Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2009 LÝSINGARTILFAR Dansiskeið í Mentanarvikuni Nú fáa øll ung og gomul høvi at royna seg á dansigólvinum. Skipað verður fyri fleiri skeiðum í Mentanarvikuni í Runavík, 18. – 25. oktober. Marilyn Danielsen skipar fyri dansiskeiðunum. Hon byrjaði at undirvísa í Rock´n roll í 1990´unum og seinastu árini hevur hon eisini undirvíst í øðrum dansistílum. Marilyn er stigtakari til felagið KOM OG DANSA í Føroyum, hetta er í samstarv við Kom og dans Noreg, sum á fyrsta sinni kom til Føroya í 1989 og skipaðu tey fyri fleiri stórum dansiskeiðum. Tá gjørdist Marilyn instruktørur, og síðani tá hevur hon gingið á fleiri skeiðum og eisini fingið upplæring í øðrum dansistílum. Marilyn hevur eisini tætt samstarv við Komið og Dansið, Ísland. Annars skipar Kom og Dans Noreg millum annað fyri dansistevnu annaðhvørt ár á oynni Ærø, sum liggur sunnanfyri Fjón og har hava Marilyn og aðrir føroyingar vitjað fleiri ferðir. Seinastu ferðirnar hevur Marilyn verið á Ærø saman við familjuni. Dansistevnan á Ærø er sera familjuvinarlig, og børnini hava sera stóra gleði av at luttaka á hesi stevnu. Marilyn heldur skeið eina mest í Tórshavn, men hevur eisini skipað fyri skeiðum aðrastaðni í Føroyum. Síðani sjónvarpið byrjaði at senda donsku sendingina “Vild med dans” hevur áhugin at dansa verið vaksandi. Marilyn fær eisini fyrispurningar um at skipa fyri dansitiltøkum í samband við veitslur hjá fyritøkum, polterabend o.a. 2009 er Rørsluár og nógv hevur verið frammi um ymisk heilsuátøk, m.a. fólkaheilsurenning. Dansur er eisini sera gott fyri heilsuna, samstundis sum tað er stuttligt at luttaka, og alt fleiri og fleiri vilja dansa og koma tey úr øllum aldursbólkum. Í Mentanarvikuni skipar Marilyn fyri 4 ymiskum skeiðum í fimleikahøllini á Glyvrum: Mánadagin 19. oktober kl. 19.00-21.00 verður skeið í Salsa, fríggjadagin 23. oktober kl. 17.00-18.00 skeið í Linedans og sama kvøld kl. 19.00-21.00 byrjar vikuskiftisskeið í Rock’n Roll. Leygardagin 24. oktober kl. 11.00-15.15 verður dansiskeið fyri børnum býtt upp í flokkar, og kl. 16.00-18.00 heldur vikuskiftisskeiðið í Rock’n Roll áfram. Til ber at tekna seg til skeiðini við at ringja til Kunningarstovuna í Runavík tel. 417060. Rørslu- og menningar- tarnað fara týskvøldið í mentanarvikuni at kappast í skulanum við Løkin Ikki kann sigast annað enn, at nýggja ítróttarfelagið fyri brekað í Eysturoynni, Svanur, hevur verið sera virkið, síðani tað var sett á stovn fyri lítlum hálvum ári síðani. Felagið hevur bæði skipað fyri og verið við til ítróttarkappingar, og nú heystið stundar til, verður hildið fram. Fyrsta stóra takið var ein ítróttardagur á Eiði . Har varð skipað fyri bæði boccia- og borðtenniskappingum umframt øðrum stuttligum kappingum. Endamálið hjá Svani er at menna ítrótt fyri rørslu- og menningartarnað í Eysturoynni og at fremja rørslu- og kappingar ítrótt. Ætlanin er at skipa fyri kappingum og ítróttarstevnum í samstarvi við ÍSB, og tey vóna, at felagið kann vekja ans millum rørslu- og menningartarnað fyri týdninginum av at íðka ítrótt, bæði til likams og sálar. Longu við stovnan hevði felagið sítt egna búmerki, og nú eisini heimasíðu, har til ber at kunna seg um felagið og tiltøk, sum verða. Í mentanarvikuni í Runavík skipar Svanur fyri Boccia kapping í skúlanum við Løkin. Tiltakið er týskvøldið 20. oktober kl. 19.00. Fyrilestur í Mentanar- vikuni í Runavík Í Mentanarvikuni verður skipað fyri áhugaverdum fyrilestri um haru og haruveiðan í Býráðssalinum hjá Runavíkar kommunu. Tað er Dorete Block, professari í djórafrøði á Fróðskaparsetri Føroya, ið fer at halda hendan fyrilestur. Dorete Bloch arbeiðir m.a. við gransking innan haru og haruveiðan. Økið er sera breitt og tískil hevði tað verið til stóra hjálp, um veiðufólk hjálptu til at savna inn tilfar til Dorete. Til fyrilesturin verður greitt frá, hvussu hetta tilfar kann savnast. Á hendan hátt kann mann stuðla arbeiðinum, í at menna vitanina hjá teimum, sum granska á økinum. Fyrilesturin, sum er ókeypis, verður hildin týskvøldið 20. oktober kl. 19.30. Svanur skipar fyri bocciakapping Aftur í ár hevur Bygdasavnið Forni eina áhugaverda framsýning, sum snýr seg um skiparaskúlan her. Tað var Poul Nicolaj Danielsen sum byrjaði skúla í 1890unum og Hans Djurholm tók skúlan eftir hann. Eisini hevur Forni fingið eitt modell av ”Guiding Star” sum Mourits Niclassen á Glyvrum átti. Opið er alla mentunarvikuna frá 16.00 til 18.00 Hara og Haruveiða Bygdasavnið Forni Marilyn Danielsen frá felagnum Kom og Dansa, skipar fyri fýra ymiskum dansiskeiðum í Mentanarvikuni í Runavík Uppisjóvarfiskiskapur er okkara vinna! Vinnan Vinnan P/f | Garðabrekka 4 | 510 Gøta | Tel. 44 16 60 | www.vinnan.fo