Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. oktober 2009 – Nr. 199 Bárður Olsen til B36 23 ára gamli Bárður Olsen var í summar sera nær við at skifta úr EB/Streymi til B36, men onkursvegna varð hetta av ongum ta ferðina. Leygarkvøldið hevði B36 ársveitslu, og har kundi leiðslan í felagnum staðfesta, at skiftið hjá spælaranum nú er veruleiki. Og lítil ivi er um, at B36 við hesum hevur fingið góðan styrk til miðvøllin. Bárður hevur í EB/Streymi eisini røkt plássið á høgra bakki, men tað er sum miðvallari, at hann hevur spælt seg í landsliðshitan. Maradona biður um umbering Argentinski landsliðsvenjarin, Diego Maradona, hevur nú biðið um umbering fyri tær viðmerkingar, sum hann hevði til fjølmiðlarnar, eftir at Argentina við 1-0 á útivølli móti Uruguay spældi seg til HM-endaspælið. – Til tykkum, sum ikki trúðu upp á meg – og konufólk mugu orsakað meg – sutta meg, og blívið við at sutta, segði Maradona eftir dystin, og nú biður hann um umbering. – Men umberingin er bara til øll konufólk í verðini. Ikki til øll hini, sum støðugt hava funnist at mær, segði Maradona um vikuskiftið. Risa lopið á FIFA-styrkis- listanum merkist eisini hjá landsliðsspælarunum. Bonus-avtalan við FSF merkir, at spælari sum hevur luttikið í HM-undankappingini, fær 168.000 krónur Fyri hvørt pláss, sum føroyska landsliðið er betri enn nummar 150 á FIFA-styrkislistanum við árslok sammett við ársbyrjan 2008, fær hvør spælari 6.000 krónur. Soleiðis ljóðar ein partur av bonus-avtaluni, sum er millum FSF og føroysku landsliðsspælararnar. Seinastu árini hevur henda reglan staði í sáttmálanum, men hevur ikki verið stórvegis tørvur á at gjørt brúk av slíkari paragraff í sáttmál- anum hjá landsliðnum. Men tá 2009 er lagt aftur um bak, situr FSF við eini veldugari rokning. Eini rokning, sum teir helst fegnir vilja gjalda. - Nú mugu vit líka hyggja eftir, hvussu hetta skal roknast út. Tað er somikið langt síðani, at vit hava goldið bonus út eftir FIFA-listanum, at eg minnist ikki heilt, hvussu roknistykkið varð gjørt upp. Men hetta verður tikið upp við umboð fyri leikararnar, fyri at eingin misskiljing skal verða í, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF. - Okkara landsliðsár er av, men broytingar kunnu jú henda hjá øðrum liðum. Men plássið sum nummar 122 verður neyvan broytt tað heilt stóra. Og tað merkir so, at samlaða upphæddin, sum verður goldin í januar-mánaði, verður um hálva fimtu millión, sigur aðalskrivarin. Hevur stóran týdning At føroyska landsliðið stendur seg væl á styrkislistanum, hevur ikki bara kosmetiskan týdning fyri FSF. Styrkismetingin verður nýtt, tá lutur verður kastaður um undan- kappingarbólkarnar, og við seinasta lopinum eru Føroyar nú bara eitt pláss frá at vinna seg eitt styrkislag upp á listanum. Europiska undankappingin verður skipað soleiðis, at átta bólkar hava seks lið, meðan ein bólkur hevur fimm lið. Í løtuni eru seks europisk lond niðan fyri Føroyar á listanum. Tey eru Azerbadjan, Luxemburg, Liktenstein, Malta, Andorra og San Marino. Tað landið, sum er beint oman fyri okkum á listanum, er Kazakh- stan, sum hevur 224 styrkisstig móti okkara 218. Og framman fyri teir á europiska listanum er Georgia, sum hevur 234 stig. Lutakastið til komandi undan- kapping verður longu í desember, og til ta tíð hava okkara neyvan møguleika at vinna nakað stig. Men tað gevur vónir um, at Føroyar kunnu vinna seg ein styrkisbólk upp, tá lutakast verður til HM-endaspælið í 2014. Og so kann leggjast afturat, at tær báðar ferðirnar, sum Føroyar hava spælt móti Kazakhstan, endaði tað við føroyskum sigri. So heilt ógjørligt er hetta neyvan. Umframt Kazakhstan og Georgia telur næsti europiski styrkis- bólkurin í løtuni Estland, Armenia, Albania, Moldova, Ísland, Wales og Montenegro. Spælararnir fáa 4,5 milliónir Uppiborin løn Fýra milliónir eru nógvir pengar. Men landsliðs- spælararnir hava uppiborið hvørt oyra av hesum Ítróttarklumman Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eingin ivi er um, at tíðindini um stóru bonus- upphæddina til fótbóltslandsliðið fer at fáa blandaða móttøku. Men hóast upphæddin er risastór, so skal tað úr hesi klummuni ikki vera nakar sum helst ivi um, at spælararnir hava uppborið lønina. Eftir at føroyskur fótbóltur seinnu árini hevur skavað altjóða botnin, hava úrslitini seinasta árið gjørt, at vit nú aftur nærkast betru hálvuni av altjóða fótbóltspallinum, og tað er væl nakað, sum vit øll eiga at fegnast um. Og ikki minst skal tað vera liðnum væl unt eftir alt tað, sum spælarar og venjarar hava staðið modell til tey árini, tá úrslitini ikki vóru eftir vild. Til tíðir tangeraðu viðmerkingarnar beinleiðis útspilling, sum aftur undirstrikaði jantulógina, sum altíð ger seg so væl galdandi í Føroyum. Tí hóast spælararnir vóru valdir at umboða føroysku tjóðina á tí pallinum, sum gav størsta fokus av øllum, skuldu teir avgjørt ikki halda seg vera nakað sum helst! So til Jákup Mikkelssen, Brian Kerr og allar hinar. Hjartaliga tillukku við avrikinum og úrslitunum, sum higartil eru komin. Og hóast hann neyvan stendur á lønarlistanum í hesum umfarinum, so man stóra bonus-upphæddin so ella so eisini kennast sum eitt heraklapp hjá Jógvan Martini Olsen. Væl hevur Brian Kerr staðið á odda og stýrt við bæði sterkari og hepnari hond hetta seinasta árið. Men tunga arbeiðinum, sum liggur aftan fyri úrslitið, stóð toftamaðurin á odda fyri. Og aloftast við lemjandi kritikki sum løn. jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Kanónskotið hjá Súna Olsen móti Litava var saman við stútaranum frá Arnbirni Hansen høvuðsorsøkin til, at føroyska landsliðið leyp 41 pláss uppeftir á FIFA-styrkislistanum. 28 av hesum plássunum geva nú hvør sítt bonus á 6.000 krónur til spælararnar