Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. oktober 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 19. oktober 2009 – Nr. 199 Málini skolaðu inn, tá Neistin vann málveitslu móti VÍF. Men verjuspælið má betrast, um liðini skulu kappast um FM-heitið 73 mál í einum og sama dysti. Tað var tað, sum áskoðararnir á Hálsi í Havn vórðu vitni til leygardagin, og tað borg­ ar fyri undirhaldi av tí sjáldsama góða slagnum. Hinvegin ber tað eisini boð um, at verju spælið ikki akkurát var optimalt hjá báðum pørtunum, sum dystaðust. Fyrst og fremst, so tóktist denturin vera lagdur á, at spæla upp til skjúttarnar, sum hvør í sínum lagi gera um seg hjá teimum báðum liðunum. Og bar hetta ikki til, so høvdu strikurnar eisini gott pláss, soleiðis at málverjarnir aloftast vóru púrasta prísgivnir, tá skot varð latið av. Størsta partin av dystinum gekk tað serstakliga javnt fyri seg. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, men kanska vóru vetmenningarnir teir, sum tóktust hava størra yvirskotið. Tann gongdin helt sær, til bara eitt korter restaði av dystinum. Tá fekk Neistin seinastu trumfirnar hjá sær við í spælið. Eingin ivi er um, at hópurin hjá Neistanum er tann breiðasti í landinum, um tosað verður um profilar, og tað vóru eisini tríggir av hesum, sum áttu størsta partin av seinasta korterinum. Ingi Olsen, Áki Mørk og Heini Hanusarson høvdu fram til hetta ikki gjørt tað heilt stóra um seg, og eftir at 27­27 varð broytt til 34­29, var ongan tíð nakar vegur aftur hjá vestmenningum. Ístaðin kókaði yvir seinastu løtuna, tá bæði Agnar Joensen og Heini Joensen fingu reyða kortið frá dómaraparinum. VB fekk ikki gjørt nakað sum helst við Tjaldur, sum fyrsta hálva tíman trumlaði heimaliðið niður Har var ikki tað stóra at gera hjá VB­kvinnunum sunnudagin. Meistaranir úr Tjaldir hava higar til í ár ikki víst stórvegis tekin um, at tær eru viknaðar tað minsta pettið, og tað gjørdu tær so bestemt heldur ikki í fyrra hálvleiki. VB varð pent sagt bumbað niður og norð av stórskjótandi gestunum, og tá farið varð til hálvleiks, var dysturin so ruddiliga avgjørdur. Tað gav Tjaldri loyvi at taka tað meira róligt eftir steðgin, og so slapp VB nakað betur upp í part. Spennandi kundi tað tó ongan tíð gerast, men uttan nervar og ovurstórt trýst prógvaði VB kortini, at tær eisini kunnu spæla hondbólt, um enn tað neyvan verður í toppinum, at hetta verður gjørt í ár. Neistin-VÍF 38-35 (18-18): Verjurnar vóru við hús Finnur Hansson í skotroynd móti VÍF og Sámali Joensen. Verjurnar hjá báðum pørtum vóru sjáldan á tærnum, tá Neistin og VÍF spældu sjáldsama málríka uppgerð leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Neistin-VÍF 38-25 (18-18) 10 min: 5­7 20 min: 12­12 40 min: 24­24 50 min: 33­28 Málskjúttar Neistin: David Edvardsen 9(3), Ingi Olsen 8, Jugoslav Djumic 8, Finnur Hansson 6, Áki Mørk 4(1), Heini Hanusarson 3 VÍF: Agnar Joensen 8, Bjarti Hansen 8, Sámal Joensen 7(2), Magnus Müller 6, Sámal J. Djurhuus 4, Regin Joensen 2 Brotskøst: Neistin 5, VÍF 2 Útvísingar: Neistin 4, VÍF 5 Diskvalifikatiónir: Neistin 1(beinleiðis reytt), VÍF (beinleiðis reytt) FAKTA Gudmund leingir við EB/Streym Gudmund Nielsen verður eisini partur av hópinum hjá EB/Streymi í 2010. Tað skrivar heimasíðan hjá sundalagsmonnum. Leysasøgur vildu annars vera við, at Nielsen vendi aftur til barndómsfelagið B71, sum nú aftur skal spæla Vodafonefótbólt. 22 ára gamli sandoyingurin skifti til EB/Streym undan farna kappingarári. Hann hevur áður umboðað FF Giza og B71. Rógvi gevst í Aberdeen Vantandi dystir á besta liðnum er orsøkin til, at Rógvi Holm ikki longur er knýttur at hópinum hjá skotska Aberdeen. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum. 19 ára gamli Rógvi Holm eigur framvegis fyrsta dystin á besta liðnum til góðar. Eykaliðið hjá felagnum spælur ikki dystir regluliga, og tí er trupult hjá verjuleikaranum at fáa dystarvenjing. Argjamaðurin, sum hevur átt fast pláss á føroyska U21­landsliðnum í hesi undan kapp­ ingini, vendir nú aftur nøsini móti Føroyum. Tað er framvegis ikki vist, hvar hann fer at spæla í komandi kappingarári. Rógvi Holm hevur áður umboðað B36 og AB. VB-Tjaldur 21-34 (6-18): Meistararnir halda kósina jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk VB-Tjaldur 21-34 (6-18) 10 min: 2­7 20 min: 4­14 40 min: 12­25 50 min: 16­29 Málskjúttar VB: Bára Mortensen 6, Sára Samuelsen 4, Svava Vestergaard 4, Una Egilsdóttir 2(1), Andrea Nielsen 2, Christina Holm 1, Teresa Joensen 1, Monika Samuelsen 1 Tjaldur: Adina Petrea 11, Cornelia Rimbo 7, Annika Thomsen 5, Marinela Patru 5, Elinbjørg Hammer 4, Benedikta Johannesen 1, Heidi Sevdal 1, Sarah Ann B. Thomsen 1 Brotskøst: VB 1, Tjaldur 1 Útvísingar: VB 1, Tjaldur 3 Dómarar: Dánjal Samuelsen & Kartni Joensen FAKTA