fríggjadagur 16. oktober 2009síða 1
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 FAROEXPO Sosialurin 16. oktober 2009
- Vit eru sera fegin
um at hava fingið teir
møguleikar, sum nýggi
skúlin við Løkshøll í
Runavík gevur bæði
skúlanæmingum og
fólkinum í oynni í síni
heild. Vit fegnast eisini
um góða samstarvið við
Mentanarhúsfelagið, sigur
borgarstjórin í Runavíkar
kommunu, Magnus
Rasmussen
Í nógv ár talaði Mentanarhús
felagið í Runavíkar kommunu
fyri ætlanini um eitt mentanarhús
í kommununi. Hesir karmar eru
nú skaptir sum partur av stóru
skúlabyggingini í Runavík.
Nú FaroExpo og mentanarvika
á fimta sinni verða hildin í
Runavíkarøkinum, eru karmarnir
nógv betri, enn teir nakrantíð
áður hava verið.
Fyrilestrarnir, sum eru partur
av FaroExpo, verða ikki longur
hildnir í Kelduni í Skálafirði,
sum gjørt hevur verið undanfarin
ár, men í nýggju og snotuligu
Løkshøll.
Í staðin fyri at fara inn í
Kelduna, kunnu tey, sum fara at
lýða á fyrilestrarnar, nú bara
spáka sær vestur um Løkin og
inn í Løkshøll, sigur ein fegin
borgarstjóri í Runavíkar
kommunu, Magnus Rasmussen.
Hann vísir á, at møguleikarnir
við nýggju Løkshøll nú rættiliga
fara at koma til sín rætt, nú bæði
vinnustevna og stór og fjølbroytt
mentanarvika verða hildin í
kommununi.
Fleiri tiltøk verða savnað
undir einum taki í Løkshøll, har
kafé er beint hinumegin gongina.
Magnus sigur, at longu nú hava
ymisk tiltøk verið í høllini, og
eitt nú hevur Føroya Symfoni
orkestur havt framførslu har, eins
og sangleikurin Barbara er
framførdur í høllini.
Vit hava fingið sera góð
skoðsmál um Løkshøll og teir
møguleikar, hon hevur og gevur.
Hann dylur ikki fyri, at høllin
fer at geva kommununi og
Eysturoynni í síni heild stórar
møguleikar.
Ja, vit kunnu saktans siga, at
Løkshøll er eitt alternativ til
Norðurlandahúsið, sum borgar
stjórin tekur til.
Gott samstarv
Í skúlatíðini er høllin tøk hjá
skúla og næmingum til teirra
virksemi, og tá skúladagurin er
lokin, er tað Mentanarhúsfelagið,
ið skipar virksemið.
Vit eru sera fegin um tað
samstarv, vit hava við Mentanar
húsfelagið, ið er eitt virkið felag.
Kommunan hevur bygt skúla og
høll, og síðan hevur
Mentanarhúsfelagið latið ljós,
ljóð og stólar. Eg haldi, at hetta
samstarv er fyrimyndarligt, og
vit síggja fram til nógv og
áhugavert virksemi í Løkshøll,
sigur borgarstjórin.
Magnus Rasmussen vísir á, at
tá kommunan hevur bygt ein
stóran skúla við so góðum
umstøðum, eisini til ymiskt
mentanar ligt virksemi, er
endamálið at fáa brúkt hesar
fasilitetir best og mest møguligt.
Jú, eg ivist onga løtu í, at
bæði skúlin og høllin fara at vera
kommununi og økinum í síni
heild til stóra gleði og til mangt
áhugavert mentanarligt virksemi,
sigur borgarstjórin í Runavíkar
kommunu.
Borgarstjórin bjartar
vónir um Løkshøll
- Vit eru sera fegin um tað samstarv, vit hava við Mentanarhúsfelagið. Kommunan hevur bygt skúla og høll, og síðan
hevur Mentanarhúsfelagið latið ljós, ljóð og stólar. Vit síggja fram til nógv og áhugavert virksemi í Løkshøll, sigur
borgarstjórin, Magnus Rasmussen
- Løkshøll fer at geva kommununi og Eysturoynni í síni heild stórar møguleikar. Vit kunnu saktans siga, at Løkshøll er eitt alternativ til Norðurlandahúsið, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen