliga økinum, her á landið
og útlendis, síðan hann gjørdist
liðugur við útbúgving sína sum
listgrafikari við lærda háskúlan
í Íslandi, árið 1997. Kendasta
verk hansara er uttan iva
altartalvan í Hattarvíkar kirkju,
sum varð latin kirkjuni í 2001.
Oggi hevur eisini gjørt hópin av
serprentum fyri stovnar og virki
og undirvíst bæði børnum,
ungum, vaksnum og menningar-
tarnað í tekning, máling og
grafikki. Oggi fekk trý ára
starvsløn frá Mentanargrunni
Landsins, frá apríl mánað 2006.
Oggi arbeiðir við samtíðar list
við trúarligum symbolum.
Listaframsýningin er opin
soleiðis: hósdag, fríggjadag,
leygardag og sunnudag frá 18.00
til 20.00. Hóskvøldið verður
fernisering, har tónleikur við
Hans Jacob Kollslíð og Kára
Sverrisyni verður at hoyra.
Listaframsýning í
Mentanarvikuni í Runavík
Tað gamla húsið, er heitið á
listaframsýningini, sum verður á
býráðsalinum hjá Runavíkar
kommunu í Mentanarvikuni, 18.
– 25. oktober.
Á framsýningini fevnir m.a.
um fotomyndir og grafiskt prent.
Myndirnar, ið vera at síggja, eru
eitt sindur ørðvísi. Hetta merkir,
at í staðin fyri at taka eina flotta
mynd í tí vøkru náttúruni vit
hava, velur Sunrid heldur at
finna mótsetningar. Eitt ikki so
vakurt gamalt hús, kann síggja
flott út í vakrari náttúru. Tá tað
snýr seg um grafiska partin,
brúkar Sunrid hús og bygningar.
Hon fær íblástur frá bygningum
úr stórbýum, eitt nú russiskum
byggihátti umframt gomlum
føroyskum húsum.
Sunrid í Gong er 29 ára gomul,
hon er útbúgvin fotografur og
starvast dagliga í hesum
yrkinum. Hon hevur atelier í
Saltangará, har hon hevur nógvar
ymiskar uppgávur, men tekur sær
nógv av portret fotograferingum.
Framsýningin er opin allar
dagar í Mentanarvikuni frá kl
15.00 til 18.00.
Oggi og Beinta í
Grafiska Verkstaðnum
Tað gamla húsið