fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 16. oktober 2009 FAROEXPO 21
LÝSINGARTILFAR
Trøllapætur og hansara næstu
umframt Steintór Rasmussen
enda menatarvikuna í Runavík
sunnudagin í næstu viku
Undanfarnu árini er vorðin siður at enda
mentanarvikuna við einum stórum tiltaki,
ið serliga er ætlað børnum. Í ár er einki
undantak, tí Mentanarvikan 2009 í
Runavík endar við einum stórum
barnatiltaki.
Vit kenna øll fitta, fleirhøvdaða
Trøllapætur, Trøllababy, sum bara sigur
dadada og gagaga, villu Trøllaommuna, og
ikki minst lítlu, garrvillu Trøllaommu
didduna. Trøll kunnu tykjast ræðandi, men
hesi trøllini eru góð við børn, sera fitt og
ikki minst stuttlig. Hóast tað onkuntíð
endar í einum lítlum hurlivasa, dámar
teimum allarbest, tá ið tey sleppa at syngja
og dansa saman við børnunum.
Afturat øllum trøllunum kemur Steintór
Rasmussen eisini at syngja saman við
børnunum, og eins og undanfarin ár,
verður Bassi sjálvandi aftur á staðnum, og
hann plagar altíð at hava okkurt gott við
til børnini.
Tiltakið verður í ítróttarhøllini í Runavík
sunnudagin 15. oktober klokkan 17. Tað
varar hálvan annan tíma.
Legg leygarkvøldið 24. oktober av til
stuttliga og hugnaliga samveru við góðum
vinfólkum, tí tá skipar Mentanarvikan
2009 fyri dansi í
ítróttarhøllini í Runavík.
Flestu okkara kenna
góðu, gomlu slagararnar
hjá Eyðuni og Terja, sum
hava fingið okkum at
svinga, dansa og syngja
við í fleiri enn 20 ár; og
vit vita, at Jens Marni og
Kim eisini borga fyri
góðsku. Hesir fýra hava
fingið orkestur afturat
sær, so tað kann ikki
blíva betri!
Tiltakið kann roknast
sum endabresturin av
Mentanarvikuni 2009
fyri tey vaksnu; og eftir
eina rúgvu av
listasýningum, konsertum
og øðrum framsýningum, er
óivað deiligt at sleppa út at
svinga træbeinið nakrar
tímar.
Við tónleikarum sum
Eyðuni, Terja, Jens Marna
og Kim kundu fortreytirnar
ikki verið betri til eitt
dansandi stuttligt kvøld í
Runavík. Dansurin byrjar á
midnátt og endar klokkan
fýra á morgni, og
atgongumerki fáast við
dyrnar fyri einans 180,. So
hví ikki? Fá fatur á vinunum, og hála so
makan og vinfólkini við ein túr í dans í
Runavík á midnátt leygarkvøldið!
Ársins trøllashow
Stórt dansikvøld í
Mentanarvikuni!