fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2009
LÝSINGARTILFAR
Tað er ikki á hvørjum
sinni, at eitt vinnulívsfólk
fyrst fær heiðurin sum
ársins leiðari á privata
arbeiðsmarknaðinum og
fáar mánaðir seinni eisini
upplivir, at fyritakssemið,
hann er stjóri yvir, verður
kosið at vera ársins virki
Regin Jacobsen, stjóri á Bakka
frost á Glyvrum, er lítillátin, tá
hann verður spurdur, hvussu
mikli heiðurin kennist, ið honum
sum vinnulívsmanni og hansara
fyritakssemi hevur verið fyri í
hesum árinum.
Eg veit ikki ordiliga, hvat eg
skal siga um tað, men sjálvandi
fegnist eg saman við øllum
okkara starvsfólkum um alt
hetta. Hinvegin royna vit ikki at
lata kenslurnar taka okkum av
ræði og av fótum. Vit halda
okkum til tey dagligu tingini,
sum gerast skulu.
Regin dylur tó ikki fyri, at
hann er fegin vegna øll tey
mongu í fyritøkuni, sum so
ágrýtin gera arbeiði og skapa
úrslitini, sum hann tekur til.
Vit royna at seta úr í kortið
og leggja á røttu kósina, og vit
fegnst øll, tá tað gongur væl.
Stjórin vísir á, at alivinnan
hevur verið í positivari menning í
nøkur ár, og hann heldur, at
Bakkafrostsamtakið hevur
fingið fullan ”valuta” úr góðu
gongdini, sum hann tekur til.
Heiðurin sum ársins leiðari
og seinni sum ársins virki er
ivaleyst eitt samanfall av góðu
gongdini, sum verið hevur,
leggur Regin Jacobsen aftrat.
Upp og niður
Stjórin í Bakkafrostsamtakinum
sigur, at í alivinnuni eins og í
øðrum vinnum gongur upp og
niður.
Marknaðarprísurin fyri
kruvdan laks, sum í summar var
út við 40 krónur fyri kilo,
nærkast nú 20 krónum fyri kilo.
Tað er tó einki óvanligt, at
prísirnir eru uppeftir gangandi í
fyrra hálvári og lækka aftur í
seinna hálvári, sum vit síggja nú.
Hyggja vit at gongdini yvir fleiri
ár, síggja vit hetta mynstrið.
Regin vísir tó á, at tað altíð er
torført at spáa um, nær prísfallið,
sum verið hevur, steðgar og
vendir.
Tað eru altíð undantøk, og
hetta ger, at tað er trupult at spáa
um tað, sum liggur fyri framman.
Færri sveiggj
Bakkafrost á Glyvrum, sum
serliga hevur lagt seg eftir at
virka portiónir úr laksi, hevur
ikki í sama mun sum tey virki, ið
selja feskar laksavørur, merkt so
stóra prísbroyting aftur og fram
á síni framleiðslu.
Tá prísgongdin á feskum er
upp og niður, liggja vit líka sum
mitt ímillum og merkja ikki eins
stór príssveiggj, sum tann
parturin av laksavinnuni, ið
arbeiðir við feskum, sigur Regin
Jacobsen.
Í Bakkafrostsamtakinum, sum
bæði hevur smoltaling,
laksaaling og virking av laksi
starvast umleið 300 fólk.
Stórur
heiður
á Bakka
Fyrr í ár varð Regin Jacobsen kosin ársins leiðari á privata arbeiðsmarknaðinum – og nú í heyst varð Bakkafrost-
samtakið, har hann er stjóri, kosið at vera ársins virki
Mynd: Jens Kr. Vang
40ár
og still going strong
Danmarksgade 77 · 9900 Frederikshavn · Tel.: 98 42 07 99 · Fax: 98 42 07 99
Vit hava eisini arbeiðs- og trygdarklæði
Ja takk! Eg ynski at
tekna meg sum haldara av
Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Boks 76
FO-110 Tórshavn
Send lepan til:
Tekna teg
sum haldara nú
...altíð við tí nýggjasta
kr. 495,-
um ársfjórðingin
Spar 560,- í mun
til leysasølu