Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 16. oktober 2009 FAROEXPO 7 LÝSINGARTILFAR Fiskiveiðieftirlitið á Expo Fiskiveiðieftirlitið metir tað vera gott at fáa innlit í, hvat veitarar hava at bjóða, tí tá ein hevur við skip at gera, er ein stórbrúkari av vørum og tænastum - Á Fish Expo fáa vit tosa við veitarar, tí vit eru jú brúkarar. Fiskiveiðieftirlitið var fyrstu ferð við í fjør, og vit fáa tað burturúr, at vit fáa kunna okkum um, hvat veitarar hava at bjóða, sigur Jóannes Heimustovu á Fiskiveiðieftirlitinum. Um 60 fólk eru tengd at Fiskiveiðieftirlitinum, har av 46 eru manning á skipunum. Flotin telur tvey skip, vaktarskipini Tjaldrið og Brimil. Manningin arbeiðir í skiftum. Eftirlit á landi telur 4 fólk, og so er talan um umsiting og annað. Flutt aftur Fiskiveiðieftirlitið húsaðist Yviri við Strond, men flutti so saman við Fiskimálaráðnum í 1999, men er nú aftur Yviri við Strond. - Nú eru vit aftur Yviri við Strond, og tað hóskar væl, tí so eru vit nærri sjónum og skipunum, metir Jóannes Heimustovu. Brúkarar Á Fiskiveiðieftirlitinum fegnast tey um møguleikarnar, sum Fish Expo hevur við sær. - Tá ein hevur við skip at gera, er ein stórbrúkari av vørum og tænastum, og gott er at fáa innlit í, hvat veitarar hava at bjoða og at koma á tal við teir, metir Jóannes Heimustovu. Fiskaaling P/F aquaculture Research station of the Faroes Visjón Fiskaalings er at økja um dygdina í føroyskari aling við gransking og menning. Vit leggja dent á altjóða samstarv við granskingarstovnar og vinnulív og á gransking sum er viðkomandi fyri menning av føroyskari alivinnu, har­ undir: • Aling av fiski og øðrum sjódjórasløgum • aling á streymasjógvi • Fóður, vatn og framleiðsluhættir • Íløgugransking og biotøkni • Matvørugóðska úr aldum fiski • Sjúkufyribirging, fiskaheilsa og aliumhvørvi Fiskaaling hevur 3 vinnuligar PhD­verkætlanir innan aling, umframt aðrar gran skingarverkætlanir. Verkætlanin »Ílegukanningar av toski av Føroyabanka og landgrunninum« skal lýsa genetiska strukturin í teimum báðum føroysku toskastovnunum, og skal varpa ljós á viðurskifti í sambandi við aling av føroyskum toski. PhD-lesandi starvast á Fiskaaling og er innskrivað við University of stirling í skotlandi. aðrir samstarvspartnarar eru Nátturuvísindadeildin, Havstovan og Havforsknigs- instituttet i Bergen. Fiskaaling og Granskingarráðið fíggja verkætlanina. Verkætlanin »Fitisýran TTa í eini dynamiskari framleiðslu av atlantiskum laksi« skal kanna, hvussu ein dynamisk samanseting av fóðri kann lagast til ymisk fysiologisk og umhvørvislig viðurskifti fyri at tryggja eina optimala framleiðslu av alilaksi. PhD­lesandi starvast á Fiskaaling og er innskrivaður við Univeristet í Ås, noreg. Verkætlanin er ein partur av eini størri strategiskari verkætlan um optimering av laksaaling, sum er fíggjað av Norges Forskningsråd. Luttakararnir eru Nofima í Noregi, IFREMER í Frankaríki og Fiskaaling. Fiskaaling P/F Fiskaaling Vit menna Aligransking Verkætlanin »Vatngóðska innan aling á sjónum« hevur sum mál at fáa neyvan kunnleika um hvussu útgerð og fiskur ávirka aliumhvørvi í nótunum í einum alibrúki á sjónum á bæði á vardum økjum inni á firðunum og á meiri harðbalnum økjum longri úti, og er skipað sum eitt samstarv millum føroysku alivinnuna, Fiskaaling, Náttúru- vísindadeildina og SINTEF í Noregi. Verkætlanin verður fíggjað av Fiskaaling, Granskingarráðnum og SINTEF. Fiskaaling ger royndir við aling av toski og við framleiðslu av æti og hjódýrum sum verða brúkt at startfóðra toska­ yngul. Fiskaaling framleiðir laks og síl og selur rogn, yngul og smolt til føroysku alivinnuna. Góðskustýringin á Fiskaaling er góðkend eftir altjóða standardinum isO9001:2000, og umfatar tilgongdir, fram­ leiðslustýring og eftirlit. Áherðsla er løgd á góða verk- ætlanarstýring innan gransking og menning og á lív­ frøðiliga trygd innan framleiðslu. Fiskaaling Pf. · við Áir · FO-430 Hvalvík · Tel. +298 474747 · Faks +298 474748 · E-mail fiskaaling@fiskaaling.fo · www.fiskaaling.fo