mánadagur 19. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 19. oktober 2009 – Nr. 199 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Við 14 málum var eingin
ivi um, at Poul Kjartan Dam
var dagsins maður hjá H71
sunnudagin. Fýra dystir og
36 mál standa nú á visit-
kortinum hjá láminum
Seinastu tvey árini ella so hevur Poul
Kjartan verið fastur partur av hópi
num hjá H71, men tað er ikki fyrr enn
nú, at hann veruliga hevur traðk að í
karakter sum stórskjútti. Og tá tað nú
skuldi vera, so hví ikki eisi ni lata tað
vera við manér.
Fyrri hálvleikur var mest sum eitt
onemanshow frá Kjartani, sum átti
ikki færri enn 10 av teimum 14 mál u
num, sum H71 setti í kassan. Gam an í
var helmingurin eftir brotskast, men
tað nart ikki veruleikan, at talan er um
ein spælara við meira enn van lig um
krúti í arminum.
Mest sum hvør tann einasta skot
roynd tók í onkran part av træv erki
num, áðrenn kúlan fann meskarnar,
og í Kyndli mundu teir gruna um, hvat
teir skuldu gera við hendan part in av
spælinum.
Ikki tí. Kyndil hevði eisini aðrar
trupul leikar við sínum spæli, og teir
kundu bara takka Magnusi Matras í
máli num fyri, at munurin ikki gjørd ist
enn størri, og eina lítla løtu eftir
steðgin hótti yndil eisini.
Tað gjørdist tó ikki meira enn
næstan hj´ateimum grønu, sum
ongan tíð av álvara høvdu fatur í
dysti num. Hóast eina útvísing vann
H71 seg frá 1717 upp á 2018, og eftir
hetta hvarv spenningurin at kalla. Teir
grønu vildu heldur nýta tað, sum eftir
var av orku, til at keglast við
dómaraparið, meðan hoy ví k ingar
uttan stórvegis hóva sták koyrdu
sigurin heim.
Hevur tikið møguleikan
Tá dysturin millum H71 og Kyndil var
av, fingu vit orðið á stórskjúttan hjá
hoyvíkingum. Og vit spurdu hann,
hvussu tú brádliga fer frá at vera
marginalspælari til at vera tann
maður in, sum bumbar flestu kassarnar
inn.
Tá vit høvdu Kára Durhuus og
Hannis Wardum sum venjara, hevði
eg fast pláss. Men síðani komu aðrir til.
Halgir byrjaði aftur, og Danny Syhler
kom eisini við, og so varð min ni pláss
til mín. Nú havi eg fingið pláss og
spælitíð aftur, og tað hevur bara
gingið væl.
So tað snýr seg bara um álit frá
venjara num?
Tað kanst tú gott siga. Men tað er í
øllum førum so, at eg nú fái betri
møguleika at gera um meg.
Og sigurin í dag vísir eisini, at tit eru
við at finna fram á rætta stevið aft ur?
Tað eru vit. Stór útskifting hevur
verið í hópinum, og vit hava eitt øgi
liga ungt lið. Móti Neistanum taptu vit
tó akkurát, og móti StÍF varð tal an um
eitt lítið skrædl. Men bæði móti
hoyvíkingum og í dag vístu vit, at vit
kunnu vera við í kappingini um
finaluplássini, staðfesti nýggi topp s
kjútt in í føroyskum mans hond bólti.
Levi og Tór-
Ingar til HB
Levi Hansssen og Tór-
Ingar Akselsen spæla við
HB komandi ár. Tað varð
kunngjørt á ársveitsluni
leygarkvøldið, har tað
eisini er váttað, at fleiri
spælarar hava longt sín
sáttmála
Veitslulagið var í toppi í
HBhúsinum leygarkvøldið.
Árs og FMveitsla var á
skránni, og høvið varð sum vant
eisini nýtt til at siga nakað um,
hvussu hópurin hjá besta
mansliðnum fór at síggja út
komandi ár.
Her fær felagið tilgongd av
Levi Hanssen úr EB/Streymi og
TórIngar Akselsen úr 07 Vestur.
Levi, sum hevur sína
fótbóltsuppaling í B36, hevur
seinnu árini spælt við Skála og
EB/Streymi. TórIngar hevur sína
uppaling í Vágum, men hann
hevur áður spælt fyri HB. Eitt nú í
2003, tá hann var ein sera
týðandi partur av liðnum, sum
við Frank Skytte sum venjara,
vann gullið.
Eisini er nú staðfest, at fleiri
spælarar hava longt sáttmáaln
við felagið. Fróði Benjaminsen,
sum í ár varð valdur ársins
spælari í føroyskum fótbólti,
hevur skrivað undir trý ára
sáttmála, og eisini hava Milan
Kuljic og Marcyn Dawid longt
sínar sáttmálar við tveimum
árum.
Einki varð tó sagt um, hvør
verður venjari hjá felagnum. Tað
hevur annars ljóðað, at Sigfríður
Clementsen er heitasta navnið í
so máta, nú ein avloysari skal
finnast til Sámal Erik Hentze,
men enn mugu HBfjepparar
brynja seg við toli á tí økinum.
-mørk
Nýtt Real-met til Raul
Raul Gonzales Blanco setti um vikuskiftið enn eitt nýtt
met fyri Real Madrid. Undan dystinum móti Valladolid
hevði Raul longu metið sum mest skorandi spælarin í
søguni hjá felagnum, og sunnudagin gjørdist hann eisini
tann, sum hevur spælt flestar dystir fyri felagið. Undan
dystarbyrjan fekk Raul serstakt steyp handað frá felagnum,
og hann helt dagin við at skora tvey av málunum hjá Real
Madrid í 42 sigrinum. Og dagurin gjørdist neyvan verri, tá
tað stóð greitt, at Barcelona misti síni fyrstu stig við
málleysum javnleiki móti Valencia.
Santos leingir við EB/Streym
Alex Jose dos Santos og EB/Streymur hava skrivað undir
nýggjan sáttmála, soleiðis at brasiliumaðurin eisini umboðar
felagið í 2010. Hesum boðaði EB/Streymur frá á heimasíðu
felagsins fríggjdagin. Tað merkir, at vinstri bakkurin nú kann
fyrireika seg til næsta kappingarárið í felagnum. Hann kom til
EB/Streym frá B36 undan júst farna kappingarárið, men tað
hevur verið svingandi við spælitíðini hjá Santos, sum annars av
mongum verður mettur at vera millum landsins bestu á sínum
plássi.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
H71-Kyndil 29-25 (14-13):
Stórskjúttin feldi Kyndil
Poul Kjartan Dam hevur verið
ein brandur fyri H71 í ár. Í
álopinum er eingin, sum tekur
hann, og eisini í verjupartinum
ger hann sína skyldu
Mynd: Álvur Haraldsen
H71Kyndil 2925 (1413)
10 min: 53
20 min: 88
40 min: 1818
50 min: 2521
Málskjúttar
H71: Poul Kjartan Dam 14(5), Dánjal Tórgarð 5(1), Janus Sørensen
3, Tróndur Vatnhamar 3, Rógvi Sørensen 2, Hans Kári Hansen 1
Kyndil: Bárður Johannesen 8, Josef Abrahamsen 7(1), Høgni Klein
5, Julian Johansen 2, Hans Áki DalChristiansen 1, Ken Zachariasen
1, Kristoffur Kristoffersen 1
Brotskøst: H71 7, Kyndil 2
Útvísingar: H71 5, Kyndil 1
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen
FAKTA