fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2009
LÝSINGARTILFAR
- Á eini vinnustevnu
sum FaroExpo kanst tú
vera virkin alla tíðina
og soleiðis brúka tíðina
optimalt. Tað er meira upp
til einstøku fyritøkuna,
hvussu væl og effektivt
viðkomandi dugir at
brúka tíðina, sigur
Símun Hammer, stjóri
í Virkisráðgevingini, ið
samskipar FaroExpo
Á eini vanligari framsýning ella
sølustevnu, sum vit kenna tær í
Føroyum og uttanlands, vísa
fyritøkur, feløg og stovnar fram
sínar vørur og tænastur.
- Men á FaroExpo ræður tað í
fyrsta lagi um at skapa kontaktir,
at samskifta og knýta bond.
Hesin háttur fyri sølu og keypi av
vørum og tænastum er væl
dámdur og hevur vundið uppá
seg kring um heimin.
Símun Hammer, stjóri í
Virkisráðgevingini, vísir á, at
hetta er ein bæði bíligari og
effektivari háttur, tí her stendur
tú ikki og bíðar eftir møguligum
viðskiftafólki ein stóran part av
tíðini, sum tú vanliga gert á eini
sølustevnu.
- Á eini vinnustevnu sum
FaroExpo kanst tú vera virkin
alla tíðina og soleiðis brúka
tíðina optimalt. Tað er meira upp
til einstøku fyritøkuna, hvussu
væl og effektivt viðkomandi
dugir at brúka tíðina, sigur hann.
Hvat er partneriat?
Men hvat er so eitt ”partneriat”,
sum hesin sølu/ keyp og
samskiftisháttur verður róptur?
- Partneriat konseptið er ein
serliga nærlagdur háttur at knýta
sambond millum áhugabólkar.
Sum luttakari fært tú eitt serligt
høvi til at marknaðarføra tína
fyritøku mótvegis fleiri londum,
og á vinnustevnuni eru bert fólk,
sum kunnu taka avgerðir – og
onkur kemur júst fyri at hitta tína
fyritøku, sigur Símun Hammer.
Hann vísir á, at fyrireikingar
verða gjørdar undan einum
partneriati, soleiðis at fyritøkur,
feløg og stovnar longu
frammanundan hava latið sam-
skiparan vita, hvønn tey hava
hug at fundast við.
- Vit fáa soleiðis at vita, hvør
hevur hug at samskifta við
hvønn, og síðan leggja vit
fundartíðirnar til rættis, soleiðis
at tær passa saman, so ikki fleiri
avtalur eru um somu tíð við.
Stjórin í Virkisráðgevingini
sker út í papp og sigur, at
høvuðsingrediensurin á básunum
í ítróttarhøllini hesar dagarnar er
góða umhvørvið, fundarborðið
og kafé’in.
- Her hava tey luttakandi høvi
at ”selja” seg yvirfyri hvørjum
øðrum. Hetta er tað, sum rópt
verður ”business to business”, og
tað er ikki so vanligt í Føroyum,
men hevur sum nevnt vundið upp
á seg aðrastaðni, leggur Símun
Hammer aftrat.
Kinesisk list
Mentanarvikan í Runavík hevur nógv forvitnisligt á skránni; millum
annað eina kinesiska listaframsýning í Gamla Handli í Saltangará.
Listakvinnan Yan Jingrui er fødd og uppvaksin í Beijing, Kina. Fyri
fimm árum síðani flutti hon til Føroya við føroyska manni sínum, og
hevur búð á Glyvrum síðani tá.
Framsýningin fevnir um kinesisk prýði og vatnlitsmyndir.
Myndirnar eru gjørdar við íblástri úr aldargamlari kinesiskari
siðvenju.
Síðani Yan Jingrui flutti til Føroya, hevur hon havt fleiri
framsýningar; m.a. var hon við á framsýningini hjá Lions Club í
Tórshavn á ólavsøku í fjør. Í sambandi við Faroexpo og
Mentanarvikuna fáa fólk nú høvi til aftur at síggja vøkru myndir
hennara í Gamla Handli í Saltangará í døgunum 18. – 25. oktober
2009.
FaroExpo er eitt »partneriat«
- Á FaroExpo hava tey luttakandi høvi at ”selja” seg yvirfyri hvørjum øðrum. Hetta er tað, sum rópt verður ”business to business”, og tað er ikki so vanligt í Føroyum, men hevur sum nevnt vundið
upp á seg aðrastaðni, sigur Símun Hammer, stjóri í Virkisráðgevingini, ið samskipar FaroExpo
Mynd: Vilmund Jacobsen