fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. oktober 2009 FAROEXPO 17
LÝSINGARTILFAR
Árni Joensen eigur bæði
Plastprent Føroyar og
Saltkeyp. Tvær púra ólíkar
fyritøkur, men málið er
tað sama: At veita góða
tænastu
Plastprent Føroyar hevur nú góð
tvey ár á baki. Fyritøkan fram
leiðir so at siga alt innan
plastikk, einki ov lítið og einki
ov stórt.
Vit fáast eisini við at prenta á
plastlutir, tað veri seg beriposar
ella pakkitilfar, sigur Árni
Joensen.
Úrvalið er stórt og umfatar alt
frá plasttilfari rundan um plattar
til eingangs handskar, og fyri
tøkan má metast sum ein
heilsøla.
Vit framleiða tað mesta
sjálvir, men kunnu eisini útvega
serliga eftirspurnar vørur. Til
dømis útvega vit beriposarnar til
Magn, og hesir eru biologiskt
niðurbrótiligir. Hyggur tú í
vinstra niðara horn sær tú tað
skrivað har. So hetta eru
beriposar, sum ikki dálka
náttúruna, sigur Árni Joensen.
Tað er tó ikki bert plast, sum
teir útvega.
Pakkitilfar er oftast plast ella
papp, og vit kunnu eisini útvega
pappeskjur við prenti á, og vit
hava eisini kundar sum ynskja
tað, sigur Árni Joensen.
Men tað allarmesta framleiða
teir sjálvir á Plastprent Føroyar.
Selja salt
Hin fyritøkan hjá Árna Joensen
er Saltkeyp.
Tað var nakað av einari til
vild, at eg kom upp í hetta. Ís
lendski Hafnabanki átti eina
fyritøku á Skálafjørðinum sum
seldi salt, Saltkaup. Hana yvirtók
Thomsen í Gøtu, men tá hann so
seldi alt sítt virksemi til Faroe
Ship, hoyrdi saltsøla ikki undir
teirra virksemi. Eg varð so fyri
góðum ári síðani boðin at
yvirtaka saltsøluna, og tað gjørdi
eg so, sigur Árni Joensen.
Tað er gott ár síðani, at hann
yvirtók Saltkeyp, og saltið hevur
tveir upprunar.
Vit fáa salt av Bahamas, sum
er tað betra saltið. Tað verður
mest nýtt til laka. Síðani fáa vit
eisini salt úr Tunis, sigur Árni
Joensen.
Saltið verður selt í 1000 kilo
sekkjum og niður í 25 kilo
sekkir.
Tað eru mest flakavirkir, og
flakatrolarar, sum keypa, men
eisini selja vit nakað til Lands
verk og til kommunurnar, sigur
Árni Joensen.
Hetta er mest í stórum nøgd
um, og vanliga keypa flakavirkini
ein heilan bil í senn, tað vil siga
20 tons.
Tað hendir seg eisini at menn
koma framvið at keypa nakrar
sekkir, men tað eru ofta
grindamenn ella nátamenn, sigur
Árni Joensen.
Bæði Plastprent Føroyar og
Saltkeyp verða við á FaroExpo
komandi viku.
Tvær fyritøkur eitt mál
FiskiveiðieFtirlitið
Yviri við strond 3
Postboks 1238
110 tórshavn
email: fve@fve.fo
telefon 31 10 65
telefax 31 39 81
www.fve.fo
FiskiveiðieFtirlitið
er stovnur undir Fiskimálaráðnum, og hevur skrivstovu í tórshavn
sambært løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um
vinnuligan fiskiskap, fyrisitur Fiskiveiðieftirlitið,
eftirlit á sjógvi og landi.
Fiskiveiðieftirlit á sjónum verður útint av skipum
hjá Fiskiveiðieftirlitinum og donsku sjóverjuni.
Umframt at útinna eftirlit í føroyskum sjógvi,
luttaka føroysku eftirlitsskipini eisini í altjóða
sjógvi.
Her er serliga talan um NAFO- og NeAFC
skipanarøkini.
Av øðrum uppgávum kunnu nevnast:
• Eftirlit og skráseting av fiskidøgum.
• Eftirlit og skráseting av kvotum og hjáveiðikvotum.
• Eftirlit og skráseting av kvotum á fjarleiðum.
• Eygleiðaraskipan.
• Fylgisveinaeftirlit við skipum.
• Góðkenning av innvigingarskipanum.
• Eftirlit við upp- og umskiping av frystum fiski
(Port state Control).
• Eftirlit við avreiðingum hjá føroyskum skipum í
útlendskum havnum.
www.fve.fo
Sosialurin / KvR 34 18 00