Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 199 - 19. oktober 2009 7 tíðindi Á tíðindafundi í morgun legði Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, eitt uppskot frá øllum flokkum á tingi um útlát av veðurlagsgassum fraa SEMJA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt samt løgting leggur eitt uppskot fram. Men tað hendir so nú. Á tíðindafundi í morgun almannakunngjørdi Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, fram »Uppskot til samtyktar um at skerja útlátið av veður­ lagsgassum«. Hon segði, at tað var ikki nóg mikið at seta sær eitt mál, tað er eisini neyðugt at fremja tað í verki (sitat: Djengis Khan). ­ Hetta er fyrsta veruliga stigið á veðurlagsøkinum, sum Føroyar taka, sigur landsstýriskvinnan. Hon segði, at við hesm átaka vit okkum eina altjóða bindina at skerja útlátið av veðurlagsgassum 20% innan 2020, við støði í 1995. ­ Hetta er ikki bert ein politisk semja í Løgtingin­ um. Hetta er eisini ein semja í landsstýrinum, mill­ um kommunurnar og alt Føroya fólk. Hetta er stutt sagt ein tjóðarsemja, sigur Annika Olsen. Sambært landsstýris­ kvinnuni eru tað bert trý lond í ES – Danmark, Írland og Luxemburg – sum hava mál á sama støði sum Føroyar. Hini 24 ES­londini seta sær lægri mál. Meira verður gjørt við uppskotið um minking av veðurlagsgassum í blaðnum í morgin. Løgtingið samt um útlát Umboð fyri flestu flokkar á tingi vóru við á tíðindafund­ inum í morgun. Tó bar ikki til hjá Kára P. Højgaard og Alfred Olsen at vera við, tí teir vóru staddir uttanlands Mynd: Jens Kristian Vang