Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2009 LÝSINGARTILFAR Handilsmiðdepilin skipar fyri spennandi tiltaki í Løkshøll 22. okt Handilsmiðdepilin í Runavík skipar fyri stórum spennandi tiltaki í Løkshøll í Runavík, týskvøldið 22.okt. Tiltakið kallast SANSA, og er hetta eitt væl krydrað kvøld, har limir í HMD bjóða teirra vørur og tænastur fram á ein kreativan hátt. Harumframt verður skemt og tónleikur eisini ein partur av kvøldinum, sum byrjar kl. 19.00 og endar kl. 22.30. Hetta er aðru ferð at SANSA verður fyriskipað, og aftur hesa­ ferð er nógv forvitnisligt og spennandi á skránni. Eitt nú hava luttakandi limirnir í HMD vøru­ framsýning og sølu, umframt at handlar hava mótasýning. Móta­ sýningin er skipað á tann hátt, at hvør handil fær tillutaða ávísta tíð, har tey vísa fram sínar vørur. Vitjandi fáa høvi at síggja vøru­ básarnar í steðginum. T.O.S fer at undirhalda við tónleiki og sangi. Bólkurin hevur 6 tónleikarar, sum allir eru úr Eysturoynni, umframt at ein gestatónleikari eisini verður við. Tónleikurin er spennandi og fevnir víða – alt frá vals til popp/ rock. Teksturin hevur íblástur frá kristindóminum. Tað, ið ser­ merkir T.O.S. er, at teir hava nógv ymisk ljóðføri í teirra framførslum. Heimið kemur veruliga í miðdepilin, tá ið Linda Laksafoss hevur fyrilestur um innrætting og framtíðarrák. Eisini fer hon at broyta eitt rúm og koma við góðum hugskotum. Spennandi ábit sum hevur íblástur frá heilsu og rørslu verður at fáa. Hans Hjalti Skaale hevur undirhald. Her verður sjálvandi eisini eitt sindur av tónleiki, og kenna vit Hans Hjalta rætt, so plagar hann at verða sera undir­ haldandi. Atgongumerki á 200 kr. vera at fáa í Statoil Saltangará, Kunn­ ingarstovuni og limahandlum. Sí www.hmd.fo. Luttakandi limir eru: Berglon, Bakaríið, Borg, Colorama, EIK, Elding, Eysturoyar Heimavirkið, Fonn Flog, Føroya Tele, Hjá Sannu, Ítróttur á Glyvrum, Jungmann, Orkis, Shop­in, Thomas Dam Búnýti, Trendfloor, Vøruhúsið List og kvirra í Glyvra kirkju Fríggjakvøldið letur Heðin Kambsdal upp málningaframsýning í Glyvra kirkju, nú 200 ár eru liðin, síðan tónaskaldið Mendelssohn er borið í heim. Trý kvøld verða í næstu viku í kirkjuni við heitinum list og kvirra,og mentanarvikan endar sunnukvøldið við sangkvøldi í kirkjuni Eitt nýtt tiltak fer av barkastokki í Glyvra kirkju fríggjakvøldið klokkan 20. Tiltakið hevur yvirskriftina myndlist og tónleikur, sum fara at eyðkenna alt kvøldið í kirkjuni. Hetta kvøldið letur Heðin Kambsdal, listamaður og útbúgvin urguleikari upp málningaframsýning í forkirkjuni, og Heðin Kambsdal fer eisini i kirkjuni at spæla yndisligan og vakran urgutónleik eftir Mendelssohn, sum varð føddur fyri 200 árum síðan. Oggi Lamhauge, listamáður hevur átikið sær at siga nøkur orð um listina hjá Heðini Kambsdal, og Heðin Kamsdal fer sjálvur at hugleiða eitt sindur um Mendelssohn og tónleik hansara. Kvøldið byrjar tó við, at Meinhard Bjartalíð, sókarprestur bjóðar vælkomin, og hann fer at siga nøkur orð um list og trúnna. At list ikki bara er tað, sum vit síggja, men at listin, málningalistin sum væl sum tónleikurin, gera nakað við okkum menniskju. List og kvirra Í næstu viku er mentanarvika í Runavíkar kommunu, og mánakvøldið, mikukvøldið og fríggjakvøldið verður kirkjan opin frá klokkan 20 til 22. Fólk hava tá møguleikan at fara inn í kirkjuna at síggja málningaframsýningina í forkirkjuni, og tey kunnu fara inn í sjálva kirkjuna at nýta kvirruna. List og kvirra nevnir Meinhard Bjartalíð hesi kvøldið. Vitjandi í krikjuni fáa hesi kvøldini eisini høvi at tendra ljós í ljoskolbuni, sum kirkjan hevur fingið. ­ Hví tendra ljós? Vit kunnu tendra ljós fyri onkrum, sum liggur okkum á hjarta. Tað kann vra ein bøn ella ein tøkk, sum ein heldur fyri seg sjálvan, sigur Meinhard Bjartalíð. Hesi trý kvøldini verður aftanbøn klokkan 21.45, og enda verður við kvøldsálmi. Mentanarvikan endar sunnukvøldið við sangkvøldi í kirkjuni, har nýggir sálmar verða sungnir, og kór Glyvra kirkju luttekur eisini. SANSA í Mentanarvikuni