Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 19. oktober 2009 – Nr. 199 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15 Tey stóru vilja hava Kjær AC Milan, Manchester City og Juventus eru bert nøkur av teimum feløgum, sum vilja knýta danska Simin Kjær at hópinum. 20 ára gamli verjuskiparin hevur ment seg við rúkandi ferð, tíðani hann skifti til Palermo frá FC Midtjylland. Enn er talan tó ikki um ítøkiligar fyrispurningar, og sum skilst, er Palermo ikki áhugað í nakrari sølu her og nú. Tey stóru vilja hava Kjær AC Milan, Manchester City og Juventus eru bert nøkur av teimum feløgum, sum vilja knýta danska Simin Kjær at hópinum. 20 ára gamli verjuskiparin hevur ment seg við rúkandi ferð, tíðani hann skifti til Palermo frá FC Midtjylland. Enn er talan tó ikki um ítøkiligar fyrispurningar, og sum skilst, er Palermo ikki áhugað í nakrari sølu her og nú. Jákup Mikkelsen hevur sum liðskipari forhandlað bonus-sáttmálan hjá landsliðnum. Og har vildu teir hava eitt mál, sum tað bar til at røkka - Hatta eru nógvir pengar. Tað er einki at ivast í. Orðini eigur Jákup Mikkelsen, sum nú fær ein ordans bonus við sær á vegnum út gjøgnum landsliðsdyrnar. Sum liðskipari hevur Jákup sjálvur verið við til at forhandlað sáttmálan við FSF, og hann dylur ikki, at hann í dag er eitt sindur bilsin, at hesin skuldi tørna somikið væl út. - Vit høvdu sjálvandi ikki droymt um, at vit skuldu gera eitt slíkt lop á styrkislistanum, so sjálvandi er hetta ein øgilig rúgva av pengum, sum nú skulu gjaldast út. - Gamli sáttmálin, sum vit høvdu, gav eina upphædd fyri hvørt pláss, sum vit komu upp um tey 100 bestu í heiminum, men tá útrokningargrundarlagið broyttist, skramblaðu vit jú langt niður eftir listanum. Tí vildu vit, at málið ístaðin varð sett meira realistiskt, og tí gjørdist útgangsstøðið, at vit skuldu koma millum tey 150 fremstu á styrkislistanum. Enn hevur Jákup Mikkelsen ikki sett seg við fundarborðið hjá FSF at tosa í smálutum um, hvussu upphæddin skal roknast. Men hóast tølini eru stór, so heldur kortini ikki, at talan er um heilt órímilig tøl. - Hetta er í øllum førum hugaligt at fáa sum takk fyri tað, sum mann hevur givið. Hóast landsliðs- spælarar eisini fáa ferðapening fyri mista arbeiðsinntøku, tá vit eru saman, er tann parturin ikki nakað, sum tú verður ríkur av. Og onkur hevur kanska beinleiðis inntøku- miss av tí. Og í so máta er talan um veldugt herðaklapp, sum nú verður latið, sigur Jákup Mikkelsen. Var tað ikki fyri nýggju sjónvarpsavtaluna, sum er skrivað við Kentaro, kundi bonus-upphæddin til landsliðsspælararnir komið FSF í fíggjarligt óføri 27 spælarar, sum fáa 160.000 krónur í part. Tað er í løtuni status í roknistykkinum millum FSF og landsliðsspælararnar, sum í løtuni eru nummar 122 á styrkislistanum hjá FIFA. Endaliga uphæddin kann ikki ásetast, fyrr enn seinasta FIFA- listin á árinum verður kunngjørdur, men talan verður tó neyvan um tær heilt stóru broytingarnar, sum henda til ta tíð. Hetta gevur eina samlaða rokning til FSF upp á á leið 4,6 milliónir, tí talan verður eftir øllum at døma um eina upphædd, sum verður útgoldin javnt stórt til allar spælarar, sum hava tikið lut í undankappingini í ár. Og teir eru altso 27 í tali. Fyri bara einum ári síðani kundi ein upphædd av hesum slagnum hálvgum koppað fíggjarstøðuni hjá FSF, men nýggja sjónvarpsavtalan við Kentaro gevur munandi meira í kassan enn gamla avtalan við Sportfive. Yvir fýra ár gevur Kentaro- sáttmálin 64 milliónir, meðan árliga gjaldið frá Sportfive var um seks milliónir. So hóast FSF nú má av við fýra milliónir meira, enn fíggjarætlanin annars hevur lagt upp til, liggja framvegis seks milliónir eftir á teirri kontini. Mørk Sjónvarpsavtalan kom væl við jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Vildu hava eitt realist iskt mál Nú fyrrverandi landsliðsmálverjin hevur verið partur av føroyska hópinum seinastu 21 árini, men hann hevur ongan tíð áður upplivað slíkan fíggjarligan bonus, sum hann ger tað í januar mánaði