mánadagur 19. oktober 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 199 - 19. oktober 2009
Tað verða lærlingar
og lesandi uttan
lands, sum koma
at gjalda fyri at vit
fáa fleiri pláss á
miðnámsskúlunum
í Føroyum. – Tað
er neyðugt at gera
umrokeringar,
sigur Helena Dam
á Neystabø, lands
stýriskvinna í útbúgv
ingarmálum
ÚtbÚgving
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Spariknívurin hjá landsstýr
inum fer í hesum døgum
gjøgnum ymsu útbúgvingar
konturnar
undir
Menta
mála ráðnum.
Meðan landsstýriskvinn
an í útbúgvingarmálum,
Helena Dam á Neystabø, í
aðrari hondini heldur eini
røðu, har hon dementerar,
at útbúgving er lykilin til
framburð, at grundstøðið
undir einum vælvirkandi
sam felag er ein góð útbúgv
ingarskipan og at einasti
vegurin úr eini vánaligari
búskaparstøðu er gransking
og menning at skapa vøkst
ur úr tí tilfeingi, í breiðastu
merking, sum vit hava, førir
hon við hinari hondini
spari knívin gjøgnum út
búgv ingarkonturnar.
Feskastu
dømini
eru
útbúgvingarstuðulin til les
andi uttanfyri Norðurlond
– ÚSUN stuðulin – sum
skal lækkast frá hægst at
vera 120.000 krónur árliga
til 80.000 krónur árliga, og
at lærlingar framyvir ikki
skulu fáa lærlingaløn með
an teir eru í skúla, men í
staðin fáa hægra lestrar
stuðulin eins og lesandi á
miðnámsskúlum
kunnu
fáa.
ÚSUN
Seinnu árini hevur stórur
dentur verið lagdur á at
eggja føroyingum at lesa
uttanfyri Norðurlond, so at
vitanin verður so fjølbroytt
sum gjørligt. Millum annað
er ÚSUNstuðulin eitt av
amboðunum,
sum
hava
gjørt tað áhugavert hjá ung
um at søkja útum Norð
urlond at lesa.
Men lesnaðurin uttanfyri
Norðurlond er ikki ódýrur.
Á summum av teimum
skúlunum, sum eru høgt í
metum, so sum Harvard,
kostar tað væl omanfyri
100.000 krónur árliga at
lesa, og er tað serliga hesi,
sum hava havt gagn av
skipanini.
Serliga ávirkar lógarupp
skotið um at minka studn
ingin til skúlagjaldið serliga
tey lesandi, sum í framtíðini
lesa uttan fyri Evropa. Í
Evropa liggur skúlagjaldið
til eina masterútbúgving í
flestu førum millum 50.000
og 70.000 krónur.
Við nýggja lógaruppskot
inum verður útbúgv ing
arstuðulin
skerdur
við
40.000 krónum árliga, úr
120.000 til 80.000 krónur. Í
skipanini eru í løtuni 30
fólk, ið verða ávirkað av
hesum, tá tað fær gildi við
skúlabyrjan næsta summar.
Lærlingar
Eisini lærlingar í Føroyum
verða raktir av spari knív
inum.
Helena
Dam
á
Neysta bø hevur lagt eitt
upp skot fyri Tingið, sum
leggur upp til, at lærlingar
ikki longur fáa lærlingaløn,
meðan teir eru í skúla, men
í staðin fáa lestrarstuðul.
Hetta er eitt uppskot, sum
rakar beint í peningapungin
hjá lærlingunum. Í løtuni
fáa lærlingar lærlingaløn
frá arbeiðsgevaranum tá
teir eru í skúla, og so endur
rindar landið arbeiðsgev ar
anum 75 prosent av lær
linga lønini.
Nýggja uppskotið rakar
tó ikki teir lærlingar, sum
hava undirskrivað sáttmála,
men kemur at raka allar
framtíðar lærlingar. Tó er
uppskotið eisini, at landið
bara endurrindar 60 prosent
av lærlingalønini.
Teir, sum fara í læru eftir
at uppskotið er samtykt, fáa
ístaðin lestrarstuðul, sum er
3.737 krónur um mánaðin,
ella gott og væl 178 krónur
fyri hvønn skúladag.
Fyri ein lærling á fyrsta
ári merkir hetta, at hann
missir umleið 120 krónur
um dagin at liva fyri, meðan
teir fyri hvørt komandi ár
missa enn meira, tá teir eru
í skúla.
Í dag er lærlingalønin á
fyrsta ári 1545 krónur um
vikuna, umframt frítíðarløn
á 12 prosent, sum svarar til
góðar 346 krónur um dagin
áðrenn skatt.
Við
nýggju
skipanini
væntar landið at spara 2,5
milli ónir í 2010, 2,8 milli
ónir í 2011 og 3,7 milliónir
í 2012, í mun til um verandi
skipan skuldi hildið fram.
Lestrarlán
Umframt at spariknívurin
verður
rendur
gjøgnum
ymsu konturnar, eru eisini
onnur viðurskifti, ið virka
lítið eggjandi fyri at fáa
fólk at útbúgva seg.
Á hvørjum ári eru fleiri,
sum eru undir lesnaði, ið
søkja um eitt lestrarlán.
Hesi verða vanliga játtaði
og útgoldin stutt eftir skúla
byrjan, men í ár er einki
lestrarlán veitt.
Orsøkin er, at tað í summ
ar gjørdist greitt, at játtanin
til lestrarlán í 2009 fór ikki
at halda, og heitti lands
stýriskvinnan í Menta mál
um tá á Stuðulsstovnin,
sum umsitur hesi, um ikki
at gjalda meira út fyrr enn
játtan varð fingin til vega.
Síðan er ein eyka játt
anarumbøn borin í Løg
tingið fyri hálvumøðrum
mánaði síðani, og síðan er
tað viðgjørt í Fíggjar
nevndini, har tað, seinast
vit frættu, liggur enn.
Sostatt eru fleiri, ið –
hóast skjótt er komið út í
november mánað – ongar
pengar hava fingið, og
so statt kunnu vera sera illa
stødd, bæði við leigumálum
og øðrum, og kanska í
ringasta føri kenna seg
noydd at fara úr skúlanum
aftur og finna eitthvørt
arbeiði, til tess at vinna fyri
dagsins breyð.
Umrokeringar
neyðugar
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í út búgv
ingarmálum, heldur tó ikki
at tað eru mótstríðandi
signal at senda út, tá hon
ferð eftir ferð nevnir at
útbúgving er lykilin, og hon
hinumegin setir spariknívin
á ymsu konturnar.
Sum er nú fáa vit ikki
rúm á Fíggjarlógini fyri at
bara framskriva verandi
virk semi og leggja afturat.
Tað er neyðugt at gera
nakrar umrokeringar, fyri at
royna at tryggja, at vit hava
eina so góða útbúgving ar
skipan her á landi, sum
gjørligt, sigur Helena Dam
á Neystabø.
Hon metir eisini, at tær
sparingar, sum raka tey
lesandi uttanfyri Norðurlond
og lærlingar, eru mini
malar.
Tað er neyðugt at síggja
tað í ljósinum av, at vit fyri
eina millión kunnu tryggja,
at vit fáa 40 til 50 lesandi
inn á miðnámsskúla ístaðin,
og vit harvið kunnu steðga
fráflytingini
av
ungum
fólki, sum er okkara allar
størsta problem, staðfestir
landsstýriskvinnan.
Hevur roynt at sligið
nevarnar í borðið
Eitt av argumentunum fyri
at gera íløgur í eitt nú at
bjálva hús komandi árini,
er at ein harvið fær tryggjað,
at so nógvur peningur sum
gjørligt fer út í samfelagið
aftur.
Men peningur til lærlingar
og lesandi, er tað ikki júst
peningur, sum allur fer
bein leiðis út í samfelagið
aftur, og átti tú so ikki at
brúkt hetta sum argument
fyri at tað ikki skuldi verið
skert
hjá
júst
teimum
lesandi og lærlingum?
Tað kanst tú siga, at tað
er. Men vit hava øll (lands
stýrisfólkini,blðm.) roynt at
sligið nevarnar í borðið,
men tað er ein sannroynd,
at vit hóast alt standa við
einum ovurstóru halli á
komandi fíggjarlógum, og
at vit verða noydd at spara,
vísir
Helena
Dam
á
Neystabø á.
Lestrarlánini koma
Til spurningin um lestrar
lánini
sigur
landsstýris
kvinnan, at málið enn liggur
í fíggjarnevndini, men at
hon vónar at tað kemur í
rættlag í næstu viku.
Í næstu viku hevur
eyka játtanarlógin ligið í
fíggjarnevndini í ein mánað,
og tá hevur Løgtingið rætt
til at krevja málið at koma
fyri aftur, og tað vóni eg at
Løgtingið ger. So vónandi
kemur hetta í rættlag aftur
skjótt, og kunnu lestrarlánini
fyri allar mánaðarnar gjald
ast út, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Lærlingar og lesandi uttanlands
gjalda fyri fleiri miðnámsskúlapláss
– Tað verða millum annað lærlingar, ið koma at lúta fyri umrokeringum, sum verða gjørdar á útbúgvingarøkinum í Føroyum.
Verður nýtt lógaruppskot samtykt, kunnu lærligar missa í minsta lagi 120 krónur um dagin, tá teir eru í skúla (Savnsmynd)
Órudd úr rúmdini
Tað er sanniliga ikki á hvørjum degi, at órudd uttan úr
rúmd ini dettur niður á eina húsatekju á jørðini, men tað var
júst tað, sum hendi í enska býnum Hull í síðstu viku. Í
fyrst ani hildu myndugleikarnir, at tað tvey kilo tunga
málm pettið mundi vera av einum flogfari, sum hevði flogið
uppi yvir húsunum. Men kanningar hjá bretska flog vápn in
um avdúkaðu, at talan var um eitt petti av einum gomlum
fylgi sveini. Bretska flogvápnið sigur, at smá petti av
umleið 5.000 eldri og nýggjari fylgisveinum sveima í
rúmdini.
Oljurisi til Grønlands
Áhugin fyri at leita eftir olju í Grønlandi er stórur, og nú
hevur eitt felag úr tí fjarskotna Malaysia útvegað sær pláss í
leitingini. Grønlendska kringvarpið veit at siga, at malysiska
felagið Petronas International Corporation Ltd. hevur gjørt
avtalu við tað skotska felagið Cairn Energy, sum hevur fing
ið loyvi til at leita eftir olju útio fyri Diskovíkini. Malays
iska felagið hevur goldið skotska felagnum 310 milliónir
krónur, og afturfyri fær felagið 20 prosent av oljuni. Cairn
Energy hevur fyrr sagt, at ein royndarboring við Diskovík
ina fer at kostað millum 500 og 600 milliónir krónur.