Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-16, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 16. oktober 2009 FAROEXPO 19 LÝSINGARTILFAR Aling er tann skjótast vaksandi og mest frameftir rættaða vinnan, ikki bert í Føroyum, men um allan heim. Tað er tí av stórum týdningi, at fóðurið eisini fylgir menningini Síðani alivinnan tók seg upp í Føroyum fyri einum 20-30 árum síðani, hevur hon ment seg til í dag at umboða 40% av føroyska útflutninginum. Og tað er ein næstan óhoyrd sólskinssøga. - Aling í Føroyum í dag er ein sunn og góð vinna, væl grundað í einum góðum samstarvi millum vinnu, myndugleikar og fíggingarstovnar, sigur Odd Eliasen, leiðari á fóðurdeildini. Samanbera vit aling í Føroyum við okkara grannalond, kunnu vit staðfesta, at alingin á flest øllum økjum er kappingarfør. Men hann vísir eisini á, at tað er neyðugt, at myndugleikarnir gera sær tankar um, hvussu alivinnan fær tillutað nóg mikið av fóðurfiski, soleiðis at vinnan framhaldandi kann verða kappingarfør. - Tað hevur sjálvandi stóran týdning, at tann rávøra, sum verður nýtt til fóðurframleiðslu, kemur upp á land í Føroyum, sigur Odd Eliasen. Tað telur sjálvandi eisini við, at tann fiskur, sum føroysku skipini fiska, verður fiskaður undir burðardyggum og umhvørvisvinarligur umstøðum. Havsbrún var fyrsta fiskamjøls- og lýsivirki í heiminum, sum fór undir at framleiða fiskafóður, og er eisini einasta virki í Føroyum, sum fæst við hetta. Umleið 80% av fóðrinum er fiskamjøl og lýsi, og tá Havsbrún sjálvt framleiðir hetta, er munandi lættari at tryggja hægstu góðskuna á lidna fóðrinum. Laksur heilsugóður kostur Kanningar hava staðfest, at laksur er tað »húsdjór«, sum effektivast framleiðir sunnan og heilsugóðan mat. Laksur er sostatt ein av heimsins mest fram eftir rættaðu matvøru fram- leiðslum. - Í mun til høsnarungar og svín veksur laksur munandi meira pr. kilo av fóðuri. Meðan tú fær 110 gram av grísakjøti fyri hvørt kilo av fóðuri, og høsnarungi veksur 230 gram, so veksur laksur heili 650 gram fyri hvørt kilo av fóðuri, hann etur, sigur Odd Eliasen. Í framleiðsluni av fiskafóðuri leggur Havsbrún stóran dent á sporføri og góðsku. Havsbrún hevur eisini fleiri altjóða góðkenningar so sum ISO 9002, GMT, HACCAP og Global GAT. Eisini er virkið í tøttum samstarvi við granskingarum- hvørvi í grannalondum okkara, hægri lærustovnar, rávøruveitarar og kundar fyri at menna og dagføra fóðurið. - Vit framleiða fiskafóður við størsta føðsluvirði, og vit taka hædd fyri tørvinum hjá fiskinum. Til dømis er tørvurin hjá einum lítlum fiski ikki hin sami, sum hjá einum stórum fiski, sigur Odd Eliasen. Eisini á øðrum økjum er Havsbrún frammarliga. - Vit leggja stóran dent á, at fiskastovnarnir verða umsitnir burðardygt, og at ráevnisum- sitingin á allar mátar er burðar- dygg, sigur Odd Eliasen. Aling framtíðar vinna ? problem LOYSN Prent hugskot SAMSKIFTI ÚTKOYRING tel +298 478500 · estra@estra.fo · www.estra.fo